týsdagur 16. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VERKFALL
TRYGGJA LÍV OG HEILSU Nú mugu vit fáa eina óhefta nevnd sum skal taka støðu til, hvørji undantøk skulu gerast
í einum verkfalli fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða aftur, sigur stjórin í Almannaverkinum
Áki Bertholdsen
– Vit mugu ongantíð aftur koma
í eina slíka støðu aftur, sum vit
komu í, nú Pedagogarnir vóru í
verkfalli.
Edvard Heen, stjóri í Almanna
verkinum, heldur, at verkfallið hjá
pedagogunum er eitt skúladømi
um, at skipanin vit hava í sambandi
við verkfall, ikki er nøktandi.
Og hann heldur, at hetta er ein
spurningur,
bæði
partarnir
á
arbeiðsmarknaðinum, og politiski
myndugleikin, skulu arbeiða fyri
at broyta.
Tað, hann sipar til, er, at nú
pedagogarnir á stovnum undir Al
mannaverkinum vóru í verkfalli,
var ósemja um, hvørji undantøk tað
var neyðugt at geva fyri at tryggja
at lív og heilsa ikki varð sett í váða.
Og áðrenn seinasta semings
royndin byrjaði fríggjadagin, gjørdi
Pedagogfelagið greitt, at fleiri av
undantøkunum,
Almannaverkið
longu hevði fingið, fóru at verða
tikin aftur mánamorgunin.
Lív og heilsa var í vanda
Pedagogfelagið tvíhelt um, at teir
pedagogar, sum fingu serloyvi at
vera til arbeiðis undir verkfallinum,
var nóg mikið til at tryggja, at lív og
heilsa ikki var sett í váða
Men tað er Edvard Heen ósamd
ur í.
– Lív og heilsa varð sett í váða
undir verkfallinum. Tíbetur læt
ongin lív, men vit vita, at viðskifta
fólk hjá okkum vórðu løgd inn á
Landssjúkrahúsið, tí tey fingu ikki
lívsneyðuga hjálp undir verkfall
inum. Og vit hava eisini eina fatan
av, at viðskiftafólk, sum hava verið
í menning, hava fingið eitt bakkast
undir verkfallinum, sigur hann.
– Tað er eisini ein sannroynd, at
vit komu í ta støðu, at 36 búfólk hjá
okkum, sum høvdu verið heima hjá
skyldfólki í jólafrí, ikki kundu flyta
heim aftur á bústovnin, har tey
búðu, tí ongin var at vera um tey.
– Bústovnurin er teirra heim, og
tey rinda húsaleigu fyri bústaðin.
So tað er grundleggjandi brot á
mannarættindi hjá ST at nokta
fólki at flyta heim aftur til sín
sjálvs, sigur Edvard Heen.
– Í hesum sambandi læt tað seg
gera at tey ikki sluppu heim aftur,
men tað var bara tí at foreldur, og
Skelkandi
framferð av einum
almennum stjóra
SKELKANDI Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
er eitt sindur skelkað av ætlanini hjá stjóranum fyri Almannaverki
Áki Bertholdsen
–Tað er eitt sindur skelkandi at
ein almennur stjóri leggur seg út
í, hvussu arbeiðsmarknaðurin skal
skipast.
Tað sigur Óluva í Gong, for
kvinna
í
Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hon sipar til ætlanina hjá Edvard
Heen, stjóra í Almannaverkinum,
sum vit umrøða í aðrari grein her
í blaðnum.
Nú verkfallið hjá pedagogunum
er av, eru tey í Almannaverkinum
farin at kanna, hvussu hesi viður
skifti eru skipað í Noregi og í Dan
mark. Og tá ið greiða er fingin á
tí, er ætlanin at leggja upp til eitt
orðaskifti í Føroyum um at broyta
skipanina við tí endamáli, at tað
skal vera ein óheft nevnd sum skal
gera av, hvørji undantøk skulu ger
ast í einum verkfalli fyri at tryggja,
at lív og heilsa ikki verður sett í
váða.
Avtekur verkfalsrættin
Óluva í Gong heldur at tað er bæði
skelkandi og undarligt, at ein
almennur stjóri soleiðis leggur seg
út í, hvussu arbeiðsmarknaðurin
skal skipast.
Hon vísir á, at arbeiðsmarknað
urin er skipaður, og í lógini um sem
ing eru ymsar treytir settar fyri,
hvussu fakfeløg skulu bera seg at,
tá ið tey fara í verkfall.
– Ein partur av hesum er at fak
feløg skulu boða frá áðrenn tey fara
í verkfall, og sostatt er verkfals
rætturin avmarkaður. Tað er ein
avtala, vit hava skriva undir upp á,
og sum vit halda. Og so er tað løgið,
at ein almennur stjóri nú tekur stig
til eina skipan, sum í roynd avtakur
verkfalsrættin.
Óluva í Gong sigur, at í eini verk
falsstøðu er tað ein rættur hjá fak
felgunum at gera av, hvørji undan
tøk skulu gevast.
– Tað er ein ábyrgd, vit fegin taka
á okkum, tí vit eru øll ábyrgdarfull
og brúka ikki verkfalsvápnið uttan
at allir aðrir útvegir eru royndir.
Vilja geva okkum
ringa samvitska
Óluva í Gong heldur hinvegin, at
eisini, at tá ið arbeiðsgevarar biðja
fakfeløg um undantaksloyvi, eiga
teir at vísa ábyrgd. Men onkuntíð
hava vit havt varhugan av, at biðið
verður um so nógv undantøk, at
virksemið kann halda fram at kalla
ótarnað.
Hon sigur, at eitt dømi um tað
er nú sjúkrarøktarfrøðingarnir ætl
aðu í samhugaverkfall við pedagog
arnar, tí tá fekk felagið umbon um
so nógv undantøk, at mestsum øll
skuldu vera til arbeiðis.
– Tá ið eitt fakfelag metir um
undantøk, er tað eisini ein faklig
meting, sum er væl grundað.
Hon sigur, at tá ið Sjúkrarøktar
frøðingarnir vóru í verkfalli, góvu
tey undantøk til bráðneyðga við
gerð.
– Tá ið vit høvdu avtalað manna
gongdirnar við leiðsluna í heilsu
verkinum, gekk samstarvið væl, tí
allir partar hava størsta áhuga í at
fáa ein enda á verkfallinum sum
skjótast.
Men kortini vórðu tey løgd und
ir at seta lív í váða.
Hon heldur, at hendan skuldset
VIT MUGU ALDRIN
EINA SLÍKA STØÐU
– Vit kunnu rætt og slætt ikki hava ein arbeiðsmarknað, har teir veikastu borgararnir verða tiknir til
gísla í einum verkfalli, og tí má skipanin broytast, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum