Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7 skyldfólk annars, tóku eitt ódnar­ tak fyri at fáa tað at vera til. Men vit kunnu ikki koma í eina slíka støðu aftur, at fólk ikki sleppa heim til sín sjálvs, sigur Edvard Heen. Men hann leggur afturat, at pedagogarnir eru akkurat komnir aftur til arbeiðis, so enn hava tey ikki havt stundir til at meta um støð­una til fulnar, men tað er eitt kann­ingararbeiði, tey eru farin und­ir. Tí ber illa til at siga nágreiniliga, hvørjar avleiðingar, verkfallið hev­ ur havt fyri okkara viðskiftafólk, sig­ur Edvard Heen. Má aldrin henda aftur Nú verkfallið er av, heldur Edvard Heen avgjørt, at stig mugu takast, so at vit ikki koma í hesa støðuna aftur, tí tað má undir ongum um­ støðum henda aftur. Tískil heldur hann, at vit mugu sleppa okkum burtur hesi skip­ anini, vit nú hava, har tað stend­ ur til felagið, sum er í verk­falli, einsamalt at gera av, hvørji undan­ tøk tað er neyðugt at geva fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki stendur í váða. Hann heldur, at ístaðin eiga vit at fáa eina nevnd, ella eitt ráð, av onkrum slagi, sum skal gera av, hvørji undantøk skulu gevast í ein­ um verkfalli. Hann leggur dent á, at tal­an má vera um eina nevnd, ella eitt ráð, bæði partarnir á arbeiðs­markn­að­ in­um, og politiska skipanin, hava fult álit á, so at allir partar góðtaka tær avgerðir, sum verða tiknar. – Tí mugu bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg eisini vera við í ar­ beiðn­um at skipa eina slíka nevnd, ella eitt slíkt ráð, sigur stjórin í Almanna­verkinum. Hann sigur, at í Danmark og í Noregi hava tey eina slíka skipan, har ein nevnd, ella eitt ráð, púra óheft av einum verkfalli, ger av, hvørji undantøk tað er neyðugt gera fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða. Og hann leggur afturat, at tey í Almannaverkinum eru nú farin at kanna eftir, hvussu hesi viðurskifti eru skipað í Danmark og í Noregi. Edvard Heen sigur, at tá ið tey hava fingið greiði á tí, fer Almanna­ verkið at leggja upp til eitt kjak í Føroyum um, hvussu ein slík skip­ an kann verða sett í gildi her. Hann sigur, at hann hugsar sær, at vit fáa eina skipan, sum skal taka støðu til undantøk frá verkføllum á heilsuøkinum og almannaøkinum og eldraøkinum, sum eru tey øki í samfelagnum, sum burturav hevur við mannalagnur at gera. Ein slík nevnd, ella ráð, kann eis­ ini gera gera enda á einum verkfalli, tá ið vandi er á ferð fyri lívi og heilsu. Hann leggur afturat, at í Dan­ mark og Noregi eru fakfeløgini ann­ars nógv skjótari til at geva neyð­ugu undantøkini av sínum ein­ting­um, longu áðrenn tey fara í verk­fall. Tey vita nevniliga, at er vandi fyri lívið og heilsu, verða slík verkføll steðgað alt fyri eitt, um neyðugt við lóg. Tí er tað einki endamál hjá teim­ um at nokta fyri teimum undan­ tøkum, sum eru neyðug. Tað er hugsandi, at fakfeløgini fara at seta seg ímóti eini slíkari skip­an, tí tey føla, at so verða tenn­ in­inar trektar úr teimum, og at eitt verkfall ikki fer at hava tað neyð­ ugu ávirkanina. Til tað svarar Edvard Heen stutt og greitt, at vit kunnu rætt og slætt ikki hava ein arbeiðsmarknað, har teir veikastu borgararnir verða tikn­ir til gísla í einum verkfalli, so at lív og heilsa hjá teimum kemur í vanda og tí má skipanin broytast, sig­ur hann. ingin um at fakfeløg seta lív í váða, er ein roynd at tala til samvitskuna á fólki. – Tað er kanska eisini ein orsøk til, at okkara lønir hava verið so lág­ar, at vit eru so samvitskufull og gera okkara arbeiði, tí vit vita, at gera vit ikki tað, fær tað onkus­ vegna avleiðingar fyri fólk. Hava sjálvir ábyrgdina Óluva í Gong staðfestir somuleiðis, at almennu myndugleikarnir mugu sjálvir bera ábyrgdina av, at støðan er, sum hon er. Fyrr vóru nógvir tænastumenn, men tað almenna legði stóra orku í at sleppa burtur úr skipanini við tænastumonnnum fyri at spara pen­ing og kanska serliga, fyri at spara eftirløn. – Men tænastumenn høvdu ikki loyvi at fara í verkfall, so tá ið vit skuldu burtur frá skipanini við tænastumonnum, er tað kanska ein sparing í tí – men tað hevur eis­ini nakrar avleiðingar, og ein av­ leiðing er, at fakfeløg hava loyvi til at lýsa verkfall, sigur for­kvinn­an í Felagnum Føroyskir Sjúkra­røkt­ar­ frøð­ingar. Vit ætlaðu eisini at fáa eina við­ merking frá Jógvani Philbrow, for­ manni í pedagogfelagnum, men tað eydn­aðist ikki at fáa orðið á hann til hetta blaðið. Hetta eri eg ikki við upp á EIN ROYND Hetta er enn ein roynd at trekkja tenningar úr fakfeløgunum, heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum Áki Bertholdsen –  Í fyrstu syftu ljóðar hetta ódámligt Herálvur Jacobsen, for­mað­- ur í Lærarafelagnum, er alt annað enn álvuligur við tank­ arnar, Edvard Heen, stjóri í Almanna­verkinum, hevur í aðr­ ari grein her á síðunum um at ein óheft nevnd skal setast at gera av hvørji undantøk skulu gerast fyri at tryggja at lív og heilsa ikki verður sett í váða í einu verkfalli. Herálvur Jacobsen hevur onk­untíð verið talsmaður fyri Fak­felagssamstarvið, sum er eitt samstarv ímillum fleiri fak­ feløg. Men hann sigur, at í hes­um føri talar hann ikki fyri Fak­ felags­samstarvi, men ein­ans fyri seg sjálvan sum fak­felags­ mann. Og hann heldur ikki, at vit skulu hava eina uttanhýsis nevnd sum skal gera av, hvørji und­antøk skulu gerast í einum verk­falli. – Eitt verkfall er ein undan­ taks­støða og tað skulu vera fak­ feløgini, sum sjálvi meta um, hvørji undantøk skulu gerast í ein­um verkfalli. Hann staðfestir, at myndug­ leikarnir royna alla tíð­ina at trekkja tenninar úr fak­feløg­ un­um og hann heldur, at hetta er enn eitt dømi um tað. Onnur dømi um tað sama, er, at nú skulu fakfeløgini boðað frá í góðari tíð, áðrenn tey fara í verkfall. Eitt nú skal Lærarafelagið boðað frá verk­ falli minst ein mánað framm­ anundan, frá tí fyrsta í mán­ aðinum. Tað merkir, at boðar Lærarafelagið frá verk­falli í morgin, kunnu lærar­arnir ikki fara í verkfall fyrr­enn 1. mars. Men so drúgva frá­boð­an­ar­skip­ an hava onnur fakfeløg kortini ikki. –  Hetta er ein fráboð­anar­ skylda, sum er lemjandi fyri Lær­ara­felagið, sigur Herálvur Jacob­sen. VERKFALL N KOMA Í U AFTUR – Myndugleikarnir mugu sjálvir bera ábyrgdina av, at støðan er, sum hon er, heldur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Hetta ljóðar ódámligt, heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum