týsdagur 16. januar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Børn og ung skulu
verjast fyri tubbaki
Í Noregi roykja bert
trý prosent av teimum
16-24 ára gomlu
hvønn dag. Í Danmark
er tilsvarandi talið 15
prosent.
Hvat er tað tá, sum
norðmenn duga, men
sum danir ikki duga?
Vilmund Jacobsen
Ein meiriluti av dønum halda,
at sigarettir skulu vera dýrari at
keypa. Meirilutin heldur eisini, at
reglurnar fyri marknaðarføring av
tubbaki skulu skerpast.
Hetta vísa nýggj tøl frá Hjarta
felagnum og Kræftens Bekæmp
else, sum standa aftan fyri eina
nýggja kanning.
Eftir at tað herfyri kom fram,
at fimmti hvør dani framhald
andi roykir, mæla serfrøðingar og
heilsufelagsskapir myndugleikun
um til at hækka prísin á tubbaki.
Tað at hækka prísin, meta bæði
Hjartafelagið og Kræftens Be
kæmpelse vera eina gongda leið at
minka um roykingina.
Men, danski heilsumálaráðharr
in, Ellen Trane Nørby, ynskir ikki, at
prísirnir skulu hækka av hesi orsøk,
tó at tað sambært kanningini eru
64 prosent av dønum, sum halda,
at dýrari tubbak er ein møguleiki.
Eisini millum roykjarar er triði
hvør dani sinnaður at gjalda meira
fyri sigarettirnar.
Bert 15 prosent av teimum
spurdu eru ímóti dýrari sigarettum.
Politiskur vilji vantar
- Tað gleðir okkum nógv, at danir
stuðla undir hægri prísir á sigar
ettum. Seinastu seks árini er part
urin av dønum, sum roykja, ikki
minkaður. Vit vita, at 40 børn og
ung hvønn dag byrja at roykja, og
vit vita eisini, hvat skal til fyri at
umgangast hetta. Men, her vanta
politiskur vilji og atgerðir.
Tað sigur stjórin í danska Hjarta
felagnum, Kim Høgh.
Hann vónar, at nýggja kann
ingin kann verða við til at lata upp
eyguni hjá teimum, sum sita við av
gerðunum, nú ein meiriluti av fólk
inum ynskir lóggeving, sum kann
verða við til at byrgja upp fyri, at
børn og ung byrja at roykja.
Nýggja kanningin vísir eisini, at
danir stuðla undir tiltøk, sum av
marka møguleikarnar hjá tubbaks
ídnaðinum at marknaðarføra sínar
vørur.
Næstan sjey av tíggju halda,
at tubbak ikki skal vera sjónligt
í handlunum, og stívliga helvtin
heldur, at tubbakspakkar eiga
at gerast “neutralir” - uttan litir,
búmerki og soleiðis eisini uttan
reklamuvirði.
Ikki rationelt val
Tá ungdómur roykir fyrstu sigar
ettina, er tað ikki eitt rationelt val.
Hesi fara jú ikki á netið fyrst at
kunna seg um, hvat royking ger við
likamið, áðrenn tey festa sær í sig
arettina.
NielsThem Kjær, sum hevur
við royking at gera í Kræftens Be
kæmpelse, heldur, at tað verður
trupult at koma longri bara við
upplýsing einsamallari.
- Øll vita, at royking er vanda
mikil, og hetta vita tey ungu eis
ini. Tí verða politikarar noyddir at
hyggja eftir prísum og marknað
arføring, um tey meina nakað við
roykfríari framtíð, sigur NielsThem
Kjær.
Sambært fakfólki vil ein flætt
ing av hægri prísum, avmarking av
marknaðarføring og fleiri roykfrí
um økjum viðvirka til, at færri ung
byrja at roykja.
Hjartafelagið og Kræftens Be
kæmpelse sakna eina politiska
ætlan fyri, hvussu stjórnin ætlar at
røkka sínum máli um, at eingi børn
og ung skulu roykja í 2030.
Fleiri lond skerpa
Fleiri lond hava longu sett í verk
ymiskar treytir á tubbaksøkinum.
Noregi hevur lagt høg avgjøld
á tubbak, tubbakið liggur undir
diskinum, og tubbakspakkarnir
eru vorðnir “neutralir” ella minni
litríkir.
Hetta hevur ført til, at talið av
ungum roykjarum er minkað, so
leiðis at tað í dag bert eru trý pro
sent av teimum 16-24 ára gomlu í
Noregi sum roykja hvønn dag.
Í Danmark er tilsvarandi talið 15
prosent.
Í Fraklandi hava myndugleikar
nir júst gjørt av, at prísurin á einum
sigaretpakka skal hækka stigvíst
upp í 10 euro - ella umleið 75 krónur
- í 2020.
Í kanningini, sum varð gjørd í
november í fjør, luttóku 5124 fólk,
og tað var Kantar Gallup, sum
gjørdi kanningina fyri Heilafelagið
og Kræftens Bekæmpelse.
Heili 30 prosent av teimum, sum
sjálvi roykja, halda, at sigarettirnar
saktans kunnu vera dýrari.
Onnur lond
Í fleiri londum eru høg avgjøld
á tubbaki, og færri ung byrja at
roykja, eitt nú í Noregi og Stóra
bretlandi.
Mett verður, at tá sigarettpakk
arnir standa soleiðis fyri, at teir
síggjast væl, kunnu teir gerast eggj
andi fyri børn og ung.
Tí hava fleiri lond kravt, at sig
arettir ikki skulu síggjast, men
skulu liggja undir diskinum, soleið
is at tær missa “reklamuvirði”.
Her eru roykjarar heldur ikki
ósamdir, og 51 prosent av spurdum
roykjarum halda, at pakkarnir sakt
ans kunnu liggja undir diskinum.
Millum lond, sum krevja tubb
akið burtur av sjónligu hillunum,
eru eitt nú Noreg, Finland, Slovenia
og Ný Sæland.
Fleiri lond krevja eisini, at pakk
arnir eru neutralir á liti, og eitt nú
eru pakkarnir grønbrúnir og uttan
reklamuvirði.
Lond, sum krevja, at sigarett
pakkar eru neutralir, eru eitt nú
Noreg, Írland, Frakland, Rumenia,
Ungarn og Avstralia.
HEILSA
Tað skal gerast dýrari at roykja, og tubbakið eigur at missa sítt reklamuvirði, halda Hjartafelagið og Kræftens
Bekæmpelse. Feløgini ynskja eisini, at tubbak og snús verður selt í neutralum pakningi
Frá 1. juli í fjør at rokna kom lóg í gildi í Noregi sum krevur, at tubbak
og snús er í neutralum pakka - uttan áberandi reklamu og eggjandi
litir. Reglurnar skulu viðvirka til, at færri børn og ung byrja at roykja