týsdagur 16. januar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
Leiðararnir fingu mest
Meðan byrjunarlønin hjá pedagognunum hækkar 1,5 prosent, fingu leiðararnir 11,5 prosent í lønarhækkan.
Danjal av Rana
Sambært nýggju lønartalvunum
hjá Føroya Pedagogfelag er eyðsæð,
at tað eru leiðararnir á dagstovnun
um, sum hava fingið størsta lønar
vøksturin.
Leiðarastørvini eru nevniliga
umflokkaði, so heldur enn at byrja
í 20. lønarflokki, byrja leiðararnir á
minstu stovnunum nú í lønarflokki
25. Samstundis eru stovnarnir
flokkaðir av nýggjum, so heldur
enn at hava fimm ymiskar støddir
eru stovnarnir nú býttir í tríggjar
støddir.
Leiðarar á minstu stovnunum,
kunnu tí vænta sær eina lønar
hækkan upp á yvir 3.400 krónur
um
mánaðin.
Byrjunarlønin
hækkar úr 29.949,93 krónum upp
í 33.409,72 krónur. Endalønin hjá
teimum veksur úr 32.968,30 krón
um upp í 36.695,72 krónur. Harum
framt tekur tað nú seks ár at náa
endalønini, í mun til átta ár eftir
gamla sáttmálanum.
Byrjunarlønin hjá leiðarum á
miðalstórum stovnum er farin úr
31.971,76 krónum upp í 35.459,86
krónur og endalønin úr 34.974,42
upp í 37.635,80 krónur.
Hjá leiðarunum av landsins
størstu dagstovnum er byrjunar
lønin hækkað úr 33.974,86 krónum
upp í 36.531,83 krónur, og endalønin
úr 36.938,61 krónum upp í 38.773,34
krónur.
Leiðarar á bústovnum hava
eisini fingið eina lønarhækkan, tó
ikki líka stóra sum dagstovnaleið
ararnir.
Byrjunarlønin hjá bústovnaleið
arum er vaksin við millum 1.500 og
2.000 krónum, alt eftir stødd á bú
stovninum, meðan endalønin er
hækkað við millum 1.500 og 1.800
krónum. Her er eisini tann broyting
hend, at leiðararnir nú náa hægsta
lønarstigið eftir seks árum, heldur
enn sjey ár, sum tað var eftir ver
andi sáttmála.
Lønarhækkingin hjá leiðarun
um svarar tí til 11,6 prosent. Til
samanberingar kann nevnast, at
byrjunarlønin hjá hjálparfólkum
hækkaði við góðum 900 krónum
og hjá pedagogum við 400 krónum,
tað svarar til ávikavist 4,4 og 1,5 pro
sent.
Fáa framvegis
minni enn hini
Um trý ár er lønin hjá pedagog
unum komin upp á núverandi støði
hjá lærarum og sjúkrarøktarfrøð
ingum. Men til ta tíð hava lærar
arnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir
væntandi fingið lønarhækkan aft
ur.
Í Vikuskiftissosialinum var eitt
yvirlit yvir, hvussu lønarlagið hjá
pedagogunum var samanborið við
lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Sosialurin kundi staðfesta, at
pedagogarnir í summum førum fáa
næstan 6.000 krónur minni í løn enn
lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar,
starvsbólkar, sum vanliga verða
samanbornir.
Sunnunáttina skrivaði Føroya
Pedagogfelag undir nýggjan sátt
mála
við
Fíggjarmálaráðið
og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lønargjógvin millum bólkarnar er
eyðsæð smalkað, men framvegis
eru pedagogarnir lægst løntir av
teimum trimum.
Gamaní
er
byrjunarlønin
hjá einum pedagogi nú farin úr
25.423,01 krónum og upp á 25.823,01
krónur og harvið farin fram um
byrjunarlønina hjá einum lærara,
sum er 25.560,49 krónur. Men Før
oya Lærarafelag er longu í samráð
ingum við Fíggjarmálaráðið um
nýggjan sáttmála, og væntast kann,
at tá hann er undirskrivaður, eru
lærararnir aftur betri løntir á byrj
unarstigi. Sjúkrarøktarfrøðingarnir
fáa 26.500 krónur um mánaðin.
Í 2020 er byrjunarlønin hjá peda
gogunum farin upp á 26.723,01 krón
ur, altso mest av teimum trimum
fakbólkunum, men tá hava vænt
andi bæði Føroya Lærarafelag
(tvær ferðir) og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar skrivað und
ir nýggjan sáttmála.
Í Sosialinum blivu lønirnar eftir
fýra og átta ár eisini samanbornar
við lærarar og sjúkrarøktarfrøðing
ar.
Gamli sáttmálin segði, at ein
pedagogur, sum hevur starvast í
fýra ár fekk 26.428,29 krónur. Hetta
er hækkað upp í 26.866,26 krónur
frá 1. oktobur í ár og 27.802,62 krónur
eftir 1. oktobur 2019. Hetta er kortini
framvegis minni enn ein lærari fær
eftir fýra ár, eftir galdandi sátt
mála. Lærarin fær 27.852,29 krón
ur
og
sjúkrarøktarfrøðingurin
29.383,44 krónur. Og enn einaferð,
í 2020, tá námsfrøðingurin røkkur
upp á hesar næstan 28.000 krónur
nar, hava Lærarafelagið og sjúkra
røktarfrøðingarnir fingu nýggjar
sáttmálar.
Søgan endurtekur seg, um vit
hyggja
eftir
grundlønini
eftir
átta árum. Hóast hon hækkar úr
27.434,83 krónum í 27.951,66 krón
ur í ár og 29.504,37 krónur frá 1.
oktobur 2019, so er tað framvegis
lægri enn lærararnir og sjúkra
røktarfrøðingarnir fáa í dag, sum
er ávikavist 30.540,21 og 32.580,62
krónur.
Tá vit tosa um endaløn er
munurin tó vorðin nakað minni.
Endalønin hækkar úr 29.949,93
krónum upp í 30.860,89 krónur
í dag og 33.063,83 krónur frá 1.
oktobur 2019. Hetta er næstan
tað
sama
sum
lærararnir
og
sjúkrarøktarfrøðingarnir,
sum
fáa 33.139,51 krónur og 34.307,39
krónur. Men meðan lærararnir
náa hesi lønini eftir 12 ár og
sjúkrarøktarfrøðingarnir eftir 10
ár, mugu pedagogarnir arbeiða 14
ár fyri at koma upp higar. Tað er tó
stytt úr 16 árum eftir gamla sátt
málanum.
Alt í alt, so hevur nýggi sátt
málin ført pedagogarnar nærri
lærarunum og sjúkrarøktarfrøð
ingunum enn áður, men gleðin
kann vísa seg at vera stokkut.
Samráðingarnar millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
eru longu byrjaðar og áðrenn
pedagogarnir sleppa aftur til sam
ráðingarborðið, á heystið 2020,
skulu sjúkrarøktarfrøðingarnir, og
møguliga lærararnir eisini, aftur til
samráðingar longu í 2019.
Lønarvøksturin hjá pedagogfel
agnum seinasta árið er 1,45 prosent,
men Súni Selfoss, formaður í
Starvsmannafelagnum, segði við
Kringvarpið í dag, at tá er talan í
veruleikanum um lønarniðurskurð,
tí kostnaðarstøðið í landinum
veksur meiri enn tað. Tí fer í øllum
førum Starvsmannafelagið, sum
vanliga leggur støðið fyri øll onnur
fakfeløg, at krevja ein hægri lønar
vøkstur enn hasi 1,4 prosentini.
Við øðrum orðum, lønargjógvin
millum pedagogarnar og hinar
fakbólkarnar fer væntandi at veksa
aftur í 2019.
PEDAGOGARNIR
BYRJANARLØN UM MÁNAÐIN:
Pedagogar
lærarar
sjúkrarøktarfrøðingar
kr. 26.723,01
kr. 25.560,49
kr. 26.500,00
GRUNDLØN EFTIR FÝRA ÁR
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
kr. 27.802,62
kr. 27.852,29
kr. 29.383,44
GRUNDLØN EFTIR ÁTTA ÁR
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
Kr. 29.504,37
Kr. 30.540,21
Kr. 32.580,62__
ENDALØN
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
Kr. 33.063,83
kr. 33.139,51
kr. 34.307,39
eftir 16 ár
eftir 12 ár.......
eftir 10 ár