Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgtingið hevur havt 1. viðgerð av uppskotum til eina nýskipan av pensjónunum Árni Gregersen Løgtingið hevur havt 1. viðgerð av nýskipan av pensjónum. Ein semja er gjørd millum sam­ gonguna og Sjálvstýri um hvussu framtíðar pensjónin skal síggja út, men allir flokkar hava tikið lut í tilgongdini til hetta – meira ella minni. Sjálvt um ein av grundgev­ing­- unum fyri umleggingini av pen­ sjón­ini er, at pensjonistar skulu hava meira at liva fyri, so er høvuðs- ­grundin at skil má fáast á lang­tíð­ ar­hald­før­inum í samlaða før­oyska búskapinum. Búskaparráðið og øll onnur, sum hava hugt eitt sindur frameftir, vísa á, at vit verða alt fleiri eldri og gomul og tað fer at gera tað munandi dýrari at gjalda pensjónir. Í Føroyum kom fólkapensjónin í 1959. Fólkapensjónin verður latin øllum, tá ið tey fylla 67 ár. Inngjøld­ ini til fólka­pensjónina er ein part­ ur av tí skatti, vit øll gjalda. Tað vil siga, at fólkapensjónin er sam­ halds­føst. Í mong ár stóð á almennum løn­ arseðlum, at so ella so stórur part­ ur av skattinum fór til fólka­pen­ sjónina. PENSJÓNIR NÚ FÁA VIT ØLL SLAG AV PENSJÓ Fýra flokkar hava gjørt semju um nýskipanina av pensjónum, men nógv "input" frá hinum flokkunum er við. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur staðið fyri nýskipanararbeiðnum.