Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7 Ein partur av umleggingini av pen­sjónini er, at tað verður Sam­ halds­fasti, sum skal krevja inn og gjalda út pensjón. Í mótsetning til fólkapensjónina, sum verður goldin úr lands­kass­an­ um, eftir at skatturin er tikin inn – ein progressivur skattur – so er tað eitt javnt prosenttal, sum rík og fá­tæk gjalda inn í Samhaldsfasta. Undir orðaskiftinum á tingi, nevndi Jenis av Rana, at skipanin við inngjaldinum til Samhaldsfasta mest kann samanberast við flat­ skatt­in. Grundgevingarnar Tað er ógvuliga torført at gera tað áhuga­vert at lesa um pensjónir. Fleiri orsøkir eru til tess. Fólk skulu helst vera komin rættu­liga væl til árs og nærkast pen­sjóns­aldri, áðrenn tey av álvara fara at huga um pensjón. Eitt annað er, at hjá summum liggur pensjónin so langt úti í framtíðini, at tey skúgva hetta frá sær. Í viðmerkingunum til fyrsta upp­skotið um javning, sigur lands­ stýris­kvinnan við almanna­málum at hetta verður gjørt, so øll tey, ið hava lítla ella onga inntøku framí­ hjá, fara at fáa meira at liva av. Eisini verður møguleiki fyri at fáa framskundaða pensjón, so­leiðis at tey, ið eru kropsliga ella sálar­liga slitin av arbeiðsávum, kunnu fara frá, áðrenn tey náa fólka­pen­sjóns­ aldur. Ein annar partur av grund­gev­ ing­unum er, at tey, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur fara at kunna velja at útseta fólka­pen­ sjón­ina, og afturfyri fáa hægri pen­sjóns­útgjald, tá farið verður á pensjón. Eisini lækkar mótrokningar­pro­ sentið í viðbótini úr 60 prosentum niður í 40 prosent, samstundis sum mót­rokn­ing millum hjún verður strikað. Landsstýriskvinnan sigur í við­ merk­ingunum, at verandi í pen­ sjóns­skipan hevur nøkur lýti í mun til, hvussu hon er sett saman av ym­ isk­um veitingum og í mun til mót­ rokn­ing av aðrari inntøku. Tey, sum blíva fólkapensjónistar frá og við ár 2020, fara ikki at hava rætt til viðbót til ávís­ar pensjónistar. Fyri at fólka­pen­sjón­ istar, sum ikki hava, ella sum bert hava, lágar inntøkur aftrat fólka­ pensjón og Samhaldsfasta, ikki skulu fáa verri fíggjarlig kor, er neyð­ugt at hækka viðbótina í fólka­ pen­sjónini. Eftir nýggju skipanini er ætl­ an­in, at mótrokningin í pensjónini er minni um onkur forvinnur aðra inn­tøku enn pensjónina. Hægri pensjónsaldur Í sambandi við nýskipan av pen­ sjón­unum verður eyga eisini sett á, at vi gerast munandi fleiri eldri. Ein framskriving vísur, at tá ið vit koma út móti 2050 eru 12.500 før­oy­ingar meira enn 67 ára gamlir. Við at hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár yvir eitt longri tíðarskeið, so mink­ar hetta talið av pensónistum meira enn 1000, tá ið vit koma út til 2050. Hetta er ein partur av tí meint verður við, tá ið tosað verður um at tryggja haldførið í búskapinum uppá langt sikt, Landsstýriskvinnan sigur um hetta: -At hækka pensjónsaldurin hev­ ur fleiri endamál. Fyrst og fremst er tað fyri at fáa ein meira smidligan arbeiðsmarknað, ið er lagaður til hug­in og orkuna at arbeiða hjá tí ein­staka, og har tað ber til at fara líð­andi av arbeiðsmarknaðinum. -Tað er eisini neyðugt at økja um talið av fólki, ið framhaldandi eru á arbeiðsmarknaðinum fyri at leggja upp fyri, at tað verða fleiri fólka­pensjónistar. Hetta styrkir fíggj­arliga grundarlagið undir bæði fólka­pensjónini og útgjaldinum úr Sam­haldsfasta. Talið av fólkum 67 ár og eldri er økt øll árini síðani 1985, men lut­fals­ liga økingin tók ikki dik á seg fyrr enn í 2010.1 Í 2009 vóru 12,2 prosent av íbúgv­unum í Føroyum 67 ár ella eldri (sum er sama lutfall sum í 1996). Síðani 2009 er talið av fólka­ pen­sjónistum økt við 1554 og 1. jan­ u­ar 2017 eru 15 prosent av íbúgv­un­ um í Føroyum 67 ár ella eldri. Árini frameftir fer talið av fólki 67 ár og eldri framhaldandi at økj­ ast, samstundis sum talið av fólki í aldrinum 18-66 ár fer at lækka. Føroyska pensjónsskipanin er – í mun til pensjónsskipanir í hinum norðurlondum – serlig á tann hátt, at pensjónistar, sum arbeiða fulla tíð, fáa eina lutfalsliga høga pen­ sjóns­upphædd útgoldna aftrat løn­ ar­inn­tøkuni. Tey, sum eru 67 ár og eldri, fáa altíð útgoldið grundupphæddina og gjald úr Samhaldsfasta, uttan mun til inntøku. Hjá støkum er hend­an upphæddin tilsamans 7.608 kr. um mánaðin, harav 3.985 kr. eru skatta­fríar. Hjá teimum, ið eru gift, er upp­hæddin tilsamans 6.758 kr. um mánaðin, harav 2.733 kr. eru skatta­fríar. Meginreglan í øðrum londum er, at tey, ið hava vanligar arbeiðs­inn­ tøk­ur, ikki fáa stórvegis pensjón frá tí almenna. Í Føroyum hevur tað higartil eisini verið soleiðis, at millum hjún er gjørd millumrokningar, men hetta verður tikið burtur nú, bæði í gomlu skipanini og í nýggju skip­ an­ini. Fýra flokkar Uppskotini, sum fara at broyta pen­sjón­irnar, verða nú viðgjørd í nevndum, men skal ein fylgja orða­ skift­inum, so er lítið sum bendir á, at andstøðuflokkarnir – burtursæð frá Sjálvstýri – fara at taka fult undir við uppskotunum. Hinvegin ásannaðu fleiri and­ støðu­tingfólk at neyðugt er at gera broytingar í pensjónum, men til dømis nevndi Jakob Vestergaard, Fólkaflokkurin, at tey, sum hava havt eina pensjónsskipan, missa ein stóran part av hesum upp­ spardu pengunum. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýris­kvinna, sgði, at sjálvt um undir­tøkan ikki fevnir um allar flokkar, so er uppskotið skorið so­ leiðis til, at nóg av sjónar­mið­un­um hjá øðrum flokkum eru við í fyri­ liggj­andi uppskotum. PENSJÓNIR L ANNAÐ ÓNUM Jenis av Rana, Miðflokkurin, harmaðist um, at tað samhaldsfasta, sum fólkapensjón er, verður niðurlaðað. Jakob Vestergaard, Fólkaflokkurin, helt at hetta gekk eitt sindur út yvir tey, sum hava spart upp til pensjón gjøgnum alt lívið