týsdagur 16. januar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- TÍ SNARAÐI EG 180 STIG
Eivin Breiðaskarð,
varaborgarstjóri
í Fuglafjarðar
kommunu, heldur,
at tað saktans
kann tykjast løgið
fyri mong, at hann
sum borgari og
nú býráðslimur er
snaraður 180 stig
í spurninginum um
bygging av íbúðum
á vestara landi,
sum hann sama
við øðrum samlaði
undirskriftir ímóti
- og eisini var so
harðliga ímóti. Í hesi
samrøðuni greiðir
hann frá, hví hann er
hálsaður um í hesum
máli
Vilmund Jacobsen
Seint í november ella fyrst í des
ember í 2015 savnaði Eivin Breiða
skarð saman við øðrum borgarum í
Fuglafirði undirskriftir fyri at mót
mæla einari ætlan um at fylla grót
á sjógv á vestara landi í Fuglafirði.
Henda útfylling skuldi brúkast
til at byggja íbúðir á, og eisini skuldi
ein tvísporaður vegur gerast uttan
fyri íbúðarbygningarnar á útfyll
ingini.
- Hetta var ein ætlan, ið eg sum
vanligur borgari ikki kendi nakað
til og av tí, at eg eri búsitandi her,
sum henda útfyllingin skuldi ger
ast, gjørdist eg skakkur. Tí gjørdi eg
saman við øðrum borgarum av, at
vit vildu mótmæla alment, tí eing
in kunning sum so hevði verið um
ætlanina.
Eivin Breiðaskarð sigur, at tað
vóru 188 fólk, sum skrivaðu undir
og mótmæltu á henda hátt.
- Eg handaði undirskriftirnar
til borgarstjóran, Sonna á Horni,
undan almennum býráðsfundi,
sum varð hildin í býráðssalinum
hjá Fuglafjarðar kommunu hin 10.
desember í 2015. Eitt av málunum
á hesum fundi var eitt uppskot frá
táverandi meirilutanum í býráðn
um um at játta pening til ætlanina
um útfylling.
Men, á hesum fundi hendi tað,
at borgarstjórin tók málið av skrá.
Avrátt varð seinni, at ein almennur
kunningarfundur
um
ætlanina
skuldi vera í seinasta lagi hin 15.
februar í 2016.
Hesin kunnandi fundur varð tó
ongantíð hildin.
Valdur í býráðið
Kommunuval var hin 8. november
í 2016, og sum valevni á Lista F
varð Eivin Breiðaskarð valdur inn
í býráðið.
- Hetta havi eg verið sera fegin
um, og eg takki teimum, sum vístu
mær og okkara lista álit.
Herfyri bleiv so avdúkað, at
farið er undir at fyrireika eina íbúð
arbygging á nøkulunda sama øki,
sum meirilutin í undanfarna býráð
ætlaði at fara í gongd við og gera til
veruleika.
Einar 30 íbúðir skulu byggjast,
og hesar verða ætlandi lidnar innan
eini tvey til trý ár.
Eivin Breiðaskarð, sum gjørdist
varaborgarstjóri
í
Fuglafjarðar
kommunu, sigur, at nú verður so ar
beitt miðvíst við teimum seinastu
detaljunum, so borgarar og onnur
áhugaði skulu hava møguleika at
kunna seg um verkætlanina.
- Vit fara at hava alment kunn
ingartiltak innan stutta tíð, og øll
áhugaði og forvitin fólk annars eru
hjartaliga vælkomin.
Varaborgarstjórin heldur tað
vera gleðiligt, at tað helst er eitt
samt býráð sum ynskir, at henda
ætlan verður sett í gongd og gjøgn
umførd sum skjótast.
Tí snaraði eg
- Tað kann tykjast løgið fyri tey
flestu, at eg, sum borgari og býráðs
limur nú eri snaraður 180 stig og vil
ganga á odda at fáa gjøgnumført
eina ætlan, sum eg fyri tveimum
árum síðan varð so harðliga ímóti.
Mín grundgeving er, at eg sum
borgari og nú fólkavaldur býráðs
limur altíð vil arbeiða fyri, at Fugla
fjørður og Fuglafjarðar kommuna
skal hava framburð og kann bjóða
av í kappingini um borgarar og
fólkavøkstur.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at
býráðið hetta seinasta árið hevur
arbeitt við fleiri økjum til íbúðar
bygging í Fuglafirði.
- Men, tað skal ikki vera nøkur
loyna, at økið á vestara landi sær
út til at vera mest áhugavert, um
byggjast skal. Hetta er nakað, sum
eg havi fingið vitan um, nú sitandi
býráð hevur hevur sitið í eitt gott
ár.
Varaborgarstjórin
reisir
tí
spurningin, um hann sum persón
ur, borgari og eisini nú sum býráðs
limur eigur at seta seg upp ímóti
hesari ætlan?
Uppvaksin í fjøruni
Eivin Breiðaskarð er sum dreingir
flestu um hesar leiðir mest sum
uppvasksin á sandinum og í fjøruni
í Fuglafirði.
- Saman við systkjum og vinfólki
havi eg verið áteljandi ferðir niðri í
fjøruni og spælt, leitað eftir krabb
um og annað, sum børn kunnu
finna uppá. Minnini um hesa tíðina
eru nógv, góð og stuttlig.
Varaborgarstjórin ásannar tó,
at vit liva í einari tíð, sum setir ávís
krøv til okkum øll.
- Borgarar hava brúk fyri at
hava fjøltáttaðar møguleikar til
bústað og trivnað. Tað eru at kalla
ongar íbúðir í Fuglafirði í dag. Bert
privatar kjallaraíbúðir eru til taks
viðhvørt, og tað er sera torført at
fáa tak yvir høvdið, tí útboðið er so
mikið avmarkað.
Eivin Breiðaskarð ivast í dag
onga løtu í, at ætlanin við teimum
umleið 30 íbúðunum er rætta kósin,
og tí vil hann sum persónur, borgari
og býráðslimur eisini boyggja seg
við tí fyri eyga, at Fuglafjarðar
kommuna kann fáa vøkstur og
framburð, sum í longdini vil verða
ein vinningur fyri allar borgarar og
trivnaðin á staðnum.
Áhugin er stórur
Síðan ætlanin um komandi íbúð
irnar í Fuglafirði gjørdist almenn
fyri jól, hevur kommunan merkt
ein stóran áhuga frá borgarum,
bæði frá fólki, sum longu búgva í
Fuglafirði, men eisini fólki aðra
staðni.
- Hetta er sera gleðiligt og vísir,
at tað er ein røtt avgerð at fara í
gongd beint nú og at staðseta íbúð
irnar á vestara landi.
Eivin Breiðaskarð sigur, at sum
vanligur borgari gleðist hann eisini
um, at hann og onnur, sum búgva
á Toftanesvegnum, innan stutta
tíð fáa nógvar nýggjar grannar og
harvið eisini fáa meira "lív í gøt
una".
Hann leggur dent á, at tað nú er
hansara størsta vón, at borgarar og
býráðspolitikarar vilja finna eitt
felags stev og síggja, at tørvurin
fyri íbúðum og íbúðarbygging er so
mikið stórur í Fuglafjarðar komm
unu, at øll somul kunnu taka eitt
tak og seta persónlig áhugamál til
viks eina løtu. Tað havi eg gjørt.
- Við hesum fer Fuglafjørður sum
kommuna at flyta seg enn meira
tann rætta vegin við fólkavøkstri
og harvið øktum møguleikum hjá
øllum borgarum á staðnum, sigur
varaborgarstjórin í Fuglafjarðar
kommunu, Eivin Breiðaskarð.
Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri:
FUGLAFJØRÐUR
Eivin Breiðaskarð er sum dreingir flestu
um hesar leiðir mest sum uppvasksin á
sandinum og í fjøruni í Fuglafirði
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað er mín vón, at borgarar og
býráðspolitikarar vilja finna
felags stev og seta persónlig
áhugamál til viks. Tað havi eg
gjørt, sigur Eivin Breiðaskarð