týsdagur 16. januar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
Núpur fekk albino-hýsu
Tað er sjáldan,
tú sært albino í
náttúruni, tí ofta
vera slík djór ella
fiskar mett at vera av
øðrum slagi. Við tað,
at albino sæst burtur
úr flokkinum, kann
slíkt djór ella fiskur
eisini gerast offur hjá
rovdýrum á landi ella
í havinum
Vilmund Jacobsen
Tá Norðfra í Leirvík mánadagin
keypti fisk til pakkingar og avskip
ingar, sum línuskipið Núpur land
aði, var ein sonevnd albino-hýsa
upp í veiðini.
Á virkinum siga tey, at tað er
rættiliga óvanligt - fyri ikki at siga
ókent - at síggja fisk, sum kann
koma undir heitið at vera ein
albino.
Hýsan, sum var uppi í veiðini hjá
Núpi henda dagin, var bæði stór og
feit, og mett verður, at hon vigaði
millum trý og fýra kilo.
Sambært www.sprotin.fo er al
bino litloysingur. Tað merkir, at
her eru eingi litevni í húðini - og í
hesum førinum í skræðuni á hýs
uni.
Á netsíðuni hjá Illustreret Vid
enskab - www.illvid.dk - verður
sagt, at lívfrøðingar hava staðfest
albino í næstan øllum djórasløgum,
bæði hjá súgdjórum, fiski, froskum,
fugli og skriðdýrum.
- Orsøkin til albinismu er ein
feilur í arvaeindini sum ger, at
svart litevni vantar í húðini, og
hetta kann henda hjá øllum djóra-
og fiskasløgum.
Eisini millum ymisk fólkasløg á
jørðini kunnu vera albino-fólk - ella
fólk, sum einki litevni hava í húðini.
Sjáldan í náttúruni
Í www. illvid.dk verður víst á, at tað
er sjáldan, tú sært albino í náttúr
uni, tí ofta vera slík djór mett sum
djór av øðrum slagi.
Albino í náttúruni kunnu skjótt
vera rikin burtur úr flokkinum ella
fiskatorvuni, tí tey vera mett sum
fremmand í tí felagsskapi, sum
annars er.
Við tað, at albino líkist burtur
úr, kann slíkt djór ella fiskur eisini
gerast eitt offur hjá rovdýrum.
Albino hava ofta trupulleikar
við sjónini og eru í øktum vanda
fyri krabbameini, tí verjandi litevni
ikki er í húðini.
Trolbátar fiska væl
Mánadagin landaðu
tríggir trolbátar í
Leirvík, og teir hava
havt óføran fiskiskap
norðanfyri
Vilmund Jacobsen
Afturvendandi er, at tað verður
latið heldur illa - ella misjavnt - at
fiskiveiðini undir Føroyum.
Fiskiskapurin hjá partrolarun
um verður sjáldan sagdur at vera
góður og sama er hjá djúpvatnstrol
arunum. Frægastu útsagnirnar eru
ofta, at fiskiskapurin er misjavnur.
Hjá línuskipunum, sum fiska
undir Føroyum, hoyrist sjáldan um
góðar túrar, tó at onkur hampiligur
túrur er av og á.
Sama er skilið hjá garnaskipum,
sum í seinastuni hava havt sera
smáligan fiskiskap eftir svartkalva.
Hjá útróðrarbátum roynist eis
ini misjavnt, men her eru góðir
dagar inn ímillum.
Tó at hetta er góð fiskitíð, er
samstundis hávetur, og tá er skjótt,
at bæði útróðrarbátar og smáu trol
bátarnir ikki loysa.
Gjørdu góð hál
Teir tríggir trolbátarnir, sum løgdu
veiðina upp í Leirvík mánadagin,
hava hinvegin havt góðan fiski
skap.
Sum skilst, hava bátarnir roynt
norðan fyri, og á hesum túrinum
høvdu teir umleið seks hál í part.
Størstu nøgdina hevði Olga
Maria, góð 31.000 pund, Jens Leon
hevði góð 27.000 og Sigatindur, sum
er báturin á viðheftu mynd, fyrr
verandi Hansa Maria, hevði sløk
27.000 pund.
Sagt verður úr Leirvík, at megin
parturin av veiðini hjá trolbátunum
hesaferð var toskur.
5.604
ferðandi
í eitt ár
Vilmund Jacobsen
Nú er eitt ár liðið, síðan Sunda
kommuna
bjóðaði
ókeypis
bussleið, og í kommununi
kunnu tey staðfesta, at fyrsta
árið hevur gingið sera væl.
- Vit hava fylgt neyvt við,
hvussu talið av ferðandi hevur
verið á ymisku túrunum, og tá
2017 verður talt saman, hava
5.604 ferðandi koyrt við buss
leiðini. Størsti parturin av
ferðandi eru børn og ung sum
brúka bussin til og frá frítíðar
virksemi.
Í Sunda kommunu siga tey,
at bussleiðin hevur verið eftir
mett, og síðan er ferðaætlanin
dagførd samsvarandi tørvin
um.
- Nýggj ferðaætlan er gjørd
fyri 2018, og hon sæst á okkara
heimasíðu, www.sunda.fo
Býráðið í Sunda kommunu
hevur samtykt, at bussleiðin
kemur at hava eitt royndarár
afturat.
Her sæst albino-hýsan, sum Núpur fekk á seinasta túrin. Á myndini sæst litmunurin á einari vanligari hýsu - og á einari albino-hýsu
Sigatindur, fyrrverandi Hansa Maria, var ein av trolbátunum, sum landaðu í Leirvík mánadagin
Mynd: Vilmund Jacobsen