týsdagur 16. januar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KVF hevur váttað skrivliga, at ærumeiðing,
grundað á ósannindi, skal ikki rættast
Óli Jacobsen
Fyrst í oktober hevði Símun Absa
lonsen, grannskoðari, grein í Sosial
inum um lýsingina hjá KVF av
skattamálinum hjá Eik. Ein niður
støða hjá Símuni var, at KVF hevði
framt lógarbrot í hesum máli, har
tað við lóg er álagt fjølmiðlum “at
halda góðan fjølmiðlasið.
Beinanvegin gjørdi nýggi stjórin
í KVF vart við, at eina slíka skuld
seting kundi stovnurin ikki lata
sita á sær. Tí skuldi gerast ein inn
anhýsis kanning í KVF at eftirmeta
hesi tíðindi. Her skal ikki støða tak
ast til hetta mál.
Prógv er longu fyri
greiðum lógarbroti
Men í hesi grein skal verða gjørdur
ein samandráttur av einum máli,
har tað er skjalprógvað, hvussu
KVF fremur lógarbrot við tíðindum,
sum eru bygd á ósannindi. Hetta
dømi er so mikið “gott”, at tað talar
fyri seg. Tí er ikki neyðugt við øðr
um eftirmetingum.
Fyrst í oktober 2010 byrjaði KVF
at lýsa eitt starvsfólkamál í einum
fakfelag, har tað var greitt, at
grundleggjandi starvsfólkarættindi
vóru brotin. Málið varð í fyrsta um
fari lýst sambært galdandi fjølmiðl
areglum. Hetta fekk arbeiðsgevar
an í málinum at geva ilt av sær
mótvegis KVF. Tá varð ein annar
journalistur í KVF settur at dekka
málið. Her er tað, at henda søgan
byrjar.
KVF bar tíðindi, sum vóru
grundað á ósannindi
Tann 2. november 2010 bar Dagur
og Vika tíðindi, sum var partur av
“karaktermorði” av starvsfólki, sum
beint frammanundan av sínum ar
beiðsgevara alment var lagt undir
“grovt tænastubrot”.
Hesi
tíðindum
kundu
bara
stuðla hesi ákæru og annars ta við
ferð, sum starvsfólkið hevði fingið,
og sum alment var stuðlað av Sam
taki. Henda viðferð var beint mót
satt teirri viðferð, fakfeløg annars
krevja av arbeiðsgevarum hjá sín
um limum.
Longu tá ið KVF bar hesi tíðindi,
var tað alment kent, at tað var einki
grundarlag fyri ákærunum. Nevnd
arlimir í avvarðandi felag høvdu
undan hesum tíðindum í bløðunum
púra avvíst hesar ákærur. Eisini var
í bløðunum ítøkiliga víst á, at einki
grundarlag var fyri ákæruni um
tænastubrot.
Hóast hetta bar KVF hesi tíðindi,
uttan at fylgja grundleggjandi fjøl
miðlareglum, sum m.a. áseta, at í
tíðindaflutningi skulu allir partar í
málinum koma til orðanna.
Tað var einki gjørt fyri at kanna
málið, áðrenn tíðindini vórðu send.
Persónurin, sum tíðindini snúðu
seg um, fekk heldur ikki møguleika
fyri at svara fyri seg.
Umframt hetta var so púra eing
in meining í tíðindunum. Talan var
um ein persón, sum var farin úr
starvi, og hvørs viðurskifti vóru
endaliga avgreidd.
Páskotið fyri tíðindunum var
eitt svar til eitt 12 daga gamalt óal
ment bræv frá almennum fakfeløg
um um málið. Hetta bræv var púra
óaktuelt, tá ið tað gjørdist tíðindi
í KVF. Umframt tað hevði næst
formaðurin nakrar dagar framm
anundan váttað í Degi og Viku, at
starvsfólkið einki brot hevði framt
móti felagnum. Hervið kundi hetta
mál enda.
Tað einasta, sum kundi náast við
hesum tíðindum í KVF, var geva
henda bókstavliga talað liggjandi
persón enn ein smeit við at lata hesi
fyri hann niðursetandi “tíðindi”
vera seinasta orðið í hesum máli.
KVF: Tíðindi grundað á
ósannindi var einki mistak
Hugsaði, at hesi “tíðindi” máttu vera
eitt mistak hjá einstøkum journal
isti. Tað kundi ikki bera til, at KVF
sum stovnur kundi standa inni
fyri “tíðindum”, sum kundu rokn
ast sum sálarligur ágangur móti
persóni, sum heilsuliga framman
undan var ivaleysa illa fyri.
Aftaná, at persónurin nakrar
vikur seinni ikki longur hevði
møguleika at svara fyri seg, gjørdi
eg KVF vart við hetta mistak, sum
hetta mátti vera. Roknaði við sum
eina sjálvfylgju, at KVF fór at koma
við eini rætting og umbering.
Fekk skjótt svar aftur, at her var
als ikki talan um nakað mistak. Her
var talan um tíðindi, sum KVF sum
stovnur stóð fyri.
Í svarinum varð m.a. sagt, at
keldan til hesi tíðindi:
“hevur fullan rætt til at svara á
tann hátt, honum lystir, og ongin
av útsagnum hansara er av slíkum
slagi, at vit kunnu prógva tær skeiv
ar.”
Tað mest prinsipiella í hesum
svari er, KVF sjálvt váttar, at tað
skal bera til hjá “summum” at
sleppa at svara “sum teimum lyst
ir” uttan nakran kritiskan spurn
ing. Hetta er beint í stríð við grund
leggjandi journalistikk.
Hesi tíðindi vóru vóru sambært
KVF komin til teirra stutt fyri um
røddu tíðindasending. Hetta váttar,
at tey vóru send púra ókritiskt og
uttan kanning.
KVF visti og veit, at
teirra tíðindi vóru
grundað á ósannindi
Skrivaði so aftur til KVF og kundi
vísa á, at hesi tíðindi vóru grundað
á beinleiðis og óbeinleiðis ósann
indi mótvegis púra ósekum persóni.
Tað er eingin ivi um, at her var
talan um eitt greitt rættarbrot, og
at hetta var gjørt av KVF móti betri
vitan.
Men nú kom einki svar, sum er
vanligur taktikkur, tá ið fólk halda
seg vera órættað av KVF. Men tað
skuldi so ikki eydnast KVF at tiga
hetta mál í hel.
Frá 2013 til 2016 var eitt rættar
mál, har “prógvini” móti hesum ofri
hjá KVF vóru ein grundleggjandi
partur av málinum. Øll hesi “prógv”
vórðu avvíst í Føroya Rætti sum
prógv fyri nøkrum sum helst.
KVF: Ósannindi skulu
ikki rættast
Leiðslan í KVF visti, at við at lýsa
hetta rættarmál, kundi javnvág
koma í umrødda skeiva tíðinda
flutningin. Í hesum máli kom keld
an hjá KVF enn tá við eini nýggjari
frágreiðing viðvíkjandi umrødda
“tænastubrotinum”, sum fríkendi
ákærda persónin.
Tískil kundi KVF nú vísa, at teir
vildu lýsa báðar síður í hesi sak. Tá
kundi málið aftur verið endað.
Miðlarnir vita um øll rættarmál.
KVF plagar ikki at halda seg aftur
at lýsa mál, har fólk gera seg inn
onnur og tað í smærri málum enn
hesum. Umframt var hetta eisini
eitt prinsipielt mál um talufrælsi.
Men hetta mál hevði ongan
áhuga hjá KVF. Tað tykist at vera
eitt avgerandi prinsipp, at KVF
kann ikki ásanna at hava gjørt
nøkrum órætt. Tí kemur ikki upp
á tal at rætta slík tíðindi, hóast tað
er dokumenterað til fulnar, at tey
vóru grundað á ósannindi.
Mentamálaráðið er so frægt,
at tað harmast tað fortreð, sum
hesi “tíðindi” gjørdu manninum ta
stuttu tíð, hann hevði eftir. Men
sjálvt tað gjørdi KVF ikki.
Greitt brot á fjølmiðlareglur
Millum tær mongu ásetingarnar í
leiðreglunum fyri fjølmiðlaetikk,
sum skulu tryggja okkara rættar
samfelag er henda
Fjølmiðlar eiga at verja einstak
lingar ... fyri órætti frá ... felags
skapum.
Hetta er ein regla, ið er sum
skraddaraseymað til júst hendan
tíðindaflutning. Slíkar reglur eru
júst ætlaðar sum fyribyrging av
slíkum “órætti”, sum her er talan
um. Men KVF gjørdi beint tað mót
satta.
Tað er óneyðugt at siga, at tá
ið slíkt rættarbrot ber til, so kann
stórt alt bera til við tíðindaflutningi
uttan mun til galdandi fjølmiðlalóg
og -reglur.
Danmarks Radio og
TV2: Sannleikin skal
koma í fremstu røð
Tað kann vera áhugavert at gera
eina sammeting við fjølmiðlar í
rættarsamfelagnum Danmark. Her
skulu nevnast tvey dømi, sum tala
fyri seg.
Í 2004 var eg í hornatøkum við
danska TV2, sum hevði borið ósonn
tíðindi um skatting av føroyskum
fiskimonnum
samanborið
við
danskar fiskimenn.
Í fyrsta umfari hildu teir upp
á sítt. Men tá ið TV2 hevði fingið
eina nágreiniliga frágreiðing um
veruligu viðurskiftini, tóku teir
uttan meira himpr tíðindini aftur.
Teir harmaðust í brævi um, at teir
ikki høvdu verið nóg nágreiniligir.
Eitt slíkt kringvarp skapar sær
virðing og hevur eisini trúvirði har
eftir.
Eitt annað dømi: Í 2014 var
ein rættilig gøla í danska býnum
Mariager, tí ein limur í eini hvítu
sunnusamkomu skuldi hava gjørt
seg inn á eitt samkynt kvinnuligt
par.
Her var øsing so tað forsló. Tað
vóru mótmælisgongur við ælaboga
fløggum við luttøku úr øllum land
inum, eisini av fólkatingslimum.
Samstundis var umrøddi maðurin
meldaður til løgregluna av aðrari
kvinnuni í hesum parlagnum. Hann
varð síðan av ákæruvaldinum
skuldsettur fyri brot á revsilógina.
Danmarks Radio var eisini við
í hesi øsing, har henda kvinna var
hetjan sum ímyndin av bardagan
um fyri rættvísi, og sum slapp at
úttala seg “sum henni lysti” uttan
nakran kritiskan spurning.
Men DR kom seinni eftir, at tað
var ikki alt sum ruggaði við rætt við
kelduna í hesum máli.
Teir fóru at kanna hennara trú
virði og kundu í eini sending fyrst
í 2016 avdúka hana sum eitt lygi
vætti. Millum annað hevði hon yvir
fyri einum fyrrverandi maka logið
mammu sína at vera deyða, og hon
hevði eisini logið seg sjálva at vera
doyggjandi av krabbameini. Tað
kom eisini fram, at hon hevði snýtt
í próvførsluni móti ákærda hvítu
sunnumanninum.
Danmarks Radio ásannaði, at
teir vóru villleiddir, og tá var eing
in náði. Lygivættið í hesum máli
varð so dyggiliga avdúkað. Tað er
eingin vandi fyri, at hesin persón
ur aftur sleppur at gera seg inn á
fólk ella stýra politisku skipanina
í Danmark. Soleiðis virkar tíðinda
flutningur í einum rættarsamfelagi.
Ákæran móti umrødda manninum
varð eisini slept, tá ið sannleikin
kom fram, og hann varð reinsaður
alment.
Í sambandi við hetta mál var ein
eftirmeting, har fleiri undraðust
yvir, at ein slíkur persónur kundi
fáa alt upp á gos. Tað vóru onnur
samkynd pør í Mariager, sum fingu
frið. Tí kundu fólk halda, at øll
henda søgan var grundað á heila
spuna.
Í londum, har almenna kring
varpið eingi mistøk ger, slepst
undan slíkum eftirmetingum av
tíðindaflutninginum.
Kringvarpsstýrið og
fjølmiðlanevndin
skuldu verið trygdin
Í Føroyum kann slíkur tíðinda
flutningur sum hesin hjá KVF fara
fram, uttan at nakar við ábyrgd let
ur við seg koma.
Ein trupulleiki er, at tað í Før
oyum einki eftirlit er við tíðinda
flutninginum. Tí kunnu fjølmiðl
arnir gera stórt sæð gera, sum
teimum lystir.
Stýrið er ovasta leiðslan á
stovninum. Tað hevur yvirskipaðu
ábyrgdina av ”at ásetingarnar í lóg
ini og øðrum fyriskipanum um virk
semi stovnsins verða fylgdar.”
Men sjálvt eitt upplagt brot á
grundleggjandi
fjølmiðlareglur
tykist ikki at nerva stýrið fyri KVF,
hóast tað er fult kunnað um hetta
mál.
Summir av aktørunum í hesum
máli eru seinni farnir frá KVF av
øðrum orsøkum. Men formaðurin í
stýrinum er tann sami frá tí hetta
mál byrjaði. Endaligu ábyrgdina
hevur tó politiska skipanin, sum
hevur sett stýrið.
Tað, sum kann sigast at vera av
gerandi í hesum máli, KVF hevur
so seint sum 22. juni 2017 í brævi til
mentamálaráðið hevur váttað, at
eftir teirra tykki er einki galið við
KJAK
Teir harmaðust í brævi
um, at teir ikki høvdu verið
nóg nágreiniligir. Eitt slíkt
kringvarp skapar sær virð
ing og hevur eisini trúvirði
har eftir.
Víst fremur KVF lógarbrot!