týsdagur 16. januar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
KJAK
umrødda tíðindaflutningi. Hetta
ger Kringvarpið eftir at hava fingið
skjalprógvað 100%, at talan um um
ágang, sum er grundaður ósann
indi. Samstundis hevur KVF lagt
støðið fyri tíðindaflutningin, sum
eg kundi vísa á grein tann 4. januar
í fjør.
Tí kann tað ikki koma upp á tal
at rætta slík tíðindi, uttan mun til
um tey eru sonn ella ikki. Hetta
er tann rættartrygd sum almennu
Føroyar bjóðar sínum borgarum.
Hetta mál vísir eisini virðið í áset
ingini um “samskifti við borgaran” í
Public Service sáttmálanum. Aftan
á sjey ár við tøgn fæst bert eitt púra
einkisigandi “svar” frá KVF, sum
blástemplar slíkan tíðindaflutning.
Eisini hava vit eina fjølmiðla
kærunevnd. Hon hevur í hesum
førinum tann trupulleika, at limir í
nevndini vara av umrødda tíðinda
flutningi. Tað kann eisini staðfest
ast, at sjálvt í einum máli sum hes
um ger hon hvørki frá ella til.
Hvat kann gerast?
Tað er eingin ivi um, at ein slíkur
tíðindaflutningur er ein hóttan
móti rættartrygdini hjá borgaran
um. Skulu vit ikki enda í rættarloysi
er neyðugt við serligum tiltøkum.
Í Danmark hava tey umframt
eina fjølmiðlanevnd eisini “læser
nes redaktør” og “seernes og lytt
ernes redaktør”. Til henda redakt
ørin ber til at kæra um innihaldið í
miðlunum. Men enn meira týdning
armikið er, at hann eisini av sínum
eintingum kann taka mál upp.
Eitt uppskot kundi verið:
a. Kringvarpsstýrið skal beinleiðis
ábyrgdast fyri brot á reglurnar
fyri fjølmiðlasið. Er talan um
ærumeiðing skal stýrið kunna
dragast rættarliga til svars.
b. Fjølmiðlanevndin skal umskip
ast. Hon skal ikki hava umboð
fyri fjølmiðlarnar, sum kunnu
ávirka niðurstøðuna hjá nevnd
ini. Teir skulu avmarkast til at
vera hoyringspartnarar eins
og teirra “mótpartar”, órættaðu
borgararnir, eru.
c. Eftir umrødda danska leisti skal
eisini setast persónur at hava
eftirlit við miðlunum. Eventuelt
kann hetta vera løgtingsins
umboðsmaður, sum skal hava
mandat til at áleggja miðlunum
fjølmiðlunum at rætta skeiv ella
villleiðandi tíðindi.
Johnny í Grótinum hevur boðað
frá, at hann vil styrkja trúvirðið
hjá Kringvarpinum. Hetta er so
avgjørt hansara fremst uppgáva,
sum við einum slíkum tíðindastøði
er alneyðug. Tí eigur hann at fáa
allan tann stuðul, sum hann kann
fáa at náa hesum máli.
KAJ MUNK – tað geniala
»tvørballið« fyllir stórthundrað
Virgar Dalsgaard
Tann 13. januar 1898 var tann kontro-
versielli presturin og dramatik
arin KAJ Harald MUNK føddur í
Maribo á Lollandi, og verður so
statt 120 ár í hesum døgum.
Pápi hansara var garvarameist-
ari, og Kaj var føddur við familju
navninum Leininger, men við tað,
at pápi hansara doyði, tá ið Kaj
bara var hálvtannað ára gamal,
og mamman doyði, tá ið hann var
fimm, kom hann 1903 í pleygu hjá
skyldfólkum, sum høvdu familju
navnið Munk. Tey adopteradu
drongin, sum so fekk teirra navn.
Kaj var ein sera spinkul, følin
og vesæligur óviti, og harafturat
var hann ofta plágaður av sjúku,
men hann hevði ein grótsterkan
vilja, rættiliga hvassa tungu og
lat seg aldrin kúga av størri og
sterkari javnaldrum. Hann hevdi
tídliga ordid í sínum valdi og beyð
høvudkambum av, sjálvt um hann
tapti.
Men hann flýggjaði ofta frá tí
óheroiska og gráa gerandisdegnum
inn í eina parallella og glæsiliga
fantasitilveru, har hann gjøgnum
livdi ógvisligar glímingar og kappa-
brøgd. Hann hevði ans og talent
fyri drama og fiktión.
Í skúlanum var hann millum
teir allarfremstu næmingarnar
og slapp skjótt í tann privata real
skúlan í Maribo. Haðani kom hann
til katedralskúlan í Nykøbing, sum
var ein nógv umhildin studenta
skúli. Hann tók studentsprógv
1917.
Longu í barnaskúlanum hevði
hann hug til at skriva, og meðan
hann var hálvvaksin skrivaði
hann sjónleikin "Pilatus", og tað
var eingin ivi um, at hann ætlaði
at blíva rithøvundur, men tann
viljasterka adoptivmamman, sum
var sera trúgvandi, bønaði og bað
hann um at lesa til prest.
Hann lat seg tí immatrikulera
á Universitetinum í Kjøpinhavn
sum teologi-lesandi, har hann
nøkur ár seinni fekk frípláss á Reg
ensuni.
Kaj Munk hevði ein fýra ár
eldri vinmann, Herluf Aagaard,
sum las teologi og gjørdist prestur
í Todnesi á Sandi í 1924.
Endiliga høvdu teir báðir ein
triðja teologi-lesandi frá Lollandi
sum studentavin; hann var tvey ár
yngri enn Munk og æt Poul Blicher
Winther. Hann bleiv eisini prestur
í sama føroyska kalli á Sandi í 1930.
Henda trio búði samstundis
á Regensuni, og fleiri føroyskir
studentar taldust millum teirra
kontubernalar.
Tann gestikulerandi og deklam
erandi Munk bleiv skjótt kendur
sum húspoetur og studentaskald
á Regensuni!
Hann luttók dúgliga og engag
eraður á alskyns verðsligum fund
um og studentikosum veitslum,
har hann stórtreivst; slík tiltøk
vóru annars skýggjaði av meira
pietistiskum teologi-lesandi.
Hann var ein oratoriskur úrmæl
ingur, men sera selektivt begávað-
ur, tí hann var heilt tónadeyvur
og hevði slett ongan ans fyri
musikki og sangi. Málarakynstur
og myndahøgging søgdu honum
heldur einki.
Men søga, filosofi og bókmentir
vóru teir steyrarnir, hann bygdi
allan sín identitet uppá. Hann var
framúrskarandi sum debatttørur
og kundi við knúsandi ironi oglog
ikki seta sínar antagonistar heilt
fastar. Tað skapti honum fleiri
fíggindar.
Munk hevði eitt komplicerað
sinnalag. Studentavinir ógvaðust
ofta um hansara kontroversiella
lyndi, har hann næstan leitaði
eftir destruktivari konfrontatión
ella "martyrium".
Í einum brævi til Blicher Winth
er 1921 skrivar hann soljóðandi
sum bert 23 ára gamal:
"Bare det, at der etsteds ude i
Landet, om i en Præstegaard eller
en Husmandssøn, lever et Menn
eske, der er Idealet tro, det er saa
meget værd, at det er værd at leve
for. Og maaske man endda engang
kan faa Lov til at modtage Martyri
ets stedsegrønne Krans; - jeg kan
sikkert let nok faa den."
Orðini kunnu tolkast ymsar
vegir, men tey tykjast rættiliga
fatalistisk, sum um Munk forút
sígur sína serligu lagnu, sum hann
væntar ólukkuliga, kanska eitt
martyrium!
Í andstøðu og andgletti
Honum dámdi væl at vera í and
støðu og longu tíðliga tekur hann
í øllum almennum debattum ta
avgjørdu støðu, at hann er ímóti
bæði demokrati og parlamentar
ismu, sum hann helt favorisera
ódannadar ignorantar og óvitandi
býttlingar.
Hann verdur citeraður soljóð
andi::
:"I begyndelsen var ordet, men
så kom parlamentarismen med
vrøvlet som bærende princip"
Hann var so tvørur og konserva
tivur, at hann vildi ikki brúka sín
valgrætt. Honum dámdi rolluna
sum genialt "tvørball". Hann var
longu tíðliga í 1920´unum hugtikin
av sterkum oddamonnum, eitt nú
Benito Mussolini, sum hann opin
lýst beundraði. Mótvegis teimum
flestu intellektuellu vildi Kaj Munk
aldrin vita av nakrari ideologi.
Hann vanvirdi allar "ismur".
Í 1924 gjørdist hann cand. teol.
og søkti stutt eftir prestastarv
yviri í Vedersø í tí stormbrýnda
Vesturjyllandi, har vindurin er
gerandisgestur og stutt er millum
ódnirnar. Fyri tann "forkelaða"
Munk, sum var vaksin upp í tí
blómandi milda Lollandi, var tað
aftur ein avbjóðing at leita sær út
móti brimstrondum. Hann vildi
liva í andglettinum.
Men skrivingina hevði hann als
ikki gloymt.
Úr Vedersø sendi hann Tí
kongaliga Teatrinum í Kjøpinhavn
handritið til "Herodes", og áðrenn
hann hevði fingið nakað játtandi
svar, skrivaði hann tann sterka
sjónleikin "Ordet".
Tað er eitt søguligt kuriosum, at
vinmaðurin, Aagaard prestur fær
vitjan av Kaj Munk á Sandi, meðan
Munk enn bíðar spentur eftir, um
Tað kongiliga Teatrið vildi góð
kenna handritið til sjónleikin
"Ordet"
.Føroyar verða soleiðis ein litil
partur av danskari litteratursøgu!
Á hesi Føroya-ferðini helt Kaj
Munk sína legendariska fastaláv
intsprædiku í Skálavíkar kirkju
tann 27. februar 1927, sum míni
skyldfólk seinni tosaðu ofta og
nógv um.
Munk var eftir teirra tykki
ein ógvisligur, veipandi og lívlig
ur predikantur, men orðini vóru
mergjaði. Hann ívaðist ikki í sín
um koncentreraða og vælorðáð
boðskapi.um enn atburðurin tókt
ist konservativum skálvíkingum
heldur ótraditionellur, løgin.ella
trúttandi.
Árið eftir fekk hann viðurkenn
ing á KOngens Nytorv og debuter
aði við stykkinum, "En idealist",
sum er eitt provokerandi drama
um Herodes.
Tað fekk lemjandi kritikk frá
nógvum síðum og bleiv av onkrum
politiskt forargaðum úmmælara
karakteriserað sum óbúgvið ella
pubertilt, men allir kritikarar vóru
kortini ikki samdir.
Stykkið er seinni spælt í meira
moderniseraðari
versión
við
succes.
Meðan hann síðst í 1920´unum
stríddist í tí fjara Vedersø við bæði
prestastarv, órealistisk forelskilsir
og sjónleiks-skriving, møtti hann tí
12 ár yngri Elisu, og tey blivu sera
góð, men hittust mest í duldum..
Hon var einkardóttir hjá ein
um vesturjyskum stórbónda ï
Vedersø, sum avgjørt ikki dámdi
tann ógvisliga og "villa" lollendska
prestin..
Tann 13. januar 1929, tá ið Kaj
Munk fylti 31 ár blivu Kaj og Lisa
vígd undir dramatiskum umstøð
um í kirkjuni í Skarrild, sum ligg
ur bara ca. 70 km frá Vedersøe.
Ungdómsvinurin Blicher Winther
var tá prestur í Skarrild og skuldi
gifta parið, men tað skuldi vera við
stórari diskretión.
Brúðarparið kom ikki til presta
garðin í Skarrild, fyrr enn seint
sjálvan brúdleypsdagin, og Munk
hevði lovað at halda kvøldarguds
tænastu í kirkjuni kl. 19.
Eftir gudstænastuna var boðið
til brúdleypsdøgurða á einum hot
elli í Herning.. Ikki fyrr enn væl
AFTANÁ døgurðan, út móti mid
nátt kom tann fámenti brúðar
skarin aftur til Skarrild, har Blich
er gifti tey í djúpastu loyndum við
fægst møguligum vitnum.
Brúdleypið var altso hildið, utt
an familju, vinir ella nakrar aðrar
sóknarlimir úr Vedersø.
Bæði tvey vóru sera elegant
klødd og fóru longu dagin eftir á
budleypsferð til Berlin. Men hjún
arbandið var leingi eitt loyndar
mál.
Fyri eitt dramatiskt talent sum
Kaj Munk hevur hetta teatralska
giftarmálið allarhelst verið eitt
spennandi, næstan surrealistiskt
upplivilsi, men familjan hjá kon
Ikki fyrr enn væl
AFTANÁ døgurðan, út móti
midnátt kom tann fámenti
brúðarskarin aftur til
Skarrild, har Blicher gifti tey
í djúpastu loyndum við
fægst møguligum vitnum