týsdagur 16. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2017 · Nr. 7
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
uni bleiv ógvuliga forfard av hending
ini og dámdu slett ikki tann ófriðarliga
versonin
Við sínum turbulenta sinnalagi
var Kaj Munk strævin sum húsbóndi,
og hvis ikki vinmaðurin og presturin
Blicher Winther ofta hevði kyrrað tey,
bæði við práti og brøvum, er ivasamt,
um hjúnarbandið hevði kunna hildið,
tí tann ráðaríki Kaj Munk hevði aldr
in roynt ella lært seg at rætta seg eftir
øðrum, enn sær og sínum ynskjum.
Ambivalent politisk "karriera"
Í 1930´unum ferðaðist Kaj Munk nógv,
bæði í Týsklandi og Italien og bleiv
hugtikin av, hvussu hesi lond undir
Adolf Hitler og Mussolini loftaðu sær og
smoygdu arbeiðsloysi, inflatión og aðra
neyð av sær. Hann var eisini hugtikin av
teirra teknikki og samfelagsligu præci
sión.
Í danskari debatt var hann kendur
sum rættiliga ókritiskur beundrari av
nazismuni.
Hann var tó ikki heilt ókritiskur
yvirfyri gongdini í Centraleuropa..
Hann andøvdi móti jødajagstran
og militerum yvirgangi í Ethiopien;
hann
skrivaði
personlig
brøv
til
báðar diktatorarnar, har hann naivt
appelleraði til teirra "samvitsku".
Stykkið "Sejren" frá 1936 er skrivað
beinleiðis móti Mussolini og "Han
sidder ved smeltediglen" frá 1938 er
skrivað móti jødaforfylgingini.
Tað er eitt paradoks, at hann ikki
opinlýst vildi kvetta við Hitler og
Mussolini, fyrr enn eftir, at Danmark
verður tikið tann 9. apríl 1940, men so
var heldur eingin ivi longur.
Líka so tolin, sum hann hevði verið
við fascismuna áðrenn Kríggið, líka so
kompromisleysur verður hann í sínum
álopum móti tí týsku hersetingini av
Danmark í 1940.
Hann stendur púra óræddur á præd
ikustólinum hvønn heilgidag og for
dømir hersetingarvaldið við hvøssum
orðum. Hann skrivar so sterkar greinir
í bløðini, sum tey tora at sleppa gjøgn
um censurin.
Hann fordømir harðliga samstarvs
politikkin við týskararnar.
Hann heldur kritiskar røður um alt
landið og verður næstan symbolið uppá
mótstøðurørsluna.
Í 1943 stemmar hann fyri fyrstu ferð
við eitt valg og ræður fólki til at stemma
uppá "Dansk Samling".
Undir krígnum skrivaði hann "Niels
Ebbesen" og "Før Cannæ" sum blivu for
boðin av censurinum.
Hann skrivaði eisini tað meira
meinaleysu bókina "Foråret så sagte
kommer.", sum er ein sjálvbiografi.
Men mest yndisligt frá hansara
penni er tann lítla symbolska yrkingin
"Den blå anemone". Tað er um tað be
skedna blomstrið, sum er flytt úr feiti
lendi á Lollandi til ta kørgu jørðina í
Vesturjyllandi, men hórar undan.
Hann brúkti "anemonuna" sum jóla
heilsu til vinir og kenningar í 1943, tey
síðstu jólini, hann livdi.
So provokerandi opinskáraður, sum
Munk var móti hersetingarvaldinum,
var tað eyðsæð, at hann var í stórum
vanda fyri at blíva likvideraður av
Gestapo. Hann fekk eisini fleiri ávar
ingar frá donskum mótstøðumonnum
um, at hann mátti flýggja ella krógva
seg, men hann lætst ikki um vón.
So seint sum í december 1943 komu
fólk til hansara og buðu honum flýggi
møguleikar, men hann ønti teimum
ikki.
Tann 5. december 1943 prædikaði
hann í Frúu kirkju i Kjøpinhavn og
segði m.a. orðaræði:
"Naar Kirken har stået så forholdsvis
svag mellem de fremstormende nye
Religioner, så skyldes det ikke Kirkens
Herre, der evig er den samme; men det
skyldes os. Kirken selv, der har mistet sit
næstdyrebareste, det er Martyrsindet,
de Kristnes Martyrsind - ikke at de vilde
være Helte og var bidt af den Ærgerrig
hed, ikke at de var sjælesyge og fandt
Fornøjelse i Selvpinsel, men at de elskede
Kristus sådan, at intet Offer til ham var
dem for stort. Med dette Martyrsind
overvandt vi engang Verden, og uden
det vil Verden overvinde os."
Hetta orðalagið østi og argaði Gest
apo, sum stutt eftir góvu ordrar til, at
Kaj Munk skuldi myrðast. i
Sjálvan nýggjársdag 1944 helt Kaj
Munk sína viðgitnu prædiku, sum bara
verður nevnd ("Nytårsdag 1944")!
Hon bleiv ikki, sum vant, hildin frá
prædikustólinum í prestaskrúði, men
Munk valdi heldur, sum Luther at
standa á kirkjugólvinum niðri millum
kirkjufólkið, klæddur í yvirfrakka og
reyðum hálsklúti.
Stálsett symbol og norrøn hetja
Úr prædikuni ljóðaðu hesi orð hvølt um
øll Norðanlond, har hann var blivin eitt
idol í mótstøduni móti nazismuni:.
"Jeg staar ikke her for at prædike
Had mod nogen. Det er mig plat umul
igt. Ikke engang Adolf Hitler hader
jeg. Jeg ved, hvad Rædsel og Elendig
hed Verden er kastet ud i; jeg ved,
hvad Forsmædelse, mit eget Land
har maattet opleve. Jeg ved, at jeg nu
i Maaneder ikke har lagt mig til Ro
nogen Aften uden at tænke: Kommer
de efter dig i Nat? Og den Tanke er ikke
morsom for en, der elsker Livet, har
nok at gøre i sin Gerning og er glad for
sin Kone og sine Børn. Og dog kan jeg
ikke hade, for Mennesker er saa mange
Slags og besættes af alle Slags Aander,
og Frelseren har lært os Bønnen: Forlad
dem; thi de vide ikke, hvad de gøre. Men
derfor bliver det aldrig kristen Gerning
at hjælpe Tyskerne med at bygge Fæstn
ingsværker mod Englænderne, for at
vort eget Land saa længe som muligt
kan holdes i Trældom og Underkuelse.
Og det bliver ikke kristen Gerning for
dyre Penge at sælge til Tyskerne de Æg
og det Flæsk, som vore egne stakkels
Arbejdsfolk i Byerne har saa haardt
Brug for. Det bliver aldrig kristen Gern
ing at stille sig til Raadighed for Uretten,
enten det saa sker af Fejghed, Griskhed
eller tossegod Føjelighed."
Tríggjar dagar seinni, tann 4. janu
ar 1944, bleiv hann heimtaður í presta
garðinum í Vedersø av fimm Gestapo
monnum.
Teir koyrdu hann til eina plantagu
nærhendis Silkeborg, har hann bleiv
skotin.
Líkið varð funnið morgunin eftir í
eini veit við Hørbylunde Bakker.
Tað sigst, at ein seðil, sum lá festur
til líkið, royndi at kasta skyldina fyri
morðið á ta donsku mótstøðurørsluna,
tí Munk áðrenn Kríggið hevdi verið so
hugtikin av nazismuni.
Jarðarfylgið var øgiliga stórt, og
eftir tað bleiv Kaj Munk eitt samlandi
symbol í tí donsku mótstøðurørsluni.
Tað er eitt ódámligt kuriosum, at
tann eini av mordarunum, Louis Nebel
eftir Kríggið kom at arbeiða fyri ta
amerikonsku fregnartænastuna sum
álitismaður og njósnari (agentur) .
Við inngongdina til ta gomlu scen
una á Tí kongiliga Teatrinum er ein
minnispláta fyri Kaj Munk, sum skriv
aði so nógv til sjónleikarhúsið á Kong
ens Nytorv. Hann var alt lívið betikin av
teatri og sera góður við Tað kongiliga
sjónleikarhúsið!
Kontrafaktiskt er tað lítil ivi um, at
hann heldur vildi havt verið dramatik
ari ella aktivur sjónleikari enn prestur.
Kendasti leikur hjá honum er
allarhelst "Ordet", sum bleiv filmatis
erað av Carl Th. Dreyer 1955 í sjálvari
bygdini Vedersø.
Filmurin bleiv internationalt kendur
og nógv fagnaður.
Kaj Munk betalti tann allarhægsta
prísin í lívinum! - Sum bara 45 ára gamal
bleiv hann martýrur!
KJAK
Stavsbandið í Føroyum.
Torri Thomsen
Nú haldi eg, at tað er upp á tíðina, at
okkara politikarar vakna úr dvala.
Í 1788 bleiv ”stavnsbandið” bannað
í tí danska kongaríkinum, men nú eru
peningastovnarnir spakuliga begyntir
at innføra tað aftur.
Teir hava sett sær fyri, at tað eru
teir, sum skulu avgera, hvar í Føroyum
føroyingar skulu búgva.
Vit hoyra ferð eftir ferð, at tað ong
antíð hevur gingið so væl í Føroyum
sum akkurát nú. Tó hava fólk enn sera
trupult at fáa fígging til at keypa sethús
”úti á bygd”.
Eitt dømi er, at ein familja ikki fekk
lán uppá 1,0 mill. kr. til at keypa eini hús
á bygd (40 min. úr Tórshavn), men sama
familja fekk bjóðað lán upp á 2-3 mill. kr.
um tey keyptu hús í Tórshavn.
Einasta loysn upp á hetta er, at okk
ara politikarar skulu skipa soleiðis fyri,
at ”Bústaðir” eisini begynnir at veita lán
til vanligt húsakeyp “úti á bygd” og ikki
bert orkulán.
So kunnu peningastovnarnir ”eiga”
Tórshavn og hinar útvaldu bygdirnar.
(Tað hevði kanska eisini sprongt “bú
staðar-bobluna” í Havn, til frama fyri
vanlig havnarfólk).
ALMENNU FUNDIRNIR
HJÁ RUNAVÍKAR
BÝRÁÐ Í 2018
Har einki annað er viðmerkt, verða
fundirnir hildnir í býráðshøllini - fundirnir
eru kl. 17.00,:
25. januar
22. februar
22. mars
30. apríl (í Dagstovninum í Rituvík)
31. mai
28. juni
30. august (í skúlanum í Oyndarfirði)
27. september (í skúlanum á Skála)
31. oktober
29. november
Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi,
mega verða býráðnum í hendi í seinasta
lagi hin 5. í mánaðinum sum
býráðsfundurin er.
Runavíkar býráð
Ársaðalfundur hjá
ítróttarfelagnum Svanur
Ársaðalfundur felagsins verður á verkhúsinum
Stíggjur í Saltangará, mánakvøldið 29. januar
2018 kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá formanninum
3. Innkomin mál
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum
ársroknskapi
5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum
standa fyri vali
6. Val av grannskoðara
7. Ymist
§4
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera
nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan
aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin
mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í
fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8
dagar undan fundinum.
Møtið fjølment
Nevndin