týsdagur 16. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2018 · Nr. 7
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað tykist vera breið semja um, at
føroyskur fótbóltur er í framgongd
í løtuni. Landsliðið hevur so nógvar
yrkisspælarar sum kanska aldrin
fyrr. Avbjóðingin við gongdini er,
at føroysku feløgini mugu fáa sær
útlendskar spælarar sum avloys
arar, fyri framvegis at vera kapp
ingarfør um Evropa-milliónirnar,
ella tryggja sær plássið í deildini.
Í summum førum ber til at seta
aðrar spælarar í felangum við,
meðan onnur feløg tryggjar sær
ein føroyskan avloysara. Tó hevur
gongdin seinastu dagarnar verið, at
fleiri av fremstu feløgunum hava
verið uttanlands og funnið sær
spælarar.
Tað eru helst fleiri orsøkir til,
at føroyskur fótbóltur er komin í
hesa støðuna, sum tó ikki er ókend.
Tað hava verið nógvir útlendskir
spælarar í Føroyum gjøgnum ár
ini. Onkuntíð fleiri og onkuntíð
færri. Eitt nú í 90’ unum, tá gamla
Jugoslavia syndraðist í fleiri part
ar og kríggj brast á. Tá komu nógv
ir spælarar til Føroyar, sum helst
høvdu evnini til meir enn føroysk
an fótbólt.
Tað hava eisini verið tíðir, tá
nógvir útlendskir venjarar vóru
í Føroyum, men tann gongdin er
broytt, síðani tað bleiv lagt nógv
fyri at útbúgva føroyskar venjarar.
Men hetta er nokk bara aðru
ferð, at trupulleikin er íkomin við
mangul av spælarum, títeir eru
farin í onnur lond at spæla fótbólt.
Profilar fara av landinum
Seinastu árini hava vit sæð, at fleiri
spælarar eru farnir í onnur lond at
spæla fótbólt. Tvey tey seinastu
dømini eru Patrik Johannesen,
sum er farin úr B36 til Florø, og Ári
Mohr Jónsson, ið er farin úr HB til
Sandnes Ulf. Báðir skulu komandi
ár spæla í næstbestu deildini í
Noreg. Bæði B36 og HB hava leitað
sær avloysarar úr útlandinum.
Serliga B36 hevur fingið spælara
við góðum royndum. 29 ára gamli
áleyparin, Kaimar Saag, hevur
spælt ikki færri enn 46 landsdystir
fyri Estland. Millum annað skoraði
hann móti Føroyum, tá Estland í
evstu løtu vann 2-1 í 2010.
HB hevði mánadagin 28 ára
gamla íslendska miðverjan, Brynjar
Hlöðversson, til royndarvenjing.
Hann skal venja við hesa vikuna.
Væntandi kemur minst ein spælari
afturat úr Íslandi.
Tað eru ikki bara landsins frems
tu spælarar, sum fara av landinum.
Eisini Holgar Durhuus, sum er
uppvaksin í 07 Vestur, hevur valt
at royna fótbóltsleiðina. Í hesum
førinum í 4. bestu deildini í Noreg.
Ein spælari, sum hevur verið ein
lyklaspælari hjá 07 Vestur seinni
árini, men ikki roknaður sum ein
við landsliðsmøguleika – enn. Tað
kann skjótt broytast.
Afturat hesum, so kunnu eisini
spælarar sum René Shaki Joensen
(Grindavík), Hallur Hansson (AC
Horsens), Gilli R. Sørensen (Brann),
Teit Jacobsen (Sønderjyske) og Kaj
Leo í Bartalsstovu (ÍBV) nevnast
sum spælarar, sum hava verið pro
filar í føroysku kappingini, men
sum spæla uttanlands í dag.
Støðan hjá KÍ øðrvísi
Tað ljóðar av nógvum, at KÍ
hevur fingið tríggjar útlendskar
spælarar til felagið. Tað skal tó
havast í huga, at KÍ seinastu árini
hevur havt tríggjar útlendskar
spælarar, sum so eisini hava verið
við til at flutt felagið upp í Evropa-
bólkin.
KÍ hevur í summar sagt farvæl
við Jonas F. Rasmussen, Albert Adu
og Ahmed Mujdragic, meðan Deni
Pavlovic, Boris Dosljak og Ronni
Møller Iversen eru nýggir í hópi
num.
Hóast KÍ hevur stórt grundarlag,
so skal nógv til at menna spælarar,
sum kunnu koma beint inn á eitt
lið, sum stríðist um FM-heitið.
Ungir spælarar fara
eisini av landinum
Tá ein spælari fer av landinum, so
er tað mangan ein møguleiki hjá
einum ungum spælara at taka við.
Her síggja vit eisini, at fleiri ungir
spælarar hava ambitiónir, um at
fara av landinum sum ungir. So
ungir, at feløgini ikki fáa nakrar
dystir burturúr teimum. Tað er
sunt fyri menningina sum spælari,
at fara av landinum til feløg, ið
spæla á hægri stigi, men tað ávirkar
eisini føroysku kappingina.
Her kunnu nevnast dømir sum
Hanus Sørensen (HB til FC Midt
jylland), Jákup Thomsen (HB til
FC Midtjylland), Sonni Ragnar
Nattestad (MB til FC Midtjylland),
Brandur Hendriksson Olsen (B71
til FCK), Meinhard E. Olsen (NSÍ til
Vendsyssel), Hákun Edmundsson
(B68 til Vendsyssel) og nú Andrias
Edmundsson (B68 til Sunderland).
Eitt dømi kundi eisini verið Teit
Jacobsen, sum eftir eitt ár á besta
liðnum hjá HB fór til Sønderjyske.
Her eru bara nøkur dømi um
spælarar, sum hava spælt fáar ella
ongar dystir á besta liðnum, áðrenn
teir eu farnir av landinum at spæla.
Onkir av teimum eru aftur at síggja
í føroysku kappingini, men fyri
onnur lið.
Ein nýggj støða
Hetta er ein nýggj støða, sum
feløgini eru við at koma í. Tað er
ikki ókent at føroyskur fótbóltur
hevur eitt stórt fráfall, tá spælarar
fara í onnur lond at lesa ella út
búgva seg. Ov sjáldan koma teir
heim aftur, og gera nakran mun í
føroyskum fótbólti. Tað setur eisi
ni spurningin, um hvussu nógv eitt
felag ella ungdómslandsliðini skulu
leggja fyri, tá spælarar bara takka
fyri og fara niður at lesa og liva sítt
egna lív.
Nú er ein nýggj støða íkomin,
har spælara fara av landinum
Betrideildin 2018:
KÍ, B36 og HB hava fingið útlendskar spælarar til feløgini
seinastu dagarnar. KÍ hevur fingið tilgongd av trimum
spælarum, meðan B36 hevur funnið avloysara fyri
Patrik Johannesen og HB roynir miðverja úr Íslandi
FELØGINI
KEYPA
ÚTLENDSKT
Ári M. Jónsson
og Brynjar