Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. januar 2018 · Nr. 7 at spæla fótbólt. Føroyskur fótbóltur er nú komin á eitt altjóða stig, har feløg í serliga norðurlondum eru sinn­aði at gjalda fyri føroyskar spælar­ar. Tað hevur ikki verið van­ligt fyrr. Tí gevur tað størri meining at leggja nógv fyri, tí nú er møgueliki fyri at fáa pengar, um ein spælari velur at royna seg í yrkisfótbólti. Bæði sum ungur og eldri, so eru møgu­leikar at gera avtalur, sum geva pengar aftur til føroyskan fót­bólt. Um aldarskiftið fóru nógvir spælar­ar av landinum at royna seg. Mill­um annað í Noreg og Íslandi, men tá var talan í størri mun um spælarar í besta fótbóltsaldri, ið fóru at royna yrkislívið í nøkur ár, heldur enn ungir spælarar við ambitiónum um at røkka altjóða tind­unum. Stríðið er náðileyst Eiin vanlig útmelding er, at feløgini nú fara at satsa upp á sínar egnu ungur spælarar. Fyri summi lið hevur tað eydnast væl, meðan tað í øðr­um førum ikki hevur eydnast so væl. Eitt nú er NSÍ eitt dømi um eitt felag, ið hevur megnað tað. Við ung­um spælarum megnaði liðið at halda sær uppi í fyrstu atløgu, fyri síðani at røkka Evropa-fótbólti fleiri ár upp í slag. Tað hevur gjørt, at felagið í dag hevur tað gott fíggjarliga og er millum FM favorittarnar. HB er hinvegin eitt dømi um eitt felag, sum ikki hevur ráð at satsa upp á teir ungu í fleiri ár. Ann­að árið á rað er liðið uttanfyri topp fýra, og tað merkist í penga­kassa­ num. Her bleiv NSÍ hjálp á vegnum, tí liðið hvørja ferð megnaði at koma í Evropa. Fyri hvørt ár tú ert uttan­ fyri, torførari blívur tað vinna seg í Evropa-hitan aftur, tí tað er nógvir peng­ar muni frá fjórða til fimta pláss. Tað er tað sama galdandi í botn­ stríðnum. Ongin hevði ÍF sum niður­flytara í ár, men brádliga stóð liðið uttan ein áleypara, tí loyvini hjá Clayton Soares og Adeola Run­ sewe ikki komu upp á pláss. Tað var ein av orsøkunum til, at ÍF endaði við at flyta niður. 07 Vestur satsaði stórt við Ken Fagerberg og trimum øðr­um útlendskum spælarum, og endaði alíkavæl á næstaftasta plássi. Vanliga hevði tað kostað pláss­ið í bestu deildini, men av tí at ongin annar uppflytari er, so yvir­ liv­ur liðið. Tí er ikki løgið, at feløgini eru skjót at finna sær sterkar avloysarar, tá profilar fara av landinum. Í hesum førum er talan um feløg við góðum grundarlagi, ið fáa sær spælarar aðrastaðni frá. trondur@sosialurin.fo