hósdagur 18. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
6
VIT MÁTTU
SLØKKJA
PEDAGOGIN
PERSÓNSØGA: Jógvan Philbrow
– Tá ið vit fóru til samráðingar, avtalaðu vit, at vit máttu sløkkja pedagogin. Vit
royndu at halda fokus, tí tað vóru ting, ið skudlu avgreiðast, og annað kundi ikki
órógva kósina ov nógv. Tað hevur hepnast betri summar dagar enn aðrar. Men
tað hevur verið hart, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
oreldur Jógvan Philbrow,
Sue og Roy Philbrow eru
bæði úr enska oyggjasam
felagnum Isle of Wight. Í
1973 fluttu tey til Føroya fyri at
umboða átrúnaðin Bahá’i, sum
so at siga ikki var í Føroyum tá.
At vera tilflytari í Føroyum tá og
enntá umboða eina aðra trúgv enn
kristindómin var ein avbjóðing,
hóast tey trivust og enn trívast
væl í Føroyum, greiðir Jógvan Phil
brow frá.
–Tað vóru ikki øll, sum sluppu at
spæla við meg. Tað hevur verið ein
avbjóðing hjá summum, at familjan
hjá okkum ikki var sum normurin,
sigur hann.
Í fólkaskúlanum var flokkurin,
sum Jógvan gekk í, tó sprøkluttari
enn fleiri aðrir flokkar, tí umframt
Jógvan við síni bakgrund, so var
eisini ein næmingur, ið var Jehovas
Vitni. Hann minnist aftur á til tíðir
heitt orðaskifti millum næmingar,
ið hoyrdu til fólkakirkjuna og
næmingar frá brøðrasamkomuni,
men sjálvur fekk hann ikki relatera
til vanliga kjakið.
– Eg lærdi tíðliga, at tað eru
ymiskir háttir at síggja tilveruna
á. Tað er natúrligt, at vit øll eru
ymisk. Eg havi lært at virða ymisk
leikan hjá fólki, sigur hann um
barndómsárini.
Hann búði í Havn, har hann
saman við eldra beiggja sínum og
yngri systrini sleit barnaskógvar
nar inntil familjan, tá Jógvan var
átta ára gamal, flutti til Toftir at
búgva. Á Toftum fekk hann ein
obligatoriskan áhuga í fótbólti
og fór at spæla við B68, hóast
hann ikki visti, hvat fótbóltur var,
áðrenn hann flutti, sigur hann
skemtiliga.
Saman við vinmonnunum brúkti
Jógvan nógva tíð á Svangaskarði,
sum var samlingsstaðið, inntil
hann varð tannáringur og fekk
onnur áhugamál.
Tá Jógvan var 23 ára gamal, varð
daman hjá honum við barn. Tí flutti
parið til Fuglafjarðar, har hon var
frá. Tey fingu trý børn men vórðu
skild í 2007. Nøkur ár seinni fluttu
børnini til Danmarkar at búgva við
mammuni, og Jógvan lýsir tað tíð
ina sum sera avbjóðandi.
Í dag býr hann í Fuglafirði
saman við damuni Sjannu Hentze
og syni hennara.
Natúrligt at verða
námsfrøðingur
Í 1998 søkti Jógvan Philbrow inn á
námsfrøðiútugvingina á setrinum,
og í 2002 varð hann útbúgvin
námsfrøðingur, og hann greiðir
frá, at tað var eitt sera natúrligt val.
Hann hugsaði als ikki um,