Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 7 at námsfrøðin er eitt sokallað kvinnu­øki. Hann greiðir frá, at heima hjá teimum hevði pápin í størri mun umsorganarleiklutin, tí hann arbeiddi nógv heimanífrá. Mamman arbeiddi hinvegin nógv­ ar tímar um dagin og hevði eisini leiðsluábyrgd. Í barn­dóms­heimi­ num var stórur dentur lagdur á javnstøðu millum kynini, og hjá Jógvani hevur tað tí altíð tykist natúrligt at verði partur av lívinum hjá børnunum í ein størri mun. Einasta mótmæli til útbúgv­ingar­ valið hjá Jógvani kom frá mammu hansara, sum ikki helt, at tað fór at loysa seg at lesa námsfrøði. –Hon hevur óivað verið meir til­ vitað um lønarlagið, flennir hann Áhugin fyri námsfrøðiliga øki­ num birtist, tá hann fyrsta livi­árið hjá dóttrini var nógv um hana, tí mamman gekk í skúla. – Eg haldi, at fleiri pápar átti at roynt at veri heima hjá teimum smæstu. Eg vænti, at fleiri høvdu lært nógv hesa tíðina. Tað er ein hørð og alvorlig uppgáva, sigur hann. – Tá dótturin skuldi byrja í vøggustovu í Fuglafirði vóru tveir námsfrøðingar og ein ung­ ur maður, sum var hjálparfólk á stovuni. Tað gekk upp fyri mær, hvussu umráðandi hetta starvið er. Tað er umráðandi, at lívið hjá barni­num á stovni byrjar væl, og at skil er í tí, sum verður gjørt, sigur hann. Sum útbúgvin námsfrøðingur fekk Jógvan starv sum leiðari á einum stovni í Fuglafjarðar kommu­nu frá 2004 og fram til 2015, tá hann varð formaður í Føroya Pedagog­felag. Virkin í nevndararbeiði Orsøkin til, at Jógvan Philbrow í 2004 valdi, at gerast virkin í nevnd­ini í Pedagogfelagnum var, at tað var ein orrusta í felagnum við­víkjandi einum leiðara á einum frí­tíðar­skúla á Tvøroyri, og Jógvan helt, at Jarvin Feilberg, sum var for­maður í felgagnum tá, stóð sera einsa­mallur í stríðnum, og hann undraðist á, at tað ikki vóru fleiri náms­frøðingar, sum gjørdu vart við seg. –Sum námsfrøðingur haldi eg, at ein partur av styrkini hjá okkum er at síggja møguleikar. Man eigur at gera sítt til, at samfelgið koyrir so væl sum gjørligt og royna at hjálpa til har, sum man kann, sigur hann. –Segði man okkurt á einum aðal­fundi tá, so var tað skjótt til, at fólk hildu, at ein skuldi veljast í nevndina. Áhugin fyri at vera í nevnd var ikki so stórur tá, sum hann er í dag, og leitað varð meir eftir fólki, sum tímdu tað, sigur hann. Tey fyrstu árini Jógvan var í nevnd­ini, vóru fleiri broytingar »Eg lærdi tíðliga, at tað eru ymiskir háttir at síggja tilveruna á. Tað var natúrligt, at vit øll eru ymisk. Eg havi lært at virða ymiskleikan hjá fólki«