Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 8 á námsfrøðiliga økinum. Dags­ stovna­økið var nýliga lagt út til kommunurnar í 2000, og í 2005 var man í gongd við at broyta dags­ stovnalógina, og tá var ein long samráðingar tilgongd. Lima­tal­ið tvífaldaðist, tí tað var ein stór­ur vøkstur í stovnum og arbeiðs­ plássum. Í dag eru fleiri enn 2000 limir í felag­num, og hann greiðir frá, at ein av avbjóðingunum við stóra vøkstri­num er samskifti við limirnar. –Eitt felag, sum vaksur skjótt fær avbjóðingar við at samskifta við limirnar. Øll kunnu ikki spyrjast, og avstandurin millum nevnd­ina og limirnar vaksur. Tað fylti nógv tá og fyllir nógv enn. Vit arbeiða enn við bygnaðinum, soleiðis, at vit røkka út til einstøku limir­nar, og hetta er ein avleiðing av skjóta vøkstrinum, sigur Jógvan Phil­brow. Formaður 11. Apríl 2015 varð Jógvan Philbrow valdur sum formaður í Føroya Peda­gogfelag. Hann greiðir frá, at hann valdi at stilla upp sum for­maður, tí hann ynskti nakrar proytingar á námsfrøðiliga øki­ num. Størsta ynski var at broyta lønina. –Eg havi alla tíðina strembað móti betri lønarviðurskiftum, og at lønarviðurskiftini vórðu javnsett við aðrar bólkar, sum líkjast, sigur hann. Hugburðurin er broyttur Tað er torført at nágreina, heldur Jógvan Philbrow, men hann er tó vísur í, at almenni og politiski hug­burðurin til námsfrøðina í Før­ oyum er broyttur. –Eg haldi, at tað eru færri, sum hava býttar viðmerkingar um, hvørt námsfrøðingar eru neyðugir ella ikki. Tey flestu skilja, at pedagogar eru ein partur av samfelagnum, og at okkum tørv­ar námsfrøðingar og skipaði viður­ skifti í arbeiðinum við børnum og fólki við serligum tørvi, sigur hann. –Oftast møtir man løgnum holdn­ingar í teimum lítlu kommun­ un­um. Tað kemst óivað av, at fólk ikki hava havt kunnleika til økið, tí í fleiri ár hava barnagarðar bert verið á teimums stóru plássunum, og sjálvt har hevur tørvurin ikki verið dekkaður, og tað hava tí verið fá fólk, ið hava havt tilknýti til stovnar. Eftir hondini kenna tey flestu til, hvat ein barnagarður er. Tey flestu hava børn ella ommu- og abba­børn, sum eru á stovni, sigur hann um broytingina. Verkfallið Tað hevur verið eitt øgiligt trýst á Jógvani hesar vikurnar ímeðan verk­fall og verkbann hevur verið. –Tá ið vit fóru til samráðingar, avtalaðu vit, at vit máttu sløkkja pedagogin. Vit royndu at halda fokus, tí tað vóru ting, ið skudlu av­greiðast, og annað kundi ikki órógva kósina ov nógv. Tað hevur hepnast betri summar dagar enn aðrar. Men tað hevur verið hart, stað­festir hann. –Vit hava fingið góðan stuðul, men vit hava eisini hoyrt útsagnir, ið hava verið óhepnar. Støðið fyri samráðingarnar millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommun­ ala Arbeiðsgevarafelagið hinu­meg­ in var lagt til samráðingarnar, ið vóru í 2015. – Tá høvdu vit longu eitt upp­ skot um nýggja skálagongd. Fyri­reikingartilgongdin til hesar sam­ráðingarnar hevur vart frá samráðingunum í 2015 til nú. Tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir komu út við broyttum fortreytum, so broytti tað nógv fortreytirnar fyri hesar samráðingar. Tað hevði stóra ávikan á, hvussu tingini vórðu gjørd, sigur hann. – Okkara sáttmáli er so ómeta­ liga afturúrsilgdur á nógvar mátar. Hetta er alt frá viðbótum til kvøldararbeiði, skalagongd, eftir­ løn og onnur viðurskifti, ið ikki eru á jøvnum støði við aðrar fakbólkar. Har er ein rúgva av avbjóðingum, sum vit nú hava lyft eitt sindur, so tá tað arbeiði verður gjørt, átti tað ikki at verði líka torført at komið á mál, heldur hann. At koma á mál, heldur Jógvan, er at fáa eina avtalu, sum er rættvís: Ein lønargongd, sum er rímilig, tá hon verður samanborin við aðrar fak­bólkar. –Treytirnar fyri barsil og sjúkra­ frá­veru mugu til dømis vera líka, líka­mikið hvørjum felagi, tú ert í, stað­festir hann. Ofta skal man vænta, at kanón­ ir­nar til tíðir venda skeivan veg í eini orrustu. Tað heldur Jógvan Phil­brow tó ikki, at Pedagogfelagið merkti, tá limirnir vóru í verkfalli og verkbanni. – Vit hava fingið dyggan stuðul frá limunum hesa tíðina. Limirnir eru komnir framvið við blóm­um, skipað fyri tiltøkum og so fram­ vegis, sigur hann. –Samhugin vaks næstan hvørja ferð mótparturin út­talaði seg, tí har vóru nógvar keði­lig­ar viðmerkingar og fjaldar hóttan­ ir frá Almannaverkinum. Sam­ stundis hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fingið eina góða avtalu, og tá tað gjørdist greitt, at ætlanin ikki var at fara við Pedagogfelagnum á sama hátt, so var tað óskiljandi fyri tey allar­ flestu, sigur hann. Myndugleikarnir hava sett útbúgvingina á stovn og skriva lóg­ina um dagstovnar og dag­ røkt­ir, soleiðis at faklig atlit skulu takast, og leggja krøv um, hvat skal dokumenterast og gerast á stovnunum. Tí kendist tað niður­ gerandi og særandi, sum náms­ frøð­ing­ur, at spurnartekin varð sett við, um hetta er eitt fakøki, ið hevur nakran týdning, heldur Jógvan Philbrow. –Sum námsfrøðingur veit man, at arbeiði er umráðandi. Stórur partur av grundarlagnum hjá børn­um verður lagt av náms­frøð­ ing­um. Vit hava ein stóran leiklut við at hjálpa til við at tryggja fram­tíðina í landinum. Umframt eru tey veikastu og ósjónligastu borgar­ar­nir á sambýlinum og bú­ stovnunum, og hesi eru náms­frøð­ ing­ar lívæðrin hjá. Tí pína slíkar útsagnir, hóast eg sum for­mað­ur veit, at hetta er partur av sjón­leiki­ num og psykologiska spælinum, stað­festir hann. Meir er at stríðast fyri Hóast Jógvan Philbrow er nøgdur við úrslitið eftir nakar drúgvar vik­ur við samráðingum, verkfalli og verkbanni, so heldur hann, at tað enn er nógv, at stríðast fyri hjá pedagog­unum í Føroyum. –Við hesi semjuni eru vit kom­ in væl á leið, tí enda­løn­in líkist enda­lønini hjá sjúkra­røktar­frøð­ ingu­num í sáttmálaskeiðinum og kemur upp ímóti tí hjá lærarunum. Har manglar tó enn eitt lønarstig, áðrenn tað er ájavnt. Síðani er eisini upp­ruddingar rundanum, hvussu fólk eru innplaseraði í talvuni. Tvey ár eru tikin av skálagongdini, so­leið­is at tað í 2019 verður 14 ár, men áramálið eigur at verða stytt niður á 10 ella 12 ár, sigur hann. –Eisini eiga vit, at fáa tamarhald á eftirlønunum, ið ikki eru javn­ settar. Nú fáa hjálparfólk og kommunalsettir námsfrøðingar 12 prosent. Landspedagogarnir fáa tó 14 prosent, og leiðarar fáa 15 pro­ sent. Tað mugu vit fáa javnsett við hægsta felagsnevnara, soleiðis at øll fáa 15 prosent í eftirløn, leggur Jógvan Philbrow afturat. Hann heldur, at tað, sum semjan millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar­málaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur framum aðrar semjur er, at øll fáa okkurt burturúr semjuni beinan­ vegin. Var semja ikki funnin millum part­ar­nar mánanáttina 14. janu­ ar, so fóru 21 onnur fakfeløg í sam­huga­verk­fall mánamorgunin. Jógvan Philbrow heldur, at hetta eisini var við til at leggja eitt ávíst trýst á Fíggjamálaráðið. Spurdur um hann ikki skilur grund­gevingina hjá Kristinu Há­foss, landsstýriskvinnu í fíggjar­málum, um at landið ikki hevur ráð til at hækka lønina hjá øllum feløgunum, ið skulu til samráðingar, sigur hann, at hann í størsta mun var ónøgdur við, at avgjørt var, hvussu sátt­mál­in skuldi síggja út, áðrenn sam­ráð­ ingar­nar byrjaðu – Eg haldi, at Kristina Háfoss eigur at taka einstøku fakfeløgini í álava og hyggja at einstøku viður­ skiftunum hjá hvørjum fakfelagi sær. Um vit bert koyra eftir eini skipan, ið er stýrd av einum excel arki, so skeiklar tað skipanina, og tú fært ikki rudda upp í ymisku ting­unum. Tú skapar heldur ikki álit og dialog millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Man eigur at seta seg niður og viðgera avbjóðingar, sum man hevur hvør í sínum lagi. Síðani skal man finna individuellar loysnir fyri ymisku bólkarnar, ið hava ymiskar umstøður og tørvir, staðfestir hann. PERSÓNSØGA: Jógvan Philbrow »Eg havi alla tíðina strembað móti betri lønar­ viður­skiftum, og at lønar­ viður­skift­ini vórðu javnsett við aðrar bólkar, sum líkjast« »Tá ið sjúkra­ røktar­frøð­ing­ ar­nir komu út við broyttum for­treytum, so broytti tað nógv for­treytirnar fyri hesar sam­ráð­ ingar. Tað hevði stóra ávikan á, hvussu tingini vórðu gjørd«