Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 9 UMMÆLI Stjóri til Undirvísingarstýrið Hevur tú fyrisitingarligar visjónir, hug og hegni at stýra undirvísingarverkinum? Í sambandi við at Undirvísingarstýrið verður skipað, verður søkt eftir dugnaligum og ágrýtnum stjóra til nýggju fyrisitingarligu eindina undir Mentamálaráðnum. Høvuðsuppgávan hjá stjóranum verður at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum innan undirvísingarøkið herundir yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið. Talan er um 80 skúlar og stovnar við eini játtan á umleið 900 mió. kr., harav meiri enn helvtin beinleiðis verður stýrt fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum. Uppgávurnar í Undirvísingarstýrinum eru m.a. • rakstrarlig fyrisiting og fíggjarlig stýring av fólkaskúlanum • tímajáttanin til fólkaskúlan herundir eisini innan sernámsfrøðiliga økið • lønarforskipanin hjá fólkaskúlanum • stuðul til frískúlar • samskipan og stýring av frítíðarundirvísingini • samskipan av upptøkuni á miðnám • uppfylging innan miðnám • samskipan og stýring av felagsútreiðslum innan miðnám og aðrar skúlar • fyrisiting av lestrarstuðli • hagtøl fyri undirvísingarverkið • fyrireika og samskipa fíggjarlóg innan nevndu øki saman við Mentamálaráðnum • aðrar uppgávur, sum Mentamálaráðið leggur til Undirvísingarstýrið Ætlanin er, at Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin og Próvstovan verða knýtt at Undirvísingarstýrinum, og skulu hesi virka og húsast saman, sum ein felags fyrisitingarlig heild undir stjóranum. Íalt verða umleið 32 fólk innan fyrisitingarøkið. Stjórin verður við til at skipa Undirvísingarstýrið sum partur av leiðsluni í Mentamálaráðnum í eini skiftistíð. Stjórin í Undirvísingarstýrinum • fyrisitur avvarðandi lógir og kunngerðir á økinum, sum við delegatión eru løgd til Undirvísingarstýrið • hevur ábyrgd av skynsamari fíggjarligari stýring og eftirliti innan ábyrgdarøki • hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni umframt rakstrar- og menningaruppgávum í Undirvísingarstýrinum • tryggjar ein góðan starvsfólka- og menningarpolitikk • Førleikar • Vit vænta, at umsøkjari m.a. hevur: • viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella námsfrøðiliga útbúgving umframt hollar leiðsluroyndir • innlit í virksemi og stýring á undirvísingarøkinum • skil fyri fíggjarstýring og góðar fyrisitingarligar førleikar • vitan um tær treytir, sum galda í politiskari fyrisiting • hug og hegni at leiða, er sjónlig/ur í leiðarastarvinum, og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við einum hugburði um álit heldur enn eftirlit • áhugað fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir Ynskiligt er, at komandi stjórin eisini er skúlafólk við royndum innan skúlaverkið. Vit bjóða Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við skúla- og stovnsleiðslur. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Setanar- og lønartreytir Starvið er sáttmálasett og lønt í 38. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins uttan tó at vera tænastumannastarv. Starvið verður lýst til setanar frá 1. mars 2018 ella skjótast møguligt eftir tað. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. februar 2018. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Poul Geert Hansen, aðalstjóra, á tlf. 555010. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita málsøkini, útbúgving, gransking, mentan og list, herundir eisini dagstovnaøkið, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, fjølmiðlar, ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Undirvísingarstýrið er nýggjur stovnur undir Mentamálaráðnum, sum er við at verða skipaður. Heimasíða Mentamálaráðsins er www.mmr.fo MENTAMÁLARÁÐIÐ Dreymastarvið finnur tú á in.fo