hósdagur 18. januar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
10
#MeToo
TEMA: #MeToo
#MeToo
Umráðandi ella
fordømandi?
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
#MeToo. Tvey orð, sum hava rivið upp í
samfeløgum kring allan heim. Valdshavarar
eru falnir orsaka av orðunum og órættað
hava fingið dirvi til at standa fram og rópa:
Eisini eg.
Men sum við øllum øðrum rákum elvir
#MeToo eisini til mótrák. Mótrákið eitur
– menn verða stigmatiseraðir og gjørdir til
brotsmenn. Ella sum Sveinur Tróndarson,
journalistur, sigur aðrastaðni í temanum
– reyvarhol. Spurningurin er – er rørslan
farin ov langt? Er gáttin fyri at rópa ”eisini
eg” blivin og lág?
Áðrenn #MeToo varð skrivað fyrstu
ferð, stóðu nakrar kendar kvinnur fram
alment. Tær høvdu verið fyri kynsligum
ágangi. Summar beinleiðis neyðtiknar,
aðrar tvingaðar til ávísar handlingar.
Uppaftur aðrar kroystar av sera óhóskandi
atburði. Ein og ein høvdu tær avmarkað
vald til at fáa rættvísi. Ein og ein vóru tær
í stórum vanda fyri at missa sítt livibreyð
ella gerast eitt miðlaoffur í einari orð-móti-
orði søgu, um tær søgdu sum satt var. Men
saman vóru tær sterkar. Saman fingu tær
givið Harvey Weinstein, framleiðara, hvørs
atburður er upprunin til rørsluna, ein
veruligan smeit. Maðurin er skuldsettur
av løgregluni, hevur mist virðislønir fyri
sítt yrki sum framleiðari og hevur mist
sítt góða umdømi. Aðrir kendir menn
úr Hollywood eru somuleiðis fangaðir í
rørsluni og sendirøðir sum House of Cards
eru fyribils steðgaðar, meðan ákærur verða
kannaðar móti mannligu stjørnunum.
Tí saman hava fólk, sum hava verið fyri
kynsligum ágangi kravt, at slíkur atburður
fær avleiðingar beinan vegin.
Nú, mánaðir aftaná at uppreisturin móti
Harvey Weinstein byrjaði, hava kvinnur og
menn kring allan knøttin rópt ”eisini eg”, og
ongantíð áður hevur so nógv fokus verið
á kynsligum ágangi. Vit hava sæð sterkar
kvinnur lætna av, at tær umsíðir sleppa
at siga frá sínum ágangi, og vit hava sæð
menn uppliva tað sum, at fortíðin nú skal
endurhyggjast við nýggjum ”#MeToo-
brillum”. Og Gud nái tann, sum hevur lagt
hond á skeiva knæi fyri 20 árum síðani. Ov
nógv, siga summi, kærkomið, siga onnur.
Spurningur, sum nú reisir seg
er – eru vit farin ov langt?
Spyrt tú 100 franskar kvinnur, sum herfyri
sendu eitt alment skriv til miðlarnar, so er
svarið ja. Sum kvinnurnar søgdu – MeToo
rørslan hevur í nøkrum førum ment seg
til puritanismu og eina heksajagstran eftir
mannfólki. ”Menn mugu hava loyvi til at
royna eftir kvinnum”, søgdu tær í stúranini
fyri, at tað seksuella frælsið er blivið skert.
Hesin spurning er tann, sum vit viðgera
í temasíðunum hesaferð. Elin Brimheim
Heinesen sigur aðrastaðni á síðunum,
at fyri hana er tað ræðandi, at menn
leggja kvinnurnar í rørsluni undir at vera
erkvisnar grátikonur, sum ikki tola eitt
klapp í afturpartin, og nú koma 30 ár seinni
seinni at grenja um tað.
- Teir lítisgera hendingarnar, kvinnurnar
hava verið fyri, og gera tær, sum hava sett
frámerkið á sín vanga, til láturs, sigur hon.
Sveinur Tróndarson er ikki heilt samdur.
Meðan hann sigur tað hava stóran týdning,
at stríðast móti neyðtøku og kynsligum
ágangi, so er tað farið so mikið langt, at
politikarar hava lagt frá sær, tí teir hava
klamsað eina kvinnu í afturpartin fyri 30
árum síðani.
- Samstundis eru hetta somu politikarar,
sum hava bumbað jørðina sundur og
saman uttan nakra avleiðing, sigur Sveinur
Tróndarson.
Hetta er ein ógvuliga samansettur
og fjøltáttaður spurningur at svara. Tí
ivaleyst er einki endaligt svar. Men á
komandi síðunum kanst tú í øllum førum
lesa áhugaverdar hugleiðingar og hugsanir
frá fólki, sum hava fylgt alheims rákinum
#MeToo. Fólk, sum royna at koma nærri
svarinum upp á spurningin – eru vit farin
ov langt?
Lesið temaði um rákið, sum broytti
heimin og sum neyvan ikki hevur sungið
sítt seinasta vers enn.
Í brævinum ávara umleið 100
kvinnuligir rithøvundar, listakvinnur og
akademikarar úr Frankaríki um, at MeToo-
rørslan í nøkrum førum hevur ment seg
til puritanismu og ein heksajagstran eftir
mannfólki.
Millum tær, sum hava skrivað brævið, er
filmsstjørnan Catherine Deneuve, skrivar
tíðindastovan AFP.
Í brævinum siga kvinnurnar sambært
AFP, at menn skulu hava loyvi til at royna
eftir kvinnum.