hósdagur 18. januar 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
11
- Um allar kvinnur, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og
plágan skriva Me Too sum status, so fáa vit møguliga givið
fólkum eina fatan av hvussu stórur trupulleikin er, vóru
boðini, ið av álvara setti gongd á #MeToo rørsluna
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
S
jáldan hava tvey smá orð
havt eins stórar sosialar,
menniskjaligar og sam
felagsligar avleiðingar sum
hashtaggið MeToo. Tvey smá orð
hava givið eina rødd til milliónir av
kvinnum, og nakrar menn, ið hava
greitt frá teirra søgum um hvussu
tey hava verið útsett fyri óynsktum
kynsligum atburði og misbrúki, ið
er farin yvir teirra mørk.
Hóast MeToo hashtaggið er
nærum tíggju ára gamalt, tað bleiv
fyrstu ferð brúkt í 2006, tá Tarana
Burke brúkti tað at varpa ljós á
kvinnur, ið hava verið fyri kyns
ligum ágangi, so tók tað veruliga dik
á seg í oktober, tá sjónleikarinnan
Alyssa Milano legði eina stutta
áheitan út á Facebook og Twitter.
- Um allar kvinnur, ið hava verið
fyri kynsligum ágangi og plágan
skriva Me Too sum status, so fáa
vit møguliga givið fólkum eina fat
an av hvussu stórur trupulleikin er,
skrivaði Alyssa Milano.
Fleiri milliónir djørv fólk um
allan heim, serliga kvinnur, tóku
undir við áheitanini, og deildu
teirra søgur um hvussu tey vóru
offur fyri kynsligum ágangi og
plágan.
Millum teirra, ið hava deilt sín
ar søgur eru fleiri stjørnur inn
an films- og tónleikavinnuna,
ítróttastjørnur og politikarar so
sum Bjørk, Ashley Judd, Gwyneth
Paltrow, Jennifer Lawrence,
Reese Witherspoone, Lady Gaga,
Uma Thurman, Ellen DeGeneres,
Simone Biles, Elizabeth Warren
og Angelina Jolie, tó at stóra talið
av kvinnum, ið deildu hashtaggið,
boðaði frá, at kynsligur ágangur
ikki ger mun, men at her var talan
um ein trupulleika, ið kvinnur úr
øllum mentanum, samfelagsløgum
og londum kendu.
Stjørnurnar falla
Alyssa Milano legði sjálv boðini út
á sosialar miðlar í kjalarvørrinum
av, at fleiri kvinnur høvdu ákært
kenda filmsframleiðaran Harry
Weinstein fyri kynsliga plágan og
misbrúk. Ákærurnar førdi við sær,
at Harry Weinsten bleiv koyrdur
úr sínum egna felag, konan rýmdi
frá honum og løgreglan í New York,
Los Angeles og London kanna nú,
um ákæra skal reisast fyri kynslig
an ágang.
Skjótt fekk rørslan eisini av
leiðingar fyri aðrar kendar persón
ar, tá søgur eftir søgur um óhósk
andi kynsligan atburð komu undan
kavi.
Við íblástri frá Me Too rørsluni
tók amerikanski sjónleikarin
Anthony Rapp eisini til orðanna
og greiddi frá hvussu kendi
amerikanski sjónleikarin Kevin
Spacey hevði víst ósømiligan kyns
ligan atburð móti sær, tá hann var
einans fjúrtan ára gamal. Fleiri
líknandi søgur komu skjótt undan
havi um kenda sjónleikaran, og
endin var, at hann misti leiklutin
sum amerikanski forsetin Frank
Underwood í sjónvarpsrøðini
House of Cards, umframt aðrar
leiklutir. Eins og við Harry Wein
stein, verður Kevin Spacey nú
kannaður fyri kynsligan ágang av
løgregluni í London.
#MeToo-rørslan hevur eisini
felt fleiri politikarar kring heimin.
Demokratiski senatorurin Al
Franken mátti í desember leggja
frá sær, tá ákærur fyri óhóskandi
kynsligan atburð vórðu reistar
móti honum og bretski verjumála
ráðharrin Michael Falcon fór eisini
frá vegna óhóskandi atburð mót
vegis hinum kyninum.
Eisini í Norðurlondum hevur
MeToo rørslan sett dagsskránna.
Í Norra, Svøríki og Danmark hava
hundraðtals kvinnuligir sjónleik
arar og tónleikarar skrivað undir
yvirlýsingar, har tey hava greitt
frá hvussu tær hava verið offur
fyri óhóskandi kynsligum atburði
og misbrúki, og fyrr í mánaðinum
bleiv eisini norski politikarin
Trond Giske, ið var varaleiðari
í norska Arbeiðaraflokkinum,
koyrdur frá sum varaleiðari, eftir
at fleiri kvinnur kærdi hann til
floksleiðsluna fyri ósømiligan
kynsligan atburð.
Sjáldan hava
tvey smá orð
havt eins stór
ar sosialar,
menniskjaligar
og samfelagslig
ar avleiðingar
sum hashtaggið
MeToo
Stóra talið av kvinnum, ið
deildu hashtaggið, boðaði
frá, at her var talan um ein
trupulleika, ið kvinnur úr
øllum mentanum, samfelags
løgum og londum kendu
#MeToo: Tvey orð sum
byrjaðu eina rørslu