Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 12 #MeToo TEMA: #MeToo MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO S amstundis sum #MeToo rørslan vindur meira og meira upp á seg uttanlands, síggjast ikki nógv #MeToo frámerki á vangamyndum hjá føroyskum kvinnum. Elin Brimheim Heinesen, sum sjálv hevur verið fyri grovum kynsligum ágangi, er ein av teimum fáu, sum hevur sett #MeToo frámerkið á sín vanga. Hon ivaðist leingi, og gjørdi sær nógvar tankar, áðrenn hon gjørdi tað. - Eg skilji tað væl, at kvinnur aftra seg. Eg ivaðist sjálv, áðrenn eg setti frámerkið á mín vanga. Fólk hugsa beinanvegin, hvat er hent henni, og fólk fara at sneyta. Tað er einki stuttligt. Vit liva í einum lítlum samfelagi, og ongin vil verða sæddur sum eitt offur, sigur Elin Brimheim Heinesen. Hon vildi so avgjørt eisini sjálv sleppa undan spurningum og gitingum, og hon vil als ikki vita av offurleiklutinum. - Eg vil ikki verða definerað í eygunum á øðrum av teimum upplivingunum. Eg eri annað og nógv meira enn tað. Eg vil ikki verða sædd sum eitt offur, tí eg føli ikki, at eg eri eitt offur. Eg eri komin yvir tað, og eri komin víðari, sigur hon. Elin Brimheim Heinesen hevur tosað við nógvar kvinnur, sum hava verið fyri grovum kynsligum ágangi, men tær hava valt ikki at seta #MeToo frámerkið á sín vanga, tí tær vilja sleppa undan gitingum og at fáa spurningar um nakað, sum tær hava bestan hug at gloyma. - Tað verður heldur ikki lættari, tá tað í kjakinum um rørsluna eru fleiri, sum vilja vera við, at bara tey, sum vilja spæla ein offurleiklut, seta frámerkið á sín vanga, sigur hon og vísir á, at tað er beint tað øvuta, sum er endamálið við frámerkinum. - Tá so nógvar kvinnur ikki tora at trína fram, so vísir tað bara, at #MeToo rørslan er als ikki yvirdrivin, soleiðis sum nógvir menn í Føroyum vilja vera við, men heldur hinvegin, at tað kemur ov lítið fram, sigur Elin Brimheim Heinesen. Ikki bara eitt klapp í afturpartin Elin Brimheim Heinesen sigur seg ikki skilja, hví serliga menn í Føroym øsa seg so nógv um #MeToo rørsluna. - Teir leggja kvinnurnar í #MeToo rørsluni undir at vera erkvisnar grátikonur, sum ikki tola eitt klapp í afturpartin, og nú koma 30 ár seinni at grenja um tað. Teir lítisgera hendingarnar, kvinnurnar hava verið fyri, og gera tær, sum hava sett frámerkið á sín vanga, til láturs, sigur hon. - Hetta snýr seg um nógv FØROYSKAR KVINNUR TORA IKKI AT TRÍNA FRAM Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri spurningum og gitingum, og vilja ikki vera sæddar sum offur. Harafturat óttast tær fyri at verða skírdar at vera erkvisnar grátikonur. Tað sigur Elin Brimheim Heinesen, sum sjálv ivaðist nógv, áðrenn hon setti #MeToo frámerkið á sín vanga Hetta snýr seg um nógv álvarsligari mál enn eitt lítið klapp. Talan er ofta um beinleiðis neyðtøkur, sum kvinnurnar ikki hava meldað, tí tær hava verið bangnar fyri, at tað kundi ikki prógvast