Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 13 álvarsligari mál enn eitt lítið klapp. Talan er ofta um beinleiðis neyðtøkur, sum kvinnurnar ikki hava meldað, tí tær hava verið bangnar fyri, at tað kundi ikki prógvast, sigur Elin Brimheim Heinesen. Menn í #MeToo kjakinum spyrja, hví kvinnurnar ikki langaðu nevan í borðið, tá tær vóru fyri kynsliga áganginum fyri 20-30 árum síðani, og hví tær koma fram við tí nú, tá tað sambært teimum er blivið modernað. Elin Brimheim Heinesen sigur soleiðis: - Eg havi hoyrt spurningin fleiri ferðir. Um tað var so álvarsligt, hví meldaði tú ikki tá? Hesi fólkini gloyma, at aftanfyri helst tey allaflestu #MeToo frámerkini liggja skelkandi, pínufullar og djúpt mannminkandi hendingar, sum í nógvum førum eru farnar fram, tá kvinnurnar vóru rættiliga ungar og óbúnar, ella í øllum førum í einari undirlutastøðu. - Eg trúgvi, at nógvar kvinnur gjøgnum tíðina hava uppgivið at konfrontera tað, sum tær hava upplivað sum eina sterka yvirmakt. Tær hava verið vísar í, at tær fóru at tapa, um tær bara við pástandi móti pástandi blakaðu seg út í eitt stríð við kanska nógv eldri og sterkari menn, møguliga ein familjulim, møguliga ein arbeiðsgevara, møguliga onkran, sum kanska var fíggjarliga nógv betri fyri. - Tær hava harafturat ikki bara skula hugsa um avleiðingarnar av at taka eitt stríð upp við ein einstakan gerningsmann, sum tær kanska kenna og kunnu møta á gøtuni restina av lívinum, men eisini við eitt heilt samfelag. Flestar kvinnur hava altíð vitað, at tað kann vera sera torført at sannføra onnur um, at tær hava verið fyri kynsligum ágangi – serliga menn, sum hava ilt vil at skilja, hvar markið gongur millum óseka fjeppan og beinleiðis ágang, og sum hava lyndi til at at vera solidariskir við sítt egna kyn, og tí ofta kveistra slíkt burtur sum grenj frá hysteriskum grátikonum, eins og vit síggja kvinnur nevndar í almenna kjakinum í løtuni, sigur hon. Hon bað sjálv um tað Elin Brimheim Heinesen vísir á, at samfelagshugburðurin hevur í stóran mun verið: “Hon bað sikkurt um tað, tí hon gekk úti um kvøldið einsamøll. Sikkurt onkustaðni, har øll vita, at kvinnur ikki skulu ganga einsamallar í myrkri, uttan so at tær vilja verða misbrúktar. Eingin bað hana fara har. Helst var hon eisini alt ov avbjóðandi ílatin, so hon er sjálvt úti um tað.” - Kvinnur vita, at tær fáa ofta skyldina, so tær velja heldur at tiga. Tá ein sær í almenna kjakinum, hvussu upplivingar av ágangi verið lítisgjørdar, og hvussu tey, sum siga frá, verða gjørd til láturs, eru tað nógv, sum hugsa, at tað loysir seg betur at tiga. Hvør vil hava eitt slíkt spjaldur sitandi á sær – at vera ein hysterisk grátikona, sum hatar menn? - Sum um tað hevur nakað sum helst við sakina at gera. Eg skilji væl, hví kvinnur aftra seg við at siga frá. Men eg vóni, at #MeToo rørslan kann venda hesum, so tað verður lættari frameftir at siga frá og mótmæla kynsligum ágangi, uttan at óttast fyri at verða lítisgjørdur ella gjørdur til láturs, sigur hon. Elin Brimheim Heinesen heldur, at atfinningarnar móti #MeToo rørsluni hava fingið nógv pláss í Føroyum. Tað hevur verið gjørt alt lítið av at spyrja og hava áhuga fyri, hví fólk eru við í rørsluni. - Eg sakni, at tað verður tosað um trupulleikan sum heild og viðurkent, at trupulleikin við kynsligum ágangi er veruligur, og at hann er stórur, helst størri enn tey flestu gera sær greitt, sigur Elin Brimheim Heinesen. #MeToo fyri øll Nógv tey flestu, sum seta frámerkið á sín vanga, eru kvinnur. Men menn gera tað eisini. - Hetta er so avgjørt ikki bara fyri kvinnur. Menn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hava líka stóran rætt til at gera vart við seg og mótmæla kynsliga áganginum, sigur Elin Brimheim Heinesen, sum leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera upp við kynsligan ágang. - #MeToo rørslan er ikki eitt álop á eitt heilt kyn, soleiðis sum fleiri siga hana vera. Tað er als ikki tað, sum hon snýr seg um. Veruleikin er bara tann, at tað eru flest menn, sum fremja kynsligan ágang, men tað merkir ikki, at øll Samfelags­ hugburðurin hevur í stóran mun verið: “Hon bað sikkurt um tað, tí hon gekk úti um kvøldið einsamøll. Sikkurt onkustaðni, har øll vita, at kvinnur ikki skulu ganga einsamallar í myrkri, uttan so at tær vilja verða misbrúktar. Eingin bað hana fara har. Helst var hon eisini alt ov avbjóðandi ílatin, so hon er sjálvt úti um tað Eg trúgvi, at nógvar kvinnur gjøgnum tíðina hava uppgivið at konfronterað tað, sum tær hava upplivað sum eina sterka yvirmakt. Tær hava verið vísar í, at tær fóru at tapa, um tær bara við pástandi móti pástandi blakaðu seg út í eitt stríð við kanska nógv eldri og sterkari menn, møguliga ein familjulim, møguliga ein arbeiðsgevara, møguliga onkran, sum kanska var fíggjarliga nógv betri fyri, heldur Elin Brimheim Heinesen