Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 14 #MeToo TEMA: #MeToo mannfólk gera tað. Tað má vera loyvt at mótmæla kynsligum ágangi, uttan at verða lagdur undir at leggja eftir øllum kallkyninum og at vera mannahatari, sigur hon. Hon ásannar, at tað henda mistøk, og at tað kann væl vera, at onkur ósekur er vorðin skuldsettur í sambandi við rørsluna. Men hon sigur seg ikki skilja, hví so nógv ljós verður varpað á nøkur heilt fá dømi, og nógv minni á allar tær søgurnar aftan fyri tær milliónirnar av MeToo-frámerkjum, har greitt verður frá veruligum kynsligum harðskapi, sum er framdur. Hvar er lutfallið? Hon vísir á, at ikki ein einasti hevur mist sítt starv í Føroyum orsaka av “MeToo ákærum. Kortini tykjast fleiri at óttast meira fyri hesum, enn tey óttast allan tann kynsliga ágangin, sum verður framdur. Ógrundaður ótti Í kjakinum um #MeToo rørsluna hava serliga menn ført fram, at #MeToo er bara ein nýpuritansk rørsla, sum er við at oyðileggja møguleikarnar hjá monnum at sleppa at vera menn, og at nú ber ikki longur til at fjeppast eitt sindur uppi í einari kvinnu ella at siga nøkur vøkur orð við hana, uttan at teir eru í vanda fyri at enda sum #MeToo á onkrum vanga. Elin Brimheim Heinesen sigur, at hatta er nakað tvætl. - Ongin kvinna fer at gremja seg um nøkur smikrandi orð ella meinaleysa fjeppan. Tað er ein púra ógrundaður ótti, sigur hon. - Hatta er bara til í teirra egna hugaheimi. Hatta er ikki veruligt. Um so var, so var tað langt síðani hent, og so skuldu allar kvinnur hata menn, tí tað var kanska upp aftur verri fyrr í tíðini. Og tað gera tær jú ikki. Eisini vísir hon á, at menn, sum stúra fyri avleiðingunum av rørsluni, hava einki at óttast, um kvinnurnar, sum skriva #MeToo verða tiknar í álvara og ikki verða gjørdar til láturs. - Um tær kenna seg hoyrdar og virdar, tá tær siga frá ella seta mørk, so verða tær eisini tryggari við mannfólk, og so er einki til hindurs fyri fjeppan. Sjálvandi kunnu øll fjeppast so galið tey vilja – bara tey tryggja sær, at báðir partir eru við upp á tað. So einfalt er tað, heldur Elin Brimheim Heinesen. Hon leggur afturat, at nógv teir flestu menninir vita, hvar markið gongur, og tí skilir hon ikki, at teir kenna seg so raktar av hesari rørsluni. - Teir kunnu bara hyggja upp á konufólkini. Eru teir nóg empatiskir, so duga teir beinanvegin at avlesa støðuna. Tað er ikki fløktari enn so, sigur Elin. Tað eru eisini kvinnur, sum halda, at rørslan er óneyðug. Elin Brimheim Heinesen heldur ikki, at tað er so løgið, tí tað eru tíbetur ikki allar kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Og tað er ofta soleiðis, at fyrr enn mann sjálvur hevur roynt tað, so trýr mann ikki upp á tað. Mann er góðtrúgvin og heldur, at verðin er góð. Men brádliga hendir einum nakað, sum fær verðina at síggja heilt øðrvísi út, sigur hon. Endamálið við ”MeToo rørsluni Endamálið við #MeToo rørsluni er at steðga kynsliga áganginum, og at tey, sum fremja ágangin, skulu standa til svars fyri sínar gerðir. Tað er tað, sum avleiðingin skal verða av rørsluni, og einki annað. Elin Brimheim Heinesen sigur, at ongantíð betur, um hetta kemur meira fram í ljósmála, so vit fáa gjørt nakað við tað, soleiðis at øll kunnu ganga trygg úti um næturnar uttan at vera bangin fyri at verða álopin. - Endamálið er jú, at vit øll skulu kenna okkum trygg, og at tað er púra greitt fyri øllum, hvar markið gongur, og at nei merkir nei, sigur hon. Hon vísir á, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum hon kennir, eru bangnar fyri at ganga heim einsamallar um náttina, men at hon kennir fáar menn, sum eru bangnir fyri at ganga úti einsamallir. Og hví eru tær so bangnar, spyr Elin Brimheim Heinesen og vísir til rithøvundin Margaret Atwood. - Margaret Atwood sigst at hava sagt soleiðis: “Menn eru ræddir fyri, at kvinnur flenna at teimum. Kvinnur eru ræddar fyri, at menn drepa tær.” Hetta er kanska eitt sindur yvirdrivið orðað, men har er eitt grann av sannleika í tí. Vónandi kann #MeToo verða við til at fáa eyguni hjá fólki upp fyri, hví so nógvar kvinnur líða av ótta fyri at ganga einsamallar um náttina. Er hetta er ein heilt ógrundaður ótti? - Hava tær havt keðiligar upplivingar? Tað tori eg at pástanda, at tær hava, ella tær hava hoyrt um aðrar, sum hava havt keðiligar upplivingar, tá tær hava gingið úti einsamallar um náttina, sigur hon. Hóast nógv teir flestu menninir ikki kundu droymt um at neyðtikið nakran, so er veruleikin tann, at menn fremja næstan allar neyðtøkur. Tøl í USA vísa, at meira enn 99 prosent av neyðtøkunum verða framdar av monnum, og at tað eru bæði kvinnur og menn, ið verða neyðtikin. -Hetta er tíverri ein veruleiki, vit øll mugu viðurkenna, um nakað skal gerast við tað. Annars ber ikki til at taka um rótina á trupulleikanum. Tað merkir sum sagt ikki, at allir menn eru so, men nakrir eru. Vit kunnu ikki framhaldandi kveistra henda veruleikan burtur, sum nógv, serliga menn, hava lyndi til, bara tí teir ikki sjálvir kundu funnið upp á slíkt. Men tá átti netupp ongin orsøk verið til at kenna seg raktan, heldur hon. ”MeToo rørslan ger mun Elin Brimheim Heinesen heldur, at #MeToo rørslan fer at gera mun í strembanini eftir at steðga kynsligum ágangi. Sjálvt um mótstøðan móti rørsluni er stór, so er tað kortini nakað, sum fólk hugsa um. - Tað skal sodna. Eg trúgvi, at nógv av teimum, sum hava verið í móti rørsluni at byrja við, lurta eitt ella annað stað kortini. Um hetta kann fáa fólk at hugsa seg betur um, hvar mørkini ganga millum vanliga fjeppan og so ágang, so hevur rørslan gjørt nakað gott, sigur Elin B. Heinesen. Hon sigur seg rokna við, at rørslan fer ikki at steðga enn, tí tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, finna seg ikki í tí meira, og vilja gera okkurt fyri at steðga áganginum. - Tey gevast ikki so lætt, nú hol fyrst er komið á svullin, sigur Elin Brimheim Heinesen. Eg ivaðist sjálv, áðrenn eg setti frámerkið á mín vanga. Fólk hugsa beinanvegin, hvat er hent henni, og fólk fara at sneyta. Tað er einki stuttligt. Vit liva í einum lítlum samfelagi, og ongin vil verða sæddur sum eitt offur