Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 15 MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO E in orsøk til tey nógvu mál­ ini um kynsligan ágang, sum ljós er varpað á teir sein­astu mánaðirnar í sam­bandi við #MeToo rørsluna, kann vera, at menn duga ov illa at av­lesa tey signal, sum kvinnurnar senda. Og at kvinnurnar duga ov illa at siga frá, heldur Eyðun Joen­ sen, sálarfrøðingur. Hann vísir á, at flestu okkara vilja hava, at tey, sum vit eru sam­ an við, góðtaka og tola okkum, og tí royna vit at tillaga atburð og sam­ skifti soleiðis, at onnur ikki verða stygd burtur. - Eg haldi sjálvur, at ov grovt prát kann vera at fara yvir mark hjá summum. Tíbetur lesa vit onn­ ur menniskju av, og um tey vísa, at teimum ikki dámar slíkt prát, ella at nortið verður við tey, so tillaga vit okkum, so at vit ikki fara um mørk hjá øðrum. - Tað er bæði ein spurningur um, hvørt tann, sum brýtur mørk hjá øðrum, skilir tey signal, sum við­komandi sendir, og um tann, sum kennir seg eyðmýktan, dugir nóg væl at siga frá, sigur Eyðun Joen­sen. - Hetta er eitt grátt øki, har tað eru misskilingar, og har vit ikki tulka og virða signal frá øðrum nóg væl, sigur hann. Hvar gongur markið Tað er ymiskt frá persóni til persón, nær hann kennir seg eyðmýktan ella vanvirdan. Nøkur halda ikki, at tað er nakar trupulleiki, at prát­ið er ónærisligt, ella at onkur nert­ur við ein. Onnur halda hetta vera ósømiligan atburð og taka sær tykni av tí. - Tað er torført at siga, hvar mark­ið gongur. Men eg haldi, at markið gongur altíð har, sum ein kenn­ir seg at verða eyð­mýkt­an, sig­ur Eyðun Joensen, sálar­frøð­ ing­ur, og leggur afturat, at tað hoyr­ir til almenna dannilsi at virða spælireglurnar, og ikki gera seg inn á onnur hvørki við orðum ella gerðum. Vantandi innliving og virðing Tá talan er um menn, sum halda seg hava rætt til at nerta við eina kvinnu, sama um henni dámar tað ella ikki, sigur Eyðun Joensen, at teim­um vantar innliving og virðing fyri øðrum. - Tey flestu trilva seg fram, áðrenn tey koma til sakina. Men tað eru summi fólk, sum trampa inn í sálina á øðrum uttan at hugsa tað allar minsta um, hvussu tey hava tað. Her er talan um vantandi inn­living, virðing og dannilsi, sigur Eyðun Joensen. Hann nevnir sum dømi, at um ein stjóri tekur sær rætt til at kráma uppi á einum medarbeiðara, so hevur hann hvørki vilja ella evn­ ir til at seta seg inn í støðuna hjá tí, sum hann ger seg inn á. - Ein persónur, ið soleiðis brýt­ ur tær fakligu og starvsligu spæli­ regl­urnar, vantar bæði dannilsi og virð­ing fyri øðrum, sigur Eyðun Joen­sen. Hann vísir samstundis á, at tað er torført at siga, hvat rørist í einum manni, sum brýtur spælireglurnar ferð eftir ferð. - Fáur veit, hvar rørir seg í sálar­ dýpi­num. Okkara framferð og vit­ an um okkum sjálvi er kanska bara toppurin av ísfjallinum. Kanska eru vit bara á so skeivari kós, at vit skúgva signalini til viks og billa okkum inn, at innast inni vil hon tað kortini, sigur Eyðun Joensen. Hann leggur afturat, at ofta undrast vit á okkum sjálvi. Vit vita ikki hví, at vit gjørdu hetta og hugs­aðu hatta. Vit kunnu gerast bilsin av tí, sum annars fjalt prutlar undir loki­num hjá okkum sjálvum, sigur hann. Menn gjørdir til grísar Eyðun Joensen heldur, at sum heild verða ov nógvir menn gjørd­ir til grísar. Hann vísir í hesum sam­ bandi á, at tað liggur til mannkynið at vera meira virkin í sovorðnum sam­bondum. - Um ein genta klípur ein drong í afturpartin undir einum dansi, verður hon roknað sum ein verri teys. Tá ein drongur ger tað sama, so er hann bara fullur av hormon­ um, sigur Eyðun Joensen. Tann loyvdi atburðurin hjá mann­fólki er meira frílyntur enn hjá konufólki. Tað eru sum heild menn, ið taka stigið, men aftur her er talan um eitt grátt øki, har tey røttu signalini ikki verða send síná­millum. - Tann, sum kennir, at hin hevur gjørt sær ónáðir, hevur kanska ikki givið greið boð, og hin dugdi ikki at av­lesa boðini og at virða tey, sigur Eyðun Joensen. Ringar í vatninum Eyðun Joensen sigur, at tá hann fyrst frætti um ”MeToo rørsluna hugs­aði hann beinanvegin, at hetta fer at breiða seg sum ringar í sjón­um. Tá ein kavabóltur fer á rull, so fara fleiri. Tað er sum ein sosial smitta. - Spurningurin er so, hví tað tykist at smitta. Tað kann vera tí, at tað er rætt, at tey hava verið fyri yvirgangi, og hava dult tað og kanska ikki torað at sagt frá, um­framt hjá onkrum eitt høvi at gera vart við seg og í versta føri at gera seg upp. Soleiðis er tað eisini í øðrum líknandi málum, tá ein stígur fram og fortelur sína søgu um kynsligan ágang, so koma mangar afturat, sigur Eyðun Joen­ sen. Sálarfrøðingurin vísir sam­ stund­is á, at eisini í hesum sam­ bandi er talan um eitt grátt øki, og at hjá onkrum, sum er við í bylgju­ ni, hevur málið kanska ikki so nógv upp á seg. Eyðun Joensen sigur at enda, at hann vil treyðugt fella dóm yvir nakran, sum verður lagdur undir at hava gjørt seg kynsliga inn á onnur í hesari ”MeToo rørsluni, tí hetta er eitt grátt øki, har ein stórur partur av orsøkini er vantandi innliving í, hvussu atburður og samskifti ávirka onnur. MISSKILJINGAR OG VANTANDI VIRÐING Í kjalarvørrinum á #MeToo rørsluni verður nógv kjakast um, hví summir menn fara um mark og gera seg kynsliga inn á kvinnur. Sambært Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, snýr tað seg ofta um misskiljingar, vantandi virðing fyri øðrum og vantandi innliving