Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 16 #MeToo TEMA: #MeToo - Vit mugu sjálvir vakna og verja okkara kyn. Vit skulu aldrin góðtaka svínskan atburð, vit skulu altíð verið høvisk móti hvørjum øðrum og vit skulu altíð uppføra okkum sum fólk. Men menn eru menniskjur og menniskjur gera feilir. Tað sigur Sveinur Tróndarson, ið heldur at #Metoo rørslan er farin ov langt LOYSA IKKI HEIMSINS TRUPULLEIKAR VIÐ AT GERA ØLL MANNFÓLK TIL REYVARHOL HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F á evnir hava seinastu árini sett dagsskránna yvir fleiri landamørk sum #MeToo-rørslan, sum farna árið skolaði yvir Vestur­ heim­in. Serliga nógvar kvinnur hava staðið fram og greitt frá upp­livingum, har serliga menn ikki hava kent seksuellu mørkini. Rørslan hevur ført til eitt hópatal av ákærum og atfinningum móti monn­um í øllum samfelagsløgum, og hava fleiri teirra goldið prísin fyri tað, og gongur tað nærum ikki ein dagur, har nýggjar søgur ikki síggja dagsins ljós um menn, ið ikki kenna mørk. Tó at rørslan hevur gjørt nógv gott og set hol á eitt síggja til taboo evni í vesturlendska heiminum, so eru tað tó summi, ið meta, at rørslan er farin ov langt. Ein teirra er Sveinur Tróndarson, ið metir, at upprunaliga meiningin við rørsluna var góð, men at hon síðan er farin um mark. - Eg haldi tað er fínt, at fólk gera vart, tá ið tey hava verið fyri órætti. Eg trúgvi eisini, at ætlanin hjá teimum, ið byrjaðu hetta, var góð, men nógv av tí er blivið mis­ brúkt til nakað heilt annað. Tað dámar mær ikki, sigur Sveinur Tróndar­son. Fyri at vísa hvussu langt rørslan er farin, vísir hann á dømir, um hvussu slík mál, ið enntá kunna vera rættiliga gomul, fáa størri av­leið­ingar enn onnur mál, ið eru nýggjari og nógv meira álvarsom. - Ein persónur kann hava framt eitt mistak, tá viðkomandi var ungur, og tretivu ár aftaná verður søgan almenn, og nú skal við­kom­ andi revsast við aftur­virkandi kraft. Politikarar í USA hava lagt frá sær, tí teir hava klamsa eina damu í reyvina ella okkurt verri fyri tretivu árum síðan. Men hetta eru somu politikarar, ið hava bumbað jørðina sundur og saman, uttan at tað hevur fingið av­leiðingar fyri teir, sigur Sveinur Tróndar­son og heldur fram. - Vit hava lopið á Irak uttan nakra haldgóða próvførslu. Men nú okkurt gamalt mál kemur undan kavi, tá skulu somu politikarar slettast av jørðini. Tað er har eg haldi alt hetta fer ov langt. Eg havi djúpa virðing fyri, at fólk, ið hava verið fyri órætti, gera vart við seg. Í heila tikið er tað mín sannføring, at hevur tú verið fyri órætti, so skalt tú gera vart við teg. Men vælsigni geri tað, meðan tað er aktuelt. Svart/hvítt Í samrøðuni leggur Sveinur Tróndar­son fleiri ferðir dent á, at hann ikki ynskir lítilsvirða tær kvinn­ur, ið siga frá, ella verja teir menn, ið eru farnir yvir mark, men hann sær ein vansa í, at í kjalar­ vørrinum av rørsluni, so hava fólk lyndið at seta allar menn í sama bás. - Tað verður ført fram, at kvinn­ ur, ið siga frá, ikki verða tiknar fyri fult. Tíverri er tað rætt í nógvum førum, men tað er ein annar trupul­leiki, ið samfelagið eisini má loysa. Men vit loysa ikki allar heimsins trupulleikar við at gera øll mannfólk til reyvarhol, sigur Sveinur Tróndarson. Sveinur Tróndarson metir nevni­liga, at kjakið mangan verður ov svart/hvítt, og at tað er vorði ov lætt bara at generalisera um øll mann­fólk, tí tað eru nakrir, ið ikki duga sær hógv. - Um man sigur nakað um menn, so passar tað. Sigur tú nakað ringt um menn, so passar tað serliga væl. Men tað er bara ikki so í lívinum, at tú antin ert fittur ella ert eitt reyvar­hol. Tað er alt annað upp á hvønn tú spyrt. Mamma tín fer helst at siga, at tú ert fittur, meðan onkur tú hevur fornermað sigur, at tú ert eitt reyvarhol. Men mill­um har eru fleiri gráir tónar millum svart og hvítt, sigur Sveinur Tróndar­son. Í kjakinum viðvíkjandi #MeToo undrast Sveinur Tróndarson ser­ liga yvir, at gamlar syndir verða drign­ar framaftur, so at fólk skulu standa til svars fyri støður, ið hendu fyri fleiri ártíggjund síðan. - Tað eg eri bangin fyri er, at vit stig­mat­isera á ein slíkan hátt, at øll mannfólk, ið hava verið á onkrari skeivari kós einaferð í lívinum, nú skulu setast á svartalistan. Men er verðin so einkul sum tað? Tað haldi eg ikki. Tað kann ikki vera soleiðis, at um tú hevur gjørt nakað skeivt sum 18 ára gamal í Hoydølum, so skalt tú straffast 20-30 ár aftaná. Eg havi eisini gjørt feilir, men skal eg fara og biðja um umbering til øll eg havi fornermað? Eg hevði aldrin verði liðugur, sigur Sveinur Tróndarson. Rættarskipan Kendi samfelagskjakarin metir tað eisini vera ein trupulleika, at rørslan í ein stóran mun virkar uttan­fyri verandi rættarskipan, ið er ein av grundsúlunum í modern­ aðu, vesturlendsku samfeløgunum. - Vit hava eina rættarskipan, har slík mál skulu loysast. Um vit hava ein trupulleika við verandi skipan, so mugu vit pínadoyð syrgja fyri at loysa hann. Vit loysa ikki heimsins trupul­leikar við at øll somul stilla seg upp og siga #MeToo, #YouToo ella #YouAsshole ella hvat vit velja at siga. Tað einasta tað avrikar er at undirgrava rættarskipanina, vísir Sveinur Tróndarson á. Tú kanst ikki skera eitt heilt kyn yvir ein kamb. Vit eru ymisk sum menniskjur, og tað einasta vit hava til felags er, at vit øll hava gjørt feilir. Endin var, at tað kom sum ein flóðalda inn yvir samfelagið og fólk mistu tamarhaldið á tí. Úrslitið er, at Gud og hvør maður hevur gjørt ting, ið eru skeiv, og skulu revsast fyri tað.