hósdagur 18. januar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
17
Harumframt gongur hetta beint
øvugt móti tí, ið vit vanliga siga
vit ynskja fyri tað føroyska sam
felagið.
- Vit snakka um at byggja okkara
samfelag við rættartrygd sum ein
grundleggjandi part. Men í hesum
førinum gera vit tað øvugta. Um
onkur reisir eina ákæra móti tær,
so verður tú settur á svartalista.
Eg dugi ikki at síggja hvussu tað
hjálpir, sigur Sveinur Tróndarson.
Var neyvan ætlanin
Hóast Sveinur Tróndarson er at
finningarsamur móti rørsluni, ið
hevur rist Vesturheimin seinastu
mánaðirnar, so er týðiligt, at
hansara kritikkur er meira rætt
aður eftir hvat rørslan er blivin
til. Sjálvt upprunin til rørsluna
metir hann nevniliga vera góðan,
og leggur hann fleiri ferðir dent á,
at tað er týdningarmikið at boða
frá, um man metir seg hava verið
fyri órætti.
- Eg trúgvi ikki hetta var ætlanin
hjá teimum, ið byrjaðu rørsluna.
Tey gjørdu tað fyri at vísa á, at tað
eru nakrir persónar, ið útnytta sína
makt. Men so eru tað eisini nakrir
persónar, ið hava sæð hetta og sagt,
at hetta er smart. Um eg fari út nú,
so fái eg umtalu og verði møguligur
kendur aftur, sigur Sveinur
Tróndarson og heldur fram.
- Endin var, at tað kom sum ein
flóðalda inn yvir samfelagið og
fólk mistu tamarhaldið á tí. Úrslit
ið er, at Gud og hvør maður hevur
gjørt ting, ið eru skeiv, og skulu
revsast fyri tað. Ein dama, ið tú
hevur kent í ungum árum, kann
fara út og siga okkurt um teg, og
tá hon hevur sagt tað, so hevur
hon automatiskt rætt, og tú skalt
taka avleiðingarnar. Hvar bleiv av
próvnum?
Mugu vakna
#MeToo hevur sett sjóneyka á
serliga atburðin hjá mannfólkum
og teirra manglandi virðing fyri
mørkunum hjá kvinnum. Og
ágangurin er vorðin so stórur, at
Sveinur Tróndarson metir, at tað
er týdningarmikið, at menn ansa
sær, og ikki bara góðtaka, at allir
verða skerdir yvir ein kamb.
- Vit mugu sjálvir vakna og verja
okkara kyn. Vit skulu aldrin góð
taka svínskan atburð, vit skulu
altíð verið høvisk móti hvørjum
øðrum og vit skulu altíð uppføra
okkum sum fólk. Men menn eru
menniskjur og menniskjur gera
feilir. Eg taki undir við, at fólk
gera vart við, tá tey hava verið fyri
órætti. Men lat okkum gera tað, tá
ið tað hendir, og ikki bíða fleiri
ár, áðrenn vit ákæra onnur, sigur
Sveinur Tróndarson.
Sveinur Tróndarson vísir á,
at eins og tað ikki ber til at skera
allar kvinnur yvir ein kamb, so ber
heldur ikki til, at siga at øll mann
fólk eru ræðulig, tí at Harry Wein
stein, Kevin Spacey og aðrir eru
farnir yvir mark.
- Tú kanst ikki skera eitt heilt
kyn yvir ein kamb. Vit eru ymisk
sum menniskjur, og tað einasta
vit hava til felags er, at vit øll hava
gjørt feilir. Spurningurin er bara
hvat slag mistak tað var, og um
mistakið skal straffast ultimativt,
bara tí ein persónur ikki dámar teg
og ynskir at revsa teg fyri tað, sigur
Sveinur Tróndarson.
Vit snakka um at
byggja okkara
samfelag við
rættartrygd sum
ein grundleggjandi
part. Men í hesum
førinum gera vit tað
øvugta
Sveinur Tróndarson,
journalistur heldur, at
MeToo rørslan er farin
ov langt. Hann vísir á, at
politikarar hava lagt frá
sær, tí teir hava klamsað
eina kvinnu í afturpartin
fyri 30 árum síðani. Tað
eru somu politikarar,
sum hava bumbað jørðina
sundur og saman uttan
nakrar avleiðingar