Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 18 LÍVSSTÍLUR: Ferðavinna ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO T alið av miðlum, sum tilnevna Føroyar sum eitt av heimsins mest spennandi ferðamálum, sær bara út til at vaksa. Í nøkur ár hava fleiri av heimsins størstu fjølmiðlum umrøtt Føroyar í hesum høpi.  Ein av føroysku fyritøkunum, ið hevur sett sjóneykuna á vaksandi áhugan fyri Føroyum í Amerika er fyritøkan Heimdal Tours, sum í komandi viku skal umboða Føroyar á størstu ferðaframsýningini í Norðuramerika, New York Times Travel Show, sum verur í New York 26.-28. januar. Á New York Times Travel Show luttaka 560 fyritøkur umboðandi 170 lond innan ferðavinnu úr øllum heiminum, og fyriskipararnir vænta á leið 30.000 vitjandi hetta vikuskifti. Heimdal verður einasta umboð úr Føroyum. David Whale, ið saman við Tummas Rubeksen eigur og rekur Heimdal Tours, sigur, at teir vænta, at áhugin fyri Føroyum fer at vaksa, eftir at teir hava varpað ljós á Føroyar á størsta og best umtóka ferðavinnutiltaki í Norðuramerika. Upprunaliga var ætlanin at fara til eitt ferðavinnutiltak í Nuuk, men av tí at David og Tummas samstarva við eina ferðavinnufyritøku í Avstralia, sum vitjaði New York Times Travel Show síðsta ár, so kannaðu teir møguleikan fyri at luttaka, og valdu at royna. Heimdal Tours hevur fingið fíggjarligan stuðul frá NORA, tí fyritøkan samstarvar við íslendsku fyritøkuna, Arctic Exposure, ið selur photography tours ella myndatøkuferðir. – Av tí at vit eru einasta umboð fyri Føroyar, so vænti eg, at vit fáa nógv uppmerksemi á tiltakinum, tí áhugin er longu stórur, sigur hann og greiðir frá, at teir báðir serliga leggja seg eftir at vísa smáum ferðaliðum oyggjarnar á ein øðrvísi hátt. – Vit hava ongantíð fleiri enn 10 fólk í einum bólki, tí tað er umráðandi, at túrnarnir verða persónligir, upplivingarnar serstakar og at vit vanda okkum væl um føroysku náttúruna, sigur hann. Stríðið um grindadráp Tá ið David Whale og Tummas Rubeksen byrjaðu fyritøkuna og valdu at hugsavna seg um Amerika, Avstralia og lond í Asia, so fingu teir fleiri ferðir at vita, at tað kundi verða torført, tí Føroyar høvdu ringt umdømi í fleiri av hesum londunum, tí vit drepa grind. Hann leggur tó dent á, at í Amerika búgva fleiri enn tríhundrað milliónir fólk, og tey ið ikki dáma grindadrápið koma ikki hendanvegin. Tað eru tó fleiri, ið hava stóran áhuga í at vitja og eisini fleiri, ið onki kenna til grindadráp ella ikki hava eina meining um, hvørt tað er rætt ella skeivt. – Eg havi havt fleiri vitjanir av amerikanarum, og fleiri teirra vita onki um grindadrápið, áðrenn tey koma. Marknaðurin í Amerika er ómetaliga stórur, sigur David Whale. Hann greiðir frá, at amerikanarar vanliga hava vitjað stórbýir í Evropa, so sum London, Berlin, París, Róm, Barselona og Prag. Óttin fyri yvirgangi er tó so veruligur, at nógv ferðafólk leita sær til tryggari støð, og David Whale heldur, at tað er ein av orsøkinum til vaksandi áhugan í millum annað Íslandi og Føroyum. – Fleiri hava verið í Íslandi í eina viku ella so og velja síðani at koma til Føroyar í nakrar fáar dagar. Tá tey koma, so siga tey ofta, at tey vildu ynsk, at tey heldur komu til Føroya í longri tíð og síðani líka vitjaðu Ísland. Føroyar eru friðarligar og tryggar, og enn ber til at finna støð, har ongin annar vitjandi er. Tað er nakað serligt hjá teimum, sigur hann. Útlendingur vísur ferðafólki landið David Whale hevur búð í Føroyum í níggju ár, men hann er upprunaliga úr Onglandi. Hann hevur arbeitt sum sølumaður, í kundatænastu og á hotelli, men byrjaði í 2015 fyritøkuna Heimdal Tours saman við Tummasi Rubeksen. Hann heldur sjálvur, at tað er nakað serstakt at vísa ferðafólki runt í Føroyum, tá ein ikki sjálvur er føroyingur, tí ein onkursvegna sær landið við øðrum eygum. –Eg síggi vakurleikan á ein annan hátt, tí eg ikki eri uppvaksin við at hendan vakra náttúran er gerandiskostur, staðfestir hann. STÓRIR MØGULEIKAR Í AMERIKA Tá Peter Greenberg, ferðakønur hjá CBS News í Amerika, millum annað nevndi Føroyar, sum eitt tað mest spennandi landi at vitja í 2018, hoyrdu 3.000.000 amerikanarar um Føroyar. Ferðavinnan er vaksandi, og áhugin í Føroyum er eisini vaksandi í londum uttan fyri Evropa. Lond so sum Amerika, Avstralia og fleiri lond í Asia