hósdagur 18. januar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
19
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
S
einnu árini hevur Visit
Faroe Islands gjørt meir
burturúr at samskifta við
stórar miðlafyritøkur,
økt um PR arbeiði og digitalari
marknaðarføring á sosialu
miðlunum, og á tann hátt er
kunning um Føroyar rokkin til
Amerika eisini, greiðir Guðrið
Højgaard, stjóri í Visit Faroe Is
lands, frá.
– Til dømis vitjaði New York
Times tríggjar ferðir í Føroyum í
fjør. Áhugin úr Amerika fyri Før
oyum hevur verið vaksandi, og
tað var serliga sólarmyrkingin
í 2015 og lýsingarátakið Sheep
View, ið gjørdu størsta munin,
sigur hon.
– Visit Faroe Islands fær fleiri
fyrispurningar úr Amerika, og ein
av teimum heilt stóru orsøkunum
er, at fleiri ynskja at eta á KOKS,
sum í fjør fekk eina Michelin
stjørnu. Amerikanarar ringja og
vilja bóka borð á KOKS, áðrenn
tey keypa ferðaseðilin til Føroya,
tí KOKS er høvuðsorsøkin til
ferðina hjá mongum teirra, leggur
Guðrið Højgaard afturat.
Umtala í miðlum
Guðrið Højgaard nevnir eisini
umtaluna, sum Føroyar fingu á
CBS frá Peter Greenberg, tá hann
nevndi Føroyar, sum eitt tað mest
spennandi landi at vitja í 2018.
Visit Faroe Islands hevur havt
samband við Peter Greenberg
í eina tíð, og fleiri ferðir hevur
verið roynt at fingið hann til
Føroya at vitja men sendingin,
sum hann ger er kostnaðarmikil,
og Visit Faroe Islands hevur ikki
pening til at rinda fyri at fáa slíka
umtalu.
–Vit hava tó framhaldandi
havt dialog við miðlarnar har,
og tað var gleðiligt, at hann valdi
at nevna Føroyar, hóast vit onki
hava goldið, sigur hon og leggur
afturat, at søgurnar, ið verða
sagdar um Føroyar í Amerika
eru einamest um serstakan mat
og flott design, sum stórur áhugi
tykist at vera fyri.
–Hóast vit enn eru ókend, so
síggja vit ein tíðiligan áhuga og
stóran vøkstur, tí Føroyar eru ein
søga, sum ikki áður er søgd, og tí
er tað dragandi, sigur Guðrið Høj
gaard.
Stórt potentalii
Meginparturin av amerikanar
unum, ið vitja í Føroyum koma
við ferðamannaskipum, og
steðga bert í nakrar tímar. Men
tað eru eisini alsamt fleiri, ið
velja Føroyar sum ferðaland.
Í 2016 vóru 3300 gistingar úr
Amerika, og tað er fimm prosent
av samlaðu gistingunum ta árið.
Visit Faroe Islands legði
fyrstu árini eina langtíðarætlan,
og tá varð avgjørt at fokusera
uppá Evropa í marknaðarfør
ingsarbeiðinum. Amerika er tó
tilvitað tikið við í PR arbeiðinum
og digitalari marknaðarføring
á sosialu miðlunum. Í fjør vóru
umboð frá Visit Faroe Islands
tó fyri fyrstu ferð á eini stevnu
í Amerika, og ætlanin er at fara
aftur í ár. Umframt tað, so vitja
amerikansk umboðsfólk í Føroy
um og skapa umtalu á tann hátt.
Orsøkin til, at Visit Faroe
Islands ikki ordiliga hevur satsað
uppá Amerika er ikki, at Amerika
ikki er av áhuga, men heldur er
tað raðfestingin av tíð, orku og
peningi, greiðir hon frá.
Tað er tó nevningsvert at
størsti vitjunarbólkurin á heima
síðuni hjá Visit Faroe Islands er úr
Amerika. Orsøkina heldur Guðr
ið millum annað vera heita orða
skifti um grindadráp, ferðafólk
við ferðamannaskipum og eisini
onnur, ið hava hoyrt um Føroyar
gjøgnum ymisku PR átøkini.
Guðrið Højgaard sigur, at var
meir orka og peningur til mark
naðarføring, so hevði Visit Faroe
Islands satsa meir uppá Amerika,
tí amerikanarar passa væl til
Norðurlendsk ferðamál, tí tey eru
løtt at hava við at gera og leggja
nógvan pening eftir seg.
MYND: VISUALHUNT.COM
Amerikanarar eru
áhugaverdir fyri Føroyar
Søguliga hevur ferðavinnan í Føroyum ikki miðað eftir, at
fáa ferðafólk úr Amerika til Føroya. Landið er ómetaliga
stórt, og Føroyar hava verið at kalla ósjónligar í Amerika
Hóast vit enn er
ókend, so síggja
vit ein tíðiligan
áhuga og
stóran vøkstur,
tí Føroyar eru
ein søga, sum
ikki áður er
søgd, og tí er
tað dragandi