Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 21 SOSIALURIN 119 MATUR CHEVRE - OG VINAIGRETTE PREI: Tað kann vera torført at fáa oljuna og sýruna at blanda seg - eins og tað er torført at blanda olju og vatn. Men tað ber til. Ein møguleiki er at koyra blandingina í eina krukku við loki, og so dansa runt á gólvinum sum eitt ørt eina løtu - við krukkuni í hondini… Ella bara rista krukkuna… men tað er stuttligari at dansa. Hin møguleikin er at brúka ein emulgator - bindievni. Hetta kann t.d. vera hunangur ella sinnoppur. PREI: Tað kann vera torført at fáa oljuna og sýruna at blanda seg - eins og tað er torført at blanda olju og vatn. Men tað ber til. Ein møguleiki er at koyra blandingina í eina krukku við loki, og so dansa runt á gólvinum sum eitt ørt eina løtu - við krukkuni í hondini… Ella bara rista krukkuna… men tað er stuttligari at dansa. Hin møguleikin er at brúka ein emulgator - bindievni. Hetta kann t.d. vera hunangur ella sinnoppur. Mánadagur plagdi at vera ‘stokt egg og breyð’- dagur her heima hjá okkum. Men nú vetur er, og hønurnar ikki verpa nakað serligt, tími eg ikki at eta egg so ofta (tað er ótrúligt, sum eg skjótt gjørdist eggjakræsin, eftir at vit fingu hønur). Í staðin ætli eg mær at gera hetta líka so skjóta, salati - salat tí eg leingist eftir várinum. Tendra ovnin. Smyr eina breyðflís við olivenolju (hálvgamalt ljóst breyð er perfekt). Legg flísar av chevre osti á (hetta er eitt slag av geitaosti) og set inn í ovnin. Skræð nøkur salatbløð sundur í bitar. Rør skjótt eina vinaigrette saman: 3 spsk av olju, 1 spsk av súrelaedikki, 1 nips av salti og 1 tsk av hunangi. Tá ið osturin á breyðinum er smeltaður eitt sindur, leggur tú breyðið omanyvir salatið. Síðan nakrar rosinur og nakrar valnøtir afturat, og stoytir vinaigrette omanyvir. Mmmhhh… eg gleði meg til tað aftur er mánadagur (og tað er ikki ofta, at eg gleði meg til mánadag). Seinasta vikuskiftið sóknaðist eg eftir einum góðum orði at brúka ístaðin fyri enska orðið ‘WRAP’. Og eg fekk eitt svar. Hetta merkir tvey ting: 1. Minnst ein persónur hevur faktist lisið mína grein í seinasta Vikuskiftissosiali - jey! 2. Framyvir fari eg at gera eggjaball heldur enn eggjawrap. Eg haldi, at tað er eitt frálíkt orð, vit balla eina sigarett, vit balla okkum undir dýnuni og vit gera eggjaball. Tað er eitt deiligt orð! Royn og sig tað hart einaferð: BALL - nei, ikki ball sum veistla, men ball - við hasum lekra klikkjandi ljóðinum, sum man gera flestar fyrstaættarliðsføroyingar øðrar í høvdinunum… Ja, tað ber eisini til at siga tað inn eftir. BALL. Eingin sigur, at eitt lítið mál nýtist at vera einfalt.