Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 22 VÍGSLAN Í BYGDARHÚSINUM EMMA PETERSEN K irstin Olsen er av Strond­um, útlærd sum handils­kvinna, men arbeið­ir í Frískúlanum Keldan og eisini í frítíðartoyminum við Løkin. Jákup Fróði Olsen er úr Ritu­vík og siglir hann við Akraberg. Jákup Fróði greiðir frá fríggjarínum: Eg var heima tann dagin , gekk og hugsaði um, hvussu eg skuldi gera, tá eg skuldi spyrja Kirstin. So kom eg til tad , at eg mátti hava eina rósu at geva henni, so eg fór í blómu­handilin Orkis at keypa eina rósu. Eg var eitt sindur nervøsur , um tað fór at ganga gott, tá eg fór at spyrja hana. Eg gekk og kimaðist aftur og fram á gólvinum, tí eg hevði eitt sindur av nervum. Eg hugsaði um, nær eg skuldi spyrja, áðrenn vit ótu ella aftaná . Eg helt so, at tað var betri at spyrja aftaná . Eg helt, at á knæ mátti eg, tí eg helt at tað var tað rætta . Eg visti ikki ordu­liga, hvat eg skuldi siga, so eg be­stemmaði meg bara fyri at leggja meg á knæ og spyrja, um hon vildi gifta seg við mær. Kirstin greiðir frá fríggjarínum: Alt gekk nokso skjótt fyri seg hjá okkum. Vit blivu forlovaði í juni í 2013, og tað gekk ikki lang tíð, so byrjaðu vit at tosa um at giftast. Tað gingu 4 mánaðar, til leygar­ dagin tann 12 oktobur, so fór Jákup Fróði á knæ. Eg, Kirstin, var til arbeðis í Havn, og í eini fríløtu ringi eg til Jákup Fróða. Eg var svang, so eg spurdi, um vit ikki skuldu fara at gera okk­um ein lekkran døgurða, tá eg fekk frí. Tað var hann við uppá, so eg keypti alt inn á veg til Rituvíkar. Vit steiktu búffar við eplabátum, pipar­sós og grønsakum. Aftaná døgurðan gjørdu vit eina skuffu­kaku og settu hana í ovnin. Meðan kakan er í ovninum fara vit at vaska upp, og mitt í tí heila er Jákup Fróði vekk. Eg varð kanska eitt sindur ”smáirriterað” at hann rýmdi mitt undir uppvaskinum, so tá eg hoyrdi hann koma innaftur í køkin, tímdi eg ikki at venda mær við beinavegin. Í tí at eg vendi mær, leggur hann seg á knæ framman­fyri mær við eini reyðari rósu í hondini og spyr hann so meg, ”Vilt tú giftast við mær?”. Eg hevði ikki vantað, at hann fór at spyrja handan dagin. So fyrst bleiv eg eitt sindur yvirraskað, so komu tárini og gleðin, og til síðst svarið: JA! :) Kakan, sum enn var í ovninum, ja hon bleiv gloymd inntil vit føldu luktin av brendari kaku, haha :) Fíggjarætlan: Alt tilsamans kostaði ímillum 60.000-70.000 kr. Fastur mín, Maibritt Frederiks­ berg, gjørdi hárið hjá Kirstin og hon arbeiddi hjá Salong Tondeo á Skála. Mathilda K. Hansen úr Klaks­vík legði make-up og Kaja úr Ritu­vík gjørdi neglirnar. Mín fitta svigerinda, Diana J. Olsen arbeiddi hjá Floru í Klaksvík, og hon gjørdu brúðarbukettina til mín. Eg hevði valt reyðar rósur, og eg var so ómetaliga glað fyri tað, sum hon hevði gjørt. Vígslan var 15. Február 2014 kl: 12:00 og var hon í Kelduni í Skála­ botni, myndatøkurnar vóru so aftaná umleið kl: 13:30. Veðrið var ikki av tí besta, so vit tóku tær flestu myndir­nar inni í Kelduni. Vit vóru eisini inni í Norðoyartunnilinum. Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO! FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Brúdleypið hjá Kirstin & Jákup Fróða