hósdagur 18. januar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
23
Áveg til Strendur batnaði veðrið, so
vit steðgaðu við Prestá á Skála, har
vit fingu tikið tær síðstu mydirnar.
Lydia Frederiksberg tók myndir
nar.
Borðhaldið fyri innbodnum
byrjaði kl.16 í Bygdarhúsinum á
Strondum og vit vóru umleið 50
fólk. Tað var ein sera deilig løta,
við felagssangi, einum sangi frá
systkjunum hjá Kirstin og nógvum
sera góðum talum. Kl. 19 endaði
borðhaldið og kl.20 byrjaði væl
komstin og tað komu umleið 200
fólk og alt gekk væl. Kl. 01 vóru
tey flestu farin heim, og tá fóru
vit so eisini heim. Vit valdu at
deila veitsluna soleiðis upp, so at
tey 50 fólkini, ið vórðu innboðin
var nærmasta familja og vinir
okkara og vælkomstin var fyri øll,
har tey fingu nátturða og køkur.
Sandra Poulsen av Strondum stóð
fyri matinum og tað smakkaði
avbera væl. Ja, nú vóru vit eitt
sindur óheldig við brúðarkakuni.
Tá klokkan nærkaðist 20 funnu
vit útav at brúðarkakan ikki var
komin. Mamma fekk fatur í eini
konu, sum arbeiddi har, sum kakan
var bíløgd frá, og tað vísti seg, at
tey høvdu skrivað skeivt dato og
at kakan ikki skuldi koma fyrrenn
í apríl! Hendan konan tók tó um
endan og fekk skaffa okkum eina
brúðarkaku. Hon kom nakað seint,
men hon kom so fram :)
Tað besta við degnum var av
gjørt løtan í Kelduni, har vit góvu
hvørjum øðrum lyfti um at fylgjast
ígjøgnum alt lívið – í øllum lívsins
viðurskiftum. Njótið bara dagin og
allar tær ríku løturnar. Minnist til
at verða til staðar og nærverandi,
tí dagurin flýgur avstað. Vit høvdu
ikki hugsað um at biðið nakran
tikið brúdleypið upp á video, so tað
høvdu vit gjørt avgjørt gjørt ørð
vísið, um vit kundu broytt nakað.
Beiggi Kirstin giftist 4 mánaðar
áðrenn okkum, og tey hildu teirra
brúdleyp á henda hátt. Vit dámdu
sera væl teirra brúdleyp og valdu so
at gera á sama hátt. Fyrst at bjóða
teimum allarnærmastu til døgurða,
og síðani at hava vælkomst fyri
øllum, ið høvdu hug at koma.
Vit høvdu ikki møguleika at fara
á brúðarferð beint eftir brúdleypið,
tí Jákup Fróði skuldi aftur til skips.
So vit máttu bíða til í Juni. Tá
fóru til Turkalands í 2 vikur, á eitt
lekkurt hotel við all inclusive. Vit
steðgaðu eisini í Danmark í 3 dagar.
Tað var ein ordiliga góður túrur.
Brúdleypsklæðini:
Eg, Kirstin, fór í Brúðarlín við
mammu, systir míni og 2 sviger
indum. Tað einasta eg visti, tá vit
fóru var, at eg skuldi hava ermar
ella stroppar. Eg skuldi IKKI hava
berar akslar. Eg prøvaði so fyrst ein
kjóla, men hann var ikki ordiliga
tað. Tann næsti kjólin, hevði ong
ar stroppar og ongar ermar. Eg
hevði ikki ordiliga hug at royna
hann, men gjørdi tað alíkavæl.
Mær dámdi hann barasta so væl.
Eg prøvaði nakrar aðrar kjólar,
men eg vendi allatíð aftur til tann
næsta kjólan. So tað bleiv til ein
kjóla við berum akslum. Slørið,
nylonsokkarnir og skógvarnir vóru
eisini frá brúðarlín.
Eg, Jákup Fróði, hevði keypt ein
svartan klædning og eina hvíta
skjúrtu fýra mánaðar áðrenn brúd
leypið. Hann var keyptur frá Skálki
í Havn. Hann var brúktur einaferð,
men eg valdi at brúka hann allíka
væl. Eg vildi hava ein hvítan vest
og hvítt slips, og tað funnu vit hjá
Kissa.