hósdagur 18. januar 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
F
yri nøkrum árum síðan var
ein konsert, sum skuldi
lýsa tónleikasøguna í
Havn. Minnist bara ein
luttakara, og tað var Kanny, sum
spældi í bakaraklæðum. Hetta var
ein ímynd av bakar Hansen. Tað
var kanska nakað symbolskt í tí, at
danin Kanny skuldi spæla danska
bakaran, sum legði grundarlagið
fyri tónleikarlívinum í Havn fyri
meira enn 100 árum síðan.
Eitt minni um Georg Hansen
er ein prýðiligur steinur í kirkju
garðinum undir Svínaryggi, men
innskriftin er illa lesandi. Minnið
um bakar Hansen hevur betri
uppiborið.
Tætt við eru gravsteinarnir hjá
dønunum M.C. Restorff og A.C.
Lützen, hvørs ættir eisini hava
havt ómetaligan týdning fyri
tónleikin í Føroyum. Hesir báðir
hava eisini ættarbond til Oddvør
Johansen, konu Kanny.
Søgan hjá Kanny
Kanny doyði triðja jóladag, og um
hann greiðir Oddvør frá:
Kanny bleiv føddur í 1930 á
Vesterbrúgv í Keypmannahavn,
og hann vaks upp í eini 2-rúmsíbúð
í einum arbeiðaraheimi. Tað
var ikki sum at siga tað, at ein í
familjuni fór at studera tónleik,
so hann flutti í tannárunum yvir
til ommu sína, farmor, sum búði
skamt harífrá. Hon kom at hava
sera stóran alsk og týdning fyri
hann.
Hann virkaði øll síni ungdómsár
og ein part av mandómsárunum
í ymsum symfoniorkestrum,
so sum Kgl. kapellinum, Halsing
borg og seinni í tí, sum tá
æt Sjællands symfoniorkester.
Hann spældi annars alment sam
an við fyrru konuni og teirra
tveimum børnum, Michalu og
Daniel.
Eftir at vit bæði høvdu búð
nógv ár í Hvidovre við trimum
børnum, Stinu, Ísak og Jákupi, og
Kanny hevði sitið á einum palli
nógv kvøld um vikuna og spælt í
eini 25 ár, vildi hann royna okkurt
annað. Vit fóru fyrst eitt ár til
Føroya á tann nýliga stovnsetta
Føroya Musikkskúla, men vit
fluttu í 1987 endaliga til Føroya.
Kanny elskaði at undirvísa, hann
skilti føroyskt, men fór nú eisini
at tosa føroyskt við teir smáu
næmingarnar. Ein dagin segði
ein smágenta: “Tú skalt bara tosa
danskt við meg, tí tú dugir álíka
væl ikki at tosa føroyskt. :)”
Saman við fleiri øðrum setti
hann eitt lítið symfoniorkestur
á stovn. Teir góvu tí beinanvegin
tað virðiliga navnið "Føroya Sym
foniorkestur", sum má sigast at
hava verið ein succes frá fyrsta
degi og er vorðið eitt slag av fólka
ogn.
Kanny byrjaði strúkikvartettir
og kamarorkestur og luttók í øllum
slagi av tónleiki, til hann bleiv
pensjoneraður sum 67 ára gam
al. Hann øvaði tó hvønn dag og
spældi við alskyns høvi, til hann
var umleið 80 ára gamal, hóast
sjúka longu tíðliga rakti hann.
Hann hevði eitt sera "sunt" sinn, sá
ljóst upp á lívið og hvør fríløta fór
við at mála málningar, tekna og
fordjúpa seg í stóra bókasavninum
hjá sær um list. Hann var tann
stóra inspiratiónin hjá konuni og
gav øllum í húskinum púra fríar
ræsur at útfolda seg og liva lívið,
sum tey vildu.
Seinnu árini bleiv hann
gloymskur, men varveitti sítt góða
sinnalag til tað síðsta. Kanny bleiv
borin út á kirkjugarðin av øllum
fimm børnunum.
Um ættina
Danska avísin Fyens Stiftidende
hevði í 2005 eina grein við heitin
um “Musikken i Blodet” um Kanny
og dóttir hansara Michala Petri,
sum er kend víða um sum blokk
floytuspælari. Her eru áhugaverd
ir upplýsingar um lívið hjá teim
um báðum. Her skulu takast brot
úr greinini.
Ættin er týsk. Abbi Kanny
var trapetskunstnari og atletur í
Cirkus Dannebrog, men gifti seg
við eini “privatari gentu”, sum var
av “kulsvierfólki”, kolaarbeiðarar
í skóginum. Hetta hevur eis
ini merkt eftirkomararnar, har
summir kanska hava verið nakað
sveimandi.
Omman seldi
atgongumerki í Cirkus
Í greinini verður sagt um ta um
røddu “farmor”:
Kanny Samblebens onkel,
Emil, havde allerede som barn en
karriere som pauseklovn i et cirk
us, mens hans far aldrig kom til at
optræde i manegen.
I det hele taget blev der ikke
gjort så meget ud af at snakke om
hverken cirkus eller storfamilie i
Kanny Samblebens barndoms
hjem på den københavnke sten
bro. Han vidste, at familien havde
været en del af de rejsende, og at
hans farmor havde passet kassen
i Cirkus Dannebrogs billetluge og
haft ry for at være pertentlig.
Foreldrini hjá Kanny sleptu
sirkuslívinum, men sum tað verð
ur sagt:
At cirkuslivet boblede lige und
er overfladen, viste sig dog oppe
i lejligheden, når hans far under
holdt på guitar, banjo eller mand
olin sammen med et lille orkester,
som han spillede med for sjov.
“Min far havde musikken i
sig, men ingen muligheder for
at udvikle den”, siger Kanny, der
ville det modsat. Han havde netop
trang til at uddanne sig inden
musikken, selv om han aldrig
fandt forståelse for det hos sine
forældre”.
Kanny greiddi frá, at sum 9 ára
gamal ynskti hann sær og fekk
eina violin. Hann mátti ganga við
mjólk út til fólk fyri at kunna vera
við til at gjalda einum spælilærara.
Í greinini verður sagt, tónleika
evnini eru eyðkenni fyri eftirkom
ararnar hjá Rudolf Sambleben.
Dóttirin Michala, sum eisini er
kend í Føroyum, eigur ein yngri
beiggja, David, sum eins og systirin
og foreldrini er tónleikari. Hann
vann í 1990 eina altjóða kapping
sum sellistur í væl umtókta hallé
orkestrið í Manchester í Onglandi.
Men slíkt kemur ikki av sær
sjálvum. Michala leggur dent á, at
tað krevur sítt at vera á toppinum.
Tað eru bert 5%, sum er talent,
meðan restin er hart arbeiði.
Hennara tvær døtur eru eisini
virknar í tónleiki.
Hetta er eisini galdandi fyri
synirnar hjá Kanny og Oddvør,
Ísak og Jákup. Hesir hava eisini
gott til at brega í móðurættini.
Pápi Oddvør, Verland Johansen,
var orgulbyggjari. Mamman var
Ebba, dóttir Poul A. Restorff, kend
ur tónleikari sum mong onnur i
ættini. Ein beiggi Poul var Johan,
kallaður Jan, sum 19 ára gamal
stjórnaði kórinum, tá ið okkara
tjóðsangur, Tú alfagra land mítt,
fyrstu ferð varð sungin alment
2. jóladag í 1907.
Virksemi hjá Kanny er eisini
komið Føroyum og føroyskum
tónleikarlívi til góðar tey seinastu
mongu árini. Eitt virðiligt minni
um hann er symfoniorkestrið,
sum stórt sæð allir føroyingar
lurta eftir, í hvussu er á nýggjárs
konsertini.
Kanny Sambleben er tann seinasti av eini røð av dønum,
sum hava havt avgerandi týdning fyri føroyskt tónleikalív
Kanny Sambleben:
Partur av okkara
tónleikasøgu farin um sýn
Kanny spælir violin
Kannny, Oddvør, Jákup og Stina
Føroya Symfoniorkestur, eitt minni um Kanny Sambleben