hósdagur 18. januar 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
25
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið áfram við frásøgnini um Johonnu
av Skipanesi sum fór út í heim.
Í
2009 fór Smyril Line at
skipa fyri ferðum til Ís
lands í fótasporunum hjá
føroyskum útróðrarmonn
um, sum róðu út á Eysturland
inum. Eg var biðin um at vera
frásøgumaður á fýra av hesum
ferðum.
Vitjað var á ymiskum støðum
sum á Vættarnesi, Bakkafjørðin
um, Norðfjørðinum og á Skálum
á Langanesi.
Á ferðini varð greitt frá søguni
hjá føroyingum á hesum støðum.
Her kom eisini nógv nýggj søga
fram, sum kom í hesa røð í Sosial
inum.
Tað kom eisini fram, at føroy
ingar á Eysturlandinum á mangan
hátt vóru betri fyri enn við fiski
skapi íslendingar. Hetta merkti
eisini, at liviumstøðurnar í Føroy
um vóru betri enn í Íslandi.
Hetta førdi við sær, at tað vóru
íslendsk børn, sum komu til Før
oyar at vaksa upp, tí foreldrini
hildu, at hetta var tað besta fyri
barnið. Summi av hesum børnum
fóru yvir til Íslands aftur, meðan
onnur vórðu verandi.
Ein av hesum frásøgnum var
um Jóin, sum Geila Jakku av Hús
um tók heim við sær. Hesa frásøgn
fortaldi sonur Jakku, Geila Jó
annes, synum sínum, sum skriv
aðu hana niður.
Henda frásøgnin hevur vakt
ans í Íslandi. Á Eysturlandinum er
eitt tíðarrit, Glettingur, sum lýsir
viðurskiftini, sum tey vóru Eyst
fjarðum. Í blaðnum sum kom nú á
jólum prentaðu teir hesa frásøgn,
týdda til íslendskt.
Jóin á Húsum
Geila Jakku hevði í 1898/99 við sær
úr Íslandi ein smádrong, Jóin, sum
hann aldi upp á Húsum.
Pápin róði út á Langanesi og
hevði familjuna við.
Bátsmanningin hjá Jakku búði
hurð um hurð við foreldrini hjá
Jóin. Har var bert eitt bróst ímill
um, so tað hoyrdist væl ímillum.
Líka frá fyrsta degi á Skálum
gekk tann sjey ára gamli Jóin altíð
í hølunum á Geila Jakku, og Jóin
vildi sleppa heim til Føroyar við
honum.
Mamma Jóin var so smátt
byrjað at tosa við Jakku um at hava
Jóin heim við sær til Føroya. Tey
høvdu so nógv børn. Húsarúmdin
var lítil, og tey livdu undir sera
smáligum korum. Tað vildi verið
ein lætti hjá teimum, um Jakku
vildi taka hendan smádrongin
við sær.
Kvøldið fyri, sum teir skuldu
fara heim til Føroya, var Jakku
boðin inn til teirra, og tað verður
borðreitt fyri honum.
Blíðskapurin var óføra góður
og stemningurin góður. Tungu
bandið loysnaði. Soleiðis sótu tey
hetta kvøldið og hugnaðu sær
saman og prátaðu um alt millum
himmal og jørð.
Sum tey so sita og práta fellur
prátið á Jóin, ið so gjarna vildi
sleppa við Jakku heim til Føroya.
Jakku varð so spurdur, um hann
ikki vildi hava drongin við sær, nú
hann fór heim. Jakku hevði jú altíð
verið so góður við hann.
Jakku segði, at nú var tað
blivið so seint hetta kvøldið, so
hann fekk ikki givið boð heim til
Føroya. Hann var enn ógiftur og
búði inni hjá foreldrunum. Eingi
hús hevði hann bygt enn, so tað
kom at blíva foreldrini, sum máttu
passa drongin.
Tá sigur Haldóra, mamman, við
Sigurð, pápan: »Ja, eg havi altíð
sagt tað við teg, tú skuldi havt sagt
tað fyrr við Jakku at hava drongin
heim við sær, nú er tað ov seint.«
Tá ið Jakku sá, hvussu hetta nívdi
tey, tekur hann seg um skeggið. So
letur í honum, so sáttligur hann
var: »Jú menn, hetta skulu tit ikki
taka so tungt, eg skal nokk taka
drongin heim við mær til Føroyar.«
Jakku roknaði við, at foreldur
hansara høvdu sanniliga ikki
nakað ímóti, at hann tók drongin
við sær at fostra upp í Føroyum.
Hetta skuldi hann nokk taka uppá
seg.
Gjørdist føroyingur
burturav
Ja, so varð, sum hann hevði játtað.
Jakku tók Jóin heim við sær. Hann
kom at búgva hjá foreldrunum hjá
Jakku á Húsum, til Jakku og Anna
Malena giftust tvey ár seinni og
búsettust í teirra nýggju húsum
norðuri á Geilajørð. Jóin gekk í
Húsa skúla, og hann varð roknað
ur at vera ein fosturbeiggi í húsin
um. Tey fingu fyrsta barnið í 1901.
Jú, Jóin dámdi sera væl at vera
í Føroyum líka frá fyrsta degi,
hann kom higar. Tað var skjótt, at
hann tosaði fullkomiligt føroyskt.
Ja, hann gloymdi so at siga tað ís
lendska. Hann dugdi bert onkur
íslendsk orð, tá ið hann fór til
Íslands at fiska, men hann kom
skjótt eftir tí. Men hann dugdi
kortini ikki betur íslendskt enn
aðrir føroyingar, sum komu til Ís
lands.
Hann kendi seg fullkomiliga
sum ein føroying. Hetta mundi
hann takka manninum við tí síða
skegginum fyri, hann sum var so
góður við børn, ein sannur barna
vinur. Tað var ikki lætt hjá foreldr
unum at lata Jóin frá sær. Men
hungur er eitt beiskt svørð.
Sá ikki foreldrini aftur
Jóin var elstur av fleiri systkin.
Tey vóru ikki øll fødd, tá ið Jóin
kom til Føroya.
Geila Jóannes kendi tey væl.
Hann var altíð inni hjá teimum,
tá ið teir vóru í Íslandi. Men Jóin
sá hvørki pápan ella mammuna
aftur.
Mamman hevði ynskt at síggja
Jóin aftur, áðrenn hon doyði. Hon
hevði sent boð um hetta við einum
føroyskum skipi. Eina ferð lógu
teir beint uttanfyri, har mamma
hansara búði. Men hendan dagin
viðraði so illa, at tað lat seg ikki
gera at fara í land. Tá var pápin
deyður.
Gjørdist góður skipari
Beiggjar hjá Jóin komu eisini hig
ar. Alfons var á Húsum ein heilan
vetur. Hann gjørdi eisini nyttu
fyri seg, gjørdi veg og hampaði
um húsini.
Jóin tók skiparaprógv, og hann
kom longu at føra skip 21 ára
gamal. Hann var ein arbeiðandi
og dugandi maður.
Jóin doyði í november 1934,
bara 41 ára gamal.
Tað er nógv ætt í Føroyum eftir
Jóin. Hon hevur eisini verið við
til at menna føroyska samfelagið.
Sum eitt dømi av mongum, kann
nevnast, at ein abbasonur er Terji
Sigurðsson, sum hevur verið
aktuellur sum semingsmaður í
hesum døgum.
Men fyrst og fremst er hetta
ein søga um, hvussu fólk komu
hvørjum øðrum við, og hvussu
stórt hjartalagið var, at tey uttan
at himprast kundu taka sær av
einum fremmandum barni fyri at
geva tí eitt betri lív.
Felags føroyska íslendska søgan hevur áhuga
í Íslandi. Henda er um Jóin á Húsum
Tá ið íslendsk børn
vórðu send til Føroya
Byrjanin á íslendsku greinini í Glettingur
Geila Jakku saman við konuni Onnu Malenu og børnum
Jóannes, fosturbeiggi Jóin, er uttast til vinstru
Jói á Húsum gjørdist
føroyingur sum nakar