Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 26 ÍTRÓTTUR Ronaldinho hevur spælt sín seinasta fótbóltsdyst. Sum 37 ára gamal hevur bóltsnillingur úr Brasil, ið ríkaði fótbóltsheimin við sínum framúr teknikki, valt at gevast. Í eini fýra ár bergtók hann heimin við sínum smílandi samba-fótbólti. Nú er streymar takkarkvøður inn frá so mætum monnum sum Lionel Messi, Luiz Nazario de Lima Ronaldo og Neymar Jr. Men hví elska øll Ronaldinho? SMÍLIÐ SUM BERGTÓK FÓTBÓLTSHEIMIN Ronaldinho lagt gaggurnar á hillina: TRÓNDUR ARGE T að er ein tími farin av El Clasio upp­ gerð­ini á Santiago Berna­béu, tá Ronaldin­ho fær bóltin í vinstru. Hann á miðjum vølli og setur á við bóltinum mill­um beinini. Eyðkendi hest­halin sveiggjar frá síðu til síðu, meðan Ronaldinho bjóð­ar einum ungum Sergio Ramos av. Hann glíður lætt­ liga framvið og endar inni í brotsteiginum. Royndi miðverjin, Ivan Helguera, ger eina seinastu roynd at steðga ferð­mikla dribblaranum. Ronaldinho ger eitt rykk til høgru, og megnar enn­tá at senda spanska lands­liðs­mál­mann­in, Iker Casillas, skeivan veg. Bólt­ ur­in endar í málinum. Sjálvt áskoðararnir hjá Real Mad­ rid byrja at klappa. Klappa fyri Ronaldinho Árið er 2005. Hendan no­ vem­bur­dagin er FC Bar­ce­ lona omaná. Støðan er nú 2-0 til katalansku gest­ir­nar, tá bólturin aftur end­ar hjá Ronal­do de Assis Moreira, van­liga nevndur Ronaldin­ ho. Í tiltiknu bláu og reyðu troyggjuni hjá FC Barcelona, dribblar hann aftur framvið Sergio Ramos. Vinkulin blívur nakað spískur, men ganda­kallurin er góður í ráðum. Hann sendir bólt­in millum beinini á mál­verja­ num. Nú eru lógvabrestir kring alt Santiago Bernabéu. Hóast bitturt politiskt stríð og ítróttarligir arvafíggindar, klappa áskoðararnir fyri Ronaldin­ ho. Løtan hevur fest seg sum kanska ímyndin av magiska bóltsnillinginum, sum við sínum spæli og smíli, hevur megnað at bergtikið allan fótbóltsheimin – men bara í nøkur fá ár. Kollveltur FC Barcelona Í 2002 vinna Brasil og Ronaldin­ho HM, sum er í Suður­korea. Hann spælir um hetta mundið í Paris Saint- Germain. Hetta er áðrenn felagið blívur keypt av ríkmonnum úr Katar. Hann er ein stjørna á liðnum og til tíðir vísur hann, at hann er til reiðar at bjóða elituni av. Søgan sigur, at Man­ chester United liggur fram­ við og vil hava brasilska lands­liðs­spælaran. FC Barce­ lona hevur verið gjøgnum eina umskiftiliga tíð, har ítróttar­ligu og fíggjarligu av­rikini ikki hava verið góð. Eitt toymi við Joan La­ porta á odda vinnur for­seta­ valið í katalanska felag­num. Broytingar verða gjørd­ar og fyrsta keypið er David Beckham. Ella tað var mein­ ingin. Joan Laporta, forseti, og hansara toymi fáa ikki heimskenda bretan, men fara heldur eftir Ronaldinho. Hóast tað gongur illa fyrsta hálva árið í FC Barce­ lona, so fellur liðið í hakk, tá arbeiðssami miðvallarin úr Hollandi, Edgar Davids, verður leigur úr Juventus. Brádliga er javnvág á lið­num og FC Barcelona byrjar eina ferð móti altjóða toppinum. Frá 2004 til 2007 er Ronaldinho ikki til at steðga. Hann verður kos­in til heimsins besta fótbólts­ spælara, og er við til at vinna tvey spansk meistaraheiti og eitt Champions League heiti. Hann er ímyndin av góða spælinum hjá FC Barcelona. Tiltikna smílið verður kent um allan heimin og hann verður eisini ímyndin av lýs­ingar­herferðini hjá Nike, sum ber navnið “Joga Bo­ nito”. Tað er merkir; spæl vakurt. Niðurtúrurin byrjar Ronaldinho hevur verið í framgongd, síðani hann spældi sín fyrsta dyst fyri barn­dómsfelagið, Gremio. Eftir tvey ár í franska høvðus­staðnum blívur hann ein heimsstjørna í Barcelona. Í longri tíð hava fjølmiðlar skriv­að um náttalívið og Ronaldinho. Honum dám­ar væl at verða úti um kvøld­ar­ nar, og brádliga byrjar tað at síggjast. Tiltikið er, at spanskt blað velur at leggja tvær mynd­ir av yvirkroppinum hjá honum á forsíðuna. Ein mynd er frá 2003, har hann er væl trenaður og slank­ur. Hin myndin er frá 2007. Nú sær Ronaldinho ikki so væl trenaður út longur. Úrslit­ ið er eisini, at hann avrik­ar ikki eins væl á vølli­num. Í 2008 verður Pep Guardiola nýggjur venjari. Tað er ikki longur pláss fyri ganda­ kallinum úr Brasil. Eftir 207 dystir og 94 mál verður hann seldur til AC Milan í Italia. Í tvey kappingarár roynir hann at finna gamla formin aftur, men tíðin rennur und­an honum. Í triðja og sein­asta kappingarárinum í Milano, blívur tað bara til 11 dystir og einki mál. Magiski Ronaldin­ho er ikki longur magisk­ur. Hann spælir síðani í tveimum førum í heim­landinum, umframt eitt stutt skifti í Meksiko. Hann spælir sín seinasta dyst í 2015. Hóast tað eru eini tíggju ár síðani, at vit sóu tað besta av Ronaldinho, so verður hann ikki gloymdur. Smílið Tá Ronaldinho í vikuni boð­aði frá, at hann ikki fer í gaggurnar aftur, streym­ aðu heilsaninir frá fótbólt­ spælar­ar og øðrum til. Flest­ar av teimum á sosialu miðlun­um. Tað sigur ikki so lítið um ein spælarar, tá spælar­ar sum Lionel Messi og Neymar Jr viðurkenna, at tú hevur verið teirra fyri­ mynd. Hóast Ronaldinho bara toppaði í trý ár í mun til eitt nú Lionel Messi og Cristiano Ronal­do, sum hava verið í topp trý til heimsins besta spælara í tíggju ár, so verður hann mintur sum ein av teim­um heilt stóru. Faktiskt hevur Ronaldin­ ho bara tvær ferðir verið í upp­skoti til Ballon d’Or. Tað um­boðar ikki arvin, sum ganda­kallurin leggur eftir sær. Heldur er tað gleðin og smílið, sum ger hann ser­ stakan. Í flest øllum eftir­ mæli­num verður tiltikna smíl­ið og fótbólts­gleð­in nevnd. Ronaldin­ho um­ boðar í nógvar mátan tað romantiska í fót­bólti­num. Tann reina og fría fót­bóltin, sum børnin spæla í skúla­ garðinum, tá ongin venjari stendur og geylar eftir tær. Tá málið er bergtaka við góð­um teknikki og bara hug­ flogið setur markið – og alt við einum smíli! TRONDUR@SOSIALURIN.FO