hósdagur 18. januar 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
27
ÍTRÓTTUR
Lionel Messi takkar Ronaldinho:
-Sum eg altíð sagt, so lærdi eg nógv ið tína lið. Eg fari altíð at
verða takksamur fyri hvussu lætt tú gjørdi tað fyri meg, tá eg
bleiv ein partur av skiftirúminum. Eg eri heppin, at vit hava
upplivað nógv saman og eri glaður fyri, at umframt at tú ert
ein góður fótbóltsspælari, so ert tú eisini eitt gott menniskja.
Tað er tað týdningarmesta. Sjálvt um tú velur at sleppa
fótbóltinum, so fer fótbólturin aldrin at gloyma títt smíl. Alt
tað best, Ronnie.
Luis Nazario de Lima Ronaldo
um Ronaldinho:
-At deila navn, eyknevni og fleiri søgurnar løtur við hesum
flogvitinum er ein stórur heiður. Hetta er endin av einum
endaleysum spori av gleði og list í fótbólti. Takk!
Neymar Jr um Ronaldinho:
-Eg fari altíð at minnast tína gleði á vøllinum. Eftir liggur ein
arvur, sum verður torførur hjá nøkrum at liva upp til. Takk
fyri alt, sum tú hevur givið fótbóltselskarunum!
Navn: Ronaldo de Assis Moreira
Føddur: 21. mars – 1980 (Porto Alegre,
Brasil)
Yrkisleiðs:
Gremio: 1987 – 2001
Paris Saint Germain: 2001 – 2003
FC Barcelona: 2003 – 2008
AC Milan: 2008 – 2011
Flamengo: 2011 – 2012
Atletico Mineiro: 2012 – 2014
Querétaro: 2014 – 2015
Fluminense: 2015
Landsdystir/mál:
Brasil: 97 / 33 mál
Steyp:
Paris Saint Germain: Intertoto Cup 2001
FC Barcelona: La Liga: 2004–05, 2005–06,
UEFA Champions League: 2005–06
AC Milan: Seria A 2010-11
Atletico Mineiro: Copa Libertadores: 2013,
Recopa Sudamericana: 2014
Brasil:
Copa América: 1999
FIFA World Cup: 2002
FIFA Confederations Cup: 2005
FAKTA:
2003
2007