Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 31. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 208 - 30. oktober 2004 Nr. 208 - 30. oktober 2004 3 TÍÐINDASKRIV Internetgrundaða leiti- maskinan Google hevur meira enn tvífaldað markn- aðarvirði sítt eftir bert tveimum mánaðaum á partabrævamarknaðinum. Soleiðis er virðið hjá Google nú við at røkka teimum 300 mia. krón- unum. Tá amerikanska fyritøk- an fór á partabrævamarkn- aðin, skuldu partaeigarar gjalda 85 dollarar fyri hvørt partabrævið. Google end- aði mánakvøldið á parta- brævamarknaðinum í New York við at kosta 187,4 dollarar fyri hvørt parta- brævið. Hetta er ein hækk- ing á 120 prosent. Við einum marknaðar- virði á 51,4 mia. dollarar, sum svarar til 299 mia.kr., er Google heilar 107 mia. kr. meira verd enn størsta fyritøka í Danmark, A.P. Møller-Mærsk. Kelda: www.sparikassin.fo Google táttar í 300 milliardir Tað er ber ein evarska lítil partur av toskin- um sum ber merki av, at hann fyrr er krøktur við húki. Hjá meginpartinum av toskinum er einki at síggja. Eyðfinn Magnussen Biologur, Fróðskaparsetur Føroya Í blaðgrein í Sosialinum 7. august var yvirskriftin "Helvtin av toskinum á Føroyabanka er "defekt- ur"" Greinin bygdi á samrøðu við Mortan Johannesen , sum við báti sínum hevði verið á snelluveiðu á Før- oyabanka. Í greinini sigur Mortan "Eg haldi, tað er ófrættakent at síggja toskin á bankanum í ár. Meira enn annar hvør toskur er skræddur í munnklovanum — í minsta lagi øðrumegin og í fleiri førum báðu- megin......... - Hetta havi eg í mínum langa lívi á sjónum ongantíð sæð áður". Mort- an heldur støðuna vera álvarsama og sigur " Hetta er eitt fyribrigdi, sum eg avgjørt haldi eigur at tak- ast við í metingarnar av veiðitrýstinum". Í einum seinri blaði hevði blaðmaðurin á Sosialinum samrøðu við Hjalta á Ják- upsstovu stjóra á Fiski- rannsóknarstovuni. Hesin segði tá, at Fiskirannsókn- arstovan ikki hevði kannað, hvussu stórur partur av fiskinum á Føroyabanka hevði skaddan kjaft. Kjafturin er nú kannaður Hesar kanningarnar eru nú gjørdar, og tær vísa, at fyri bankan sum heild er støðan ikki so álvarsom sum, sum Mortan metti hana at vera. Av teimum 180 kannaðu toskunum, vóru tað ber 3 fiskar, sum bóru merki av, at húkur hevði verið krøkt- ur í kjaftin. Hjá øllum trim- um fiskunum var sárið samanaftur vaksið. Hetta svarar til at einans 1,6 % av fiskinum er merktur av húkaveiðu. At fiskur dettur av aftur, serliga í ringum veðri, er vanligt. Hetta er serliga galdandi fyri stóran fisk. Toskurin á bankanum er munandi smærri nú, enn hann hevur verið. Hetta ger, at hann tí ikki slitnar líka lætt av línuni, sum hann hevur gjørt. Kanningarnar av toska- kjaftinum vórðu gjørdar, tá Magnus Heinason gjørdi yvirlitstrolingar á Føroya- banka 10. til 14. september 2004. Fyri at tryggja, at úrslitið er eftirfarandi, varð kanningin spjadd um allan bankan, har toskur er at fáa. Prøvar vórðu tiknir á 11 ymiskum støðum, har millum 4 og 48 fiskar vóru kannaðir á hvørjari støð. Teir 3 fiskarnir við skadd- um kjafti, vóru fingnir á 3 ymiskum støðum. Minni til og smærri toskur At veiðitrýstið er ov stórt á Føroyabanka, hevur Mort- an Johannesen rætt í. Hetta sæst eisini aftur í veiðuni. Samlaða veiðan av toski hjá Magnus Heinasyni hendan túrin var 1596 kg. Hetta er bert helmingurin av toska- veiðuni samanborið við heystyvirlitistrolingini í 2003 og einans 23% av veiðuni í 2002. Nøgdin av toski er ikki einans minkað. Toskurin er eisini vorðin smærri. Í seinru helvt av 1990-árunum var miðal- longdin á toskinum á Før- oyabanka umleið 90 cm og vigaðu hesir um 9 kg. Í ár er miðallongdin minkað niður í 65-70 cm, og miðal- vektin er 4,2 kg. Men tað er ein heilt onnur søga. Hósdagin var útgávu- dagur í 3’aranum í SMS. Triðja fløgan í savnrøðini Popplist 3 er komin á marknaðin, har tað besta innan føroyskan tónleik er savnað, nýtt og forkunnugt tilfar TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hósdagin var móttøka í 3’aranum í SMS. Triðja fløgan í savnrøðini Popplist er komin á marknaðin og eru tað Tutl og 3’arin, ið geva út. Tónleikarar, vinfólk teirra, útgevarar, fjølmiðlar og onnur tónleikaáhugað hittust hesa útgávuhugna- løtuna, og nýggja stjørnu- skotið, Kristleif Zacharia- sen, undirhelt við sangi og spæli. Sami leistur hesaferð Høgni Zachariassen úr 3’aranum sigur, at talan er um sama leist hesaferð, sum á teimum báðum und- anfarnu fløgunum. – Tað hevur riggað væl hini árini og vit vóna tað sama hesaferð, hóast broyttan marknað. Men vit hava eina sterka og spenn- andi vøru, og talan er veru- liga um eitt gott hugskot, eitt sterkt konsept, ið vísir seg at bera til, sigur Høgni Zachariassen. - Vit hava verið nøgdir hini árini, tað melur runt, og tónleikararnir fáa eisini nøkur oyru, sigur Høgni. Talan er á fløguni um at taka tónleik úr árinum, ið fór, og blanda við klassik- arar og tilfar, ið er meira forkunnugt og sum ikki er læt at fáa hendur á, - kanska tí tað ikki áður er útgivið. Við á Popplist hesaferð eru Teitur, Kristel, Johan í Kollafirði, Lena, Petsi Tvørfoss, Gunnar, Høgni Lisberg, Eivør, I Am, Devided Minds, Enekk, Kristleif Zachariasen, Annika Hoydal, Headache Blues trio, Blátt, Joka, Lokum, Charles Gade og Pætur við Keldu. Kjafturin á føroya- bankatoskinum er ikki sundurskræddur Popplist 3 - spennandi og forkunnugt C M Y K 3 2