sunnudagur 31. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
5
Eftir at Torbjørn
Jacobsen tók seg frá
sum næstformann,
hevur Tjóðveldis-
flokkurin nú sett
Karsten Hansen í
hansara stað
TJÓÐVELDIS-
FLOKKURIN
Jákup Mørk
Hesum hevur Tjóðveldis-
flokkurin í dag boðað frá í
tíðindaskrivi.
Tingmanning
floksins
staðfestir, at skrivingin hjá
Torbjørni Jacobsen um
skrásett parlag fór av kós,
tá ið persónsálop og ákoyr-
ingar av ymiskum slagi
vórðu drigin uppí málið.
Í tíðindaskrivinum verð-
ur samstundis sagt, at Tor-
bjørn Jacobsen átti at hildið
seg til málið um skrásett
parlag í skriving sínari.
Somuleiðis verður sagt at
fyrrverandi næstformaður
floksins harmast um skriv-
ingina, sum kann hava skatt
umdømi floksins og trú-
virði hjá floksformannin-
um.
Hinvegin verður einki
sagt nakað um nakra um-
bering frá Torbjørn Jacob-
sen.
Fýra nýggjar bøkur
Karsten er nýggjur
næstovasti
FUNDUR
tíðindaskriv
Mikudagin 11. novembur
verður limafundur fyri
Sjúkrarøktrfrøðingar
og
lesandi.
Kristianna
Hammer,
kandidatur í sjúkrarøkt fer
at greiða frá um víðari út-
búgvingar og um kandidat
høvuðsritgerð sína, undir
heitinum:
"Sygepleje
imellem håb og håbløs-
hed".
Í ritgerðini verður nomið
við hugtakið vón, og hvønn
týdning vónin hevur fyri
varandi
sjúk.
Hvørjar
møguleikar sjúkrarøktar-
frøðingar hava, fyri at
kunna stuðla undir vónina
og mótvirka vónloysinum,
og hvønn týdning vónin
hevur fyri tann sjúka, í mun
til at meistra støðuna.
Tíð og stað verður lýst
seinni!
Limafundur fyri Sjúkra-
røktarfrøðingar og lesandi
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
sent fýra nýggjar
bøkur á marknaðin
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Talan er um smábarnabó-
ina, Hin svanga ormveran,
eftir Eric Carle, barna-
bøkurnar, Stóra søgubókin
hjá Flekki, Reytt hjarta og
bláur firvaldur, eftir Ann-
iku Thor og Vinur mín
sjeikurin úr Stureby eftir
Ulf Stark.
Hin svanga ormveran er
klassikari. Bókin er komin
út í 25 milliónum eintøkum
allan heim. Tað er mána-
lýsi, og eitt lítið egg liggur
á einum blaði. Tá ið sólin
rísur, rivnar eggið, og út
kemur ein lítil, svong orm-
vera. Turið Kjølbro týddi úr
enskum.
Bókin, sum er væl egnað
til tey 0-3 ára gomlu, er 28
litsíður til støddar og kostar
90. kr.
Stóra
søgubókin
hjá
Flekki fevnir um tíggju
fittar søgur um Flekk og
vinir hansara. Tú kanst lesa
um, tá ið Flekk bygdi sær
eina smáttu, læt seg í saman
við Sørini og Annu, og
skuldi sova í tjaldi fyrstu
ferð. Søgurnar eru sera væl
egnaðar at lesa upp fyri
børnum, sum dámar at
hoyra um Flekk og vinir
hansara. Eyðna Magnussen
týddi úr enskum. Bókin,
sum er væl egnað til tey 4-
7 ára gomlu, er 78 síður í
litum og kostar 120 kr.
Reytt hjarta, bláur fir-
valdur er søgan um reyða
hjartað, sum Alva gav
Viktori og um bláa firvald-
in, sum hon fekk frá hon-
um. Um heitar kenslur
millum stór børn, og um at
tora at standa við tær. Karl
N. Hansen týddi úr svensk-
um.
Bókin er ætlað teimum 8-
10 ára gomlu. Hon er 126
síður til støddar og kostar
140 kr.
Vinur mín sjeikurin úr
Stureby er um Ulf og vin-
irnar. Ein arabiskur sjeikur
skal koma at vita pápa Ulf.
Og Ulf hevur lært seg at
hypnotisera, so nú kann
hann fáa Lassa Ågren,
Marionnu og Percy at gera,
hvat tað skal vera. Í hvussu
er
eina
tíð. Men at
Percy,
allar-
besti vinur hansara,
skal flyta, fær hann einki
gjørt við. Ella fær hann?
Hendan bókin er um
somu persónar og sama
barndóm sum fyrra bókin
hjá Ulf Stark, Ganda-
skógvarnir hjá vini mínum
Percy. Og eins og hon er
henda bæði heilt ótrúlig og
nærum púra sonn. Hugin
Eidi
týddi
bókina
úr
svenskum. Bókin, sum er
væl egnað til tey 11-12 ára
gomlu er 108 síður og
kostar 120 kr.
Klaksvíkar Dansifelag fimti ár
Tann 17. oktober
rundaði Klaksvíkar
Dansifelag tey fimti
árini. Dagurin verður
hildin við einari
veitslu í Skálanum í
kvøld. Heini Mohr er
formaður í felagnum.
Hann heldur áhugan
fyri føroyska dansin-
um vera á einari leið,
tó at hann saknar
fleiri ung
FØROYSKUR DANSUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Eitt av áhugafeløgunum í
Klaksvík, sum má sigast at
hava framúr góðar umstøð-
ur, er Dansifelagið. Í 1988
varð Skálin bygdur, og í
honum hevur felagið eini
fyrstafloks høli til eitt og
hvørt endamál.
Heini Mohr er formaður í
felagnum og hevur verið
tað seinastu tíggju árini.
Hann greiðir frá, at felagið
dansar hvørt sunnukvøld
frá klokkan 21. Eisini skipa
tey fyri barnadansi sunnu-
kvøld, áðrenn tey meira til-
komnu byrja.
– Vit eru um 40 til 60,
sum møta upp hvørt sunnu-
kvøld, so tað er á einari
leið. Men tey ungu síggja
vit tó ikki so nógv til. Tey
kundu verið nógv fleiri í
tali, sigur formaðurin í
Dansifelagnum.
Hann ber tó ongan ótta
fyri føroyska dansinum, tí
tað hevur víst seg, at tá fólk
náa ein ávísan aldur, so
byrja tey at sýna føroyska
dansinum áhuga.
– Tað er so nógv annað -
serliga útlendskt, sum hug-
tekur øll tey ungu í dag, at
tann mentan og siður, sum
veruliga er føroysk, ikki er
líka populer, um ein kann
siga tað so, heldur Heini
fyri.
Hann leggur tó dent á, at
tað er ikki tað, at lunnar ikki
verða lagdir undir áhugan
hjá teimum ungu. Dansað
verður á hvørjum ári í skúl-
unum Føstulávintsmánadag,
og næmingarnir læra kvæði
samstundis.
– Men tey koma bara ikki
her at dansa, staðfestir
Heini uttan nakað hóva-
sták.
Duga Ormin
Heini heldur tó ikki, at tað
er huginum, tað bilar. Tað
er ikki nakað dulsmál, at
tað ikki er so stuttligt at
dansa føroyskan dans, tá
ein ikki dugir kvæðini ella
bara niðurlagið. Heini held-
ur, at um ungdómurin held-
ur royndi at halda seg í
ringinum - eisini til tey
kvæðini, sum tey ikki duga
so væl, so høvdu tey skjótt
komið eftir tí.
– Vit kunnu taka Ormurin
Langi sum eitt dømi, vísir
hann á. Partin, sum Týr eru
vorðnir so kendir fyri, duga
tey ungu á tamb, men tá so
hini ørindini koma, duga
tey ikki meira og fara ofta
úr ringinum.
– Tey kvøða heldur ikki
niðurlagið líka sum vit
onnur, so tá stemma tey í og
køva okkum burtur við
teirra máta at kvøða niður-
lagið uppá, sigur Heini og
flennir.
Ein onnur møgulig orsøk
til, at tey ungu ikki møta so
fjølment upp til føroyskan
dans í Klaksvík, kann hava
nakað við tíðina at gera.
Dansað verður sum sagt
sunnukvøld, og tá eru
rættiliga nógv ung í býnum
á møti.
Heini sigur, at tey gott
kundu brúkt leygarkvøld
upp á tey ungu, men so
greiðir hann frá, at felagið
er nú einaferð soleiðis fyri,
at tað livir eitt nú av at leiga
Skálan út til ymisk tiltøk.
– So um vit høvdu gjørt
tað, hevði tað verið dekan
ov ofta, at dansurin hevði
verðið avlýstur vegna onn-
ur tiltøk í húsinum, og tað
ber ikki til, slær hann fast.
Nærum skuldarfrí
Klaksvíkar Dansifelag tók
eitt megnarstig, tá tað lat
Skálan byggja í 1988. Hús-
ið kostaði góðar fýra milli-
ónir krónur, sum felagið
hevur stríðst við at rinda
aftur síðani tá. Nú er um at
vera komið upp undir land.
Heini sigur, at nú resta um
400.000 krónur eftir at
gjalda, so er skuldin burtur.
Men samstundis er hann
greiður yvir, at nú er húsið
vorðið 16 ára gamalt, og
harvið kunnu fyrstu barna-
sjúkurnar fara at koma.
– Nú er tað sjálvandi, at
alt viðlíkahaldið fer at
koma. Men húsið er fram-
vegis í sera góðum standi,
sigur hann.
Heini heldur, at Skálin
hevur havt stóran týdning
fyri felagið, tí við húsinum
hava tey havt framúr góðar
umstøður.
– Karmarnir eru í topp, og
hóast húsið verður nógv
útleigað, so royna vit altíð at
leggja okkara dagfestingar
inn áðrenn, so at vit kunnu
nýta tað, tá vit hava brúk
fyri tí, greiðir hann frá.
Klaksvíkar
Dansifelag
byrjaði hetta dansiárið síðst
í september, og dansað
verður inntil Føstulávint.
– Vit halda fast í tí gamla,
at vit ikki dansa í føstuni,
so av tí sama verður hetta
dansiárið ikki so langt, sig-
ur Heini Mohr, formaður í
Klaksvíkar Dansifelag.
Um hálvgum ellivu
tíðina hóskvøldið
varð boðað frá eldi
umborð á línubátin-
um Grunningi, sum
lá við bryggju í Sør-
vági. Stórur skaði
hendi á afturskipin-
um, men maskinrúm-
ið slapp toluliga
snikkaleyst
Edvard Joensen
Sørvági:
Stórur skaði hendi umborð
á línubátinum Grunningi av
Strondum, tá eldur kom í,
meðan
skipið
lá
við
bryggju í Sørvági hós-
kvøldið.
Tað tók umleið ein hálv-
an tíma frá tí, sløkkiliðið í
Sørvági kom á staðið, til
tamarhald var fingið á
eldinum.
Kristian Olsen, sløkki-
liðsleiðari í Sørvági, sigur,
at hann fekk fráboðan frá
Alarmsentralinum klokkan
22.25 um, at boðað var frá
royki umborð á Grunningi,
sum lá við bryggju í Sør-
vági.
Fimm minuttir seinni
vóru seks sløkkiliðsmenn
úr Sørvági á staðnum, og
hinir seks, sum mannað
sløkkiliðið, vóru skjótir.
Samstarv
Greitt var beinanveg, greið-
ir Kristian Olsen frá, at
roykurin var so nógvur um-
borð, at neyðugt varð við
fleiri roykkavarum, enn teir
hava í Sørvági. Tí boðsendi
hann beinanveg sløkkiliðn-
um í Miðvági-Sandavági.
Umframt fingu teir eisini
hjálp frá sløkkiliðnum á
flogvøllinum, sum eitt nú
fylti luftfløskur o.t. fyri teir,
sigur Kristian Olsen.
Hann sigur, at tað var eitt
sindur torført at fara um-
borð, tí í fyrsta lagi var
skipið stongt, og í ørðum
lagi var tað trongt. Um-
framt at menninir vóru
ókendir umborð.
– Har var øgiliga nógvur
roykur og varmi umborð,
greiðir sløkkiliðsleiðarin í
Sørvági frá. Og tað vóru
alla tíðina skammlop ymsa-
staðni, tá teir ymsu elektr-
isku leidningarnir brunnu
av.
Hann greiðir frá, at
eldurin eftir øllum at døma
er kyknaður í kabússuni.
Gallan er farin fyri einki.
Tað sama er við messuni og
brúnni.
– Alt á brúni er oyðilagt.
Annahvørt av eldi ella hita
greiðir Kristian Olsen frá.
Stutt sagt er alt afturskipið,
sum tað er omandeks, farið
fyri einki, sigur hann. Á
dekkinum hevur hitin eisini
gjørt stóran skaða á alt,
sum gjørt er úr aluminium.
Kør og kassar, egningar-
maskina og tílíkt. Línan,
sum hekk í skúrinum, er
eisini farin fyri einki.
Alt skipið er illa herjað
av royki. Har, sum eldur og
varmi ikki hava gjørt um
seg, hevur roykurin verið.
Tó sigur hann, at maskin-
rúmið sá hampiligt út.
Fleiri mánar
Tað kann fara at taka fleiri
mánar at umvæla skaðan,
sum Grunningur fekk av
eldinum, metir Kári Han-
sen, reiðari.
Hann var í Sørvági, með-
an eldur var í skipinum.
Hann varð borsendur, eftir
at fráboðanin var komin til
alarmcentralin.
– Tað kendist sum at fáa
nevan á kjaftin og ikki fáa
sligið aftur, sigur Kári Han-
sen. Her hevur man gingið í
eini tjúgu ár umborð, og so
fer alt eftir eini løtu. Tað er
hugstoytt, sigur hann.
Kári Hansen hevði, tá
Sosialurin tosaði við hann
fríggjamorgunin, ikki nak-
að endaligt yvirlit yvir
støðuna.
Sýnsmennini
høvdu enn ikki verið um-
borð, so støða varð ikki
tikin til nakað sum helst.
– Tað einasta, sum greitt
er í løtuni, er at 12 mans nú
standa uttan arbeiði, sum
støðan er, sigur hann.
Grunningur lá mannleys-
ur, tá eldurin kyknaði um-
borð. Manningin var fain
av skipinum einar fýra
tímar áðrenn fráboðanin
um royk kom.
Heini Mohr er formaður í Klaksvíkar Dansifelag. Her er hann avmyndaður uttan fyri hølini
hjá felagnum, Skálin. Húsið varð bygt í 1988, og í dag er felagið nærum liðugt at rinda
skuldina
Eldur í Grunningi
Línuskipið Grunningur fekk
stóran skaða av eldi og royki,
meðan hann lá við bryggju í
Sørvági hóskvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4