sunnudagur 31. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
7
Eiler Jacobsen um norðhavssildina:
Hetta er ógvuliga spennandi
Finnur Helmsdal vil hava greiði
á leysasøgum um nýggja Smyril
Nú Saksaberg hevur
fingið sild á Sandoy-
arbankanum, og
kanningar hjá Fiski-
rannsóknarstovuni
vísa, at tveir triðingar
av veiðini er hetlands-
sild og ein triðingur
norðhavssild, er sild-
in aftur vorðin eitt
spennandi um-røðu-
evnið hjá teimum,
sum eru í hesi vinnu
og hava áhuga fyri
sildaspurninginum
SILDIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Serliga áhugavert er tað, at
norðhavssild er at fáa á
hesum leiðum hesa tíðina
av árinum, sum annars hev-
ur verið heilt óvanligt.
Enn eru menn varnir við
at siga ov nógv, tí hetta er
so nýtt, men røddir eru
frammi um, at norðhavs-
sildin kanska fer at taka
uppaftur sítt gamla ferða-
mynstur. Um so verður, er
eingin ivi um, at føroyingar
sum frá líður fara at standa
nógv sterkari í samráðing-
unum um norðhavssildina.
Spennandi gongd
Eiler Jacobsen er ein teirra,
sum
hevur
drúgvastu
royndirnar, tá ið ræður um
sildaveiði.
Hann heldur, at tey tek-
ini, sum nú eru at hóma við
sildini, eru ógvuliga áhuga-
verd og kunnu koma at fáa
stóran týdning fyri før-
oysku
nótavinnuna
og
føroyska samfelagið.
– Eg kann ikki minnast,
at norðhavssild nakrantíð
áður er fingin á Suðuroyar-
bankanum hesa tíðina av
árinum, sigur Eiler Jacob-
sen, sum sjálvur hevur tos-
að við skiparan á Saksa-
bergi av berum áhuga fyri
hesum nýggja fyribrigdi.
Eiler sigur, at fyrst í
nítiárunum, tá ið sild var at
fáa á Sandoyarbankanum,
hildu teir, at talan serliga
var um hetlandssild, sum
leitaði inn í føroyskan
sjógv.
– Tað, eg kann minnast,
fingu vit sild á hesum
leiðum í mai, juni, juli og í
august, men slett ikki so
seint sum í hesum førinum.
Hann sigur, at tað, sum er
mest spennandi við tí, sum
nú hendir, er, at sild er at
fáa á Sandoyarbankanum
so seint um heystið - og
ikki minst; at talan partvís
er um norðhavssild.
Í 1966
Eiler sigur, at hann minnist
aftur á árið 1966, tá ið teir
sóu norðhavssild á Suður-
oyarbankanum.
– Hetta var ikki um heyst-
ið, men um veturin, nevni-
liga í februar og mars – og
kanska eisini í apríl mánaða
hetta árið, heldur hann.
Hann heldur, at teir vóru
teir fyrstu, sum bóru við
sildina á Suðuroyarbank-
anum.
– Eg førdi Boðanes tá,
sum var bygdur til kraft-
blokk og línufiskiskap. Í
februar 1966 royndu vit við
línu. Hvørt kvøld, tá ið vit
settu, fingu vit stimar á
ekkoloddið, og tað var so
týðiligt, at hetta var sild.
Hann sigur, at teir árið
eftir, tá ið teir høvdu fingið
Ísborg, fóru beina leið á
Suðuroyarbankan at vita,
um sild stóð har suðuri.
– Eg minnist, at teir, sum
vóru á brúnni, meðan eg
var í koyggjuni á frívakt,
sóu tveir stórar sildastimar,
tá ið teir komu suður á
bankan. Men hetta frætti eg
ikki um, fyrr enn eg varð
purraður út. Eg avgjørdi at
venda aftur beinanvegin,
men tá ið vit komu aftur á
leiðina, var náttin liðin so
nógv, at sildin stóð ikki so
tøtt longur. Vit kastaðu
kortini og fingu sjey tons í
hálið av stórari og góðari
norðhavssild.
Eiler sigur, at hetta var 9.
februar hetta árið, og hon-
um kunnugt, er hetta fyrstu
ferð, at norðhavssild er
fingin á Suðuroyarbankan-
um hesa tíðina av árinum.
– Jú, eg haldi, at tað er
ógvuliga
spennandi,
at
Saksaberg nú hevur fingið
sild aftur á Suðuroyarbank-
anum, og at ein triðingur av
veiðini er norðhavssild.
Sum sagt, veit eg ikki um,
at hetta nakrantíð áður er
hent hesa tíðina av árinum,
sigur Eiler Jacobsen.
Finnur Helmsdal, løg-
tingsmaður, hevur
frætt at umfatandi
byggifusk er staðfest í
nýggja Smyrli og hann
hevur eisini frætt, at
stabiliteturin er ikki
ílagi. Nú vil hann hava
landsstýrismannin at
greiða løgtinginum
frá støðuni
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tá ið nýggi Smyril kem-
ur, verður neyðugt hjá
ferðafólki at gleiva upp um
rør og annað fyri at koma
vegin fram umborð.
Hetta er ein leysasøga,
sum Finnur Helmsdal, løg-
tingsmaður, hevur hoyrt um
byggingina av nýggja suð-
uroyarskipinum.
Men
løgtingsmaðurin
hevur hoyrt nógv meiri enn
tað og tí hevur hann nú reist
málið í ringinum.
Hann vil sostatt hava
landsstýrismannin
í
samferðslumálum, Jógvan
við Keldu, at greiða løg-
tinginum frá, hvussu tað
gongur við byggingini.
Tí hevur hann nú sett
landsstýrismanninum seks
spurningar
um
nýggja
Smyril.
Spurningarnir eru
hesir:
1. Er tað rætt, at víttfevn-
andi byggifusk er staðfest
viðvíkjandi byggingini av
suðuroyarskipinum?
2. Er tað rætt, at trupulleik-
ar eru staðfestir viðvíkjandi
stabilitetinum á nýbygning-
inum?
3. Er tað rætt, at danska sjó-
fartsstýrið er komið uppí,
og at tað hevur virknan
leiklut í málinum?
4. Er tað rætt, at byggingin
av suðuroyarskipinum ikki
hevur nakra fasta tíðarætlan
longur, og at eingin rætti-
liga veit, hvat fer at henda
og nær?
5. Er tað rætt, at Føroya
landsstýri ikki er tryggjað
móti tapi í samband við
skipsbyggingina longur enn
til august 2005, og at lands-
stýrið ikki veit sær nakra
trygd eftir ta tíð?
6. Um tað hendir, at
spanska skipasmiðjan blak-
ar frá sær, er tað tá burtur
við at tosa um, at suðuroy-
arskipið verður liðugtgjørt í
Føroyum?
Finnur harmast og
ræðist
Finnur Helmsdal leggur
dent á, at hann reisir ikki
málið fyri at seta bygg-
ingina av suðuroyarskipin-
um í ringt ljós.
– Heldur verður fyri-
spurningurin
settur
av
ampa og áhuga. Eg var
sjálvur við til at játta 300
milliónir til nýtt suðuroyar-
skip, tí tað var bráðneyðugt
at gera nakað við sam-
skiftið við Suðuroynna.
– Tí bæði harmar og ræð-
ir tað meg at hoyra, at øll
verkætlanin kanska er um
at fara fyri bakka.
Finnur Helmsdal sigur, at
sjálvandi er tað ein van-
lukka, um 300 milliónir
krónur fara fyri skeyti.
Men hann heldur kortini,
at vanlukkan er kanska
størri fyri Suðuroynna og
tað fólk og virksemi, sum
har er.
Hann sigur, at eftir tí ið
frættist, hevur Strandferðsl-
an so at siga einki samband
við sponsku skipasmiðjuna
í løtuni, tí at alt er ein hur-
livasi harniðri.
Sostatt dugir Strand-
fersðlan ikki rættiliga at
siga nakað ítøkiligt um
støðuna.
– Tíðarætlanin er ikki
hildin, og tað frættist, at
Strandferðslan hevur ikki
ánilsi av, um nøkur tíðar-
ætlan yvirhøvur er galdandi
longur,
sigur
Finnur
Helmsdal.
Hann leggur afturat, at
tað skilst, at alt viðvíkjandi
byggingini av suðuroyar-
skipinum er tryggjað til í
august 2005.
– Nú eingin tíðarætlan
tykist vera galdandi,og
eingin veit nakað nakað um
støðuna, er spurningurin,
um trygdin fyri peningi og
skipi eisini er komin í
tungan sjógv og um trygdin
viðvíkjandi sáttmálum og
trygd ikki røkkur longri
enn til í august 2005?
– Vónandi kann lands-
stýrismaðurin svara hesum
fyrispurningi soleiðis, at eg
og allir aðrir føroyingar
kenna ein lætta og sam-
stundis kunnu gleða okkum
til tann dag, tá nýggja suð-
uroyarskipið kemur snøgt
og stásiligt inn á Trongis-
vágsfjørð, sigur Finnur
Helmsdal.
– Eg kann ikki minnast, at
norðhavssild nakrantíð áður
er fingin á Suðuroyarbank-
anum hesa tíðina av árinum,
sigur Eiler Jacobsen, sum
hevur tosað við skiparan á
Saksabergi av berum áhuga
fyri hesum nýggja fyribrigdi
– Vónandi fáa vit eitt svar so
vit kunnu draga andan
lættari, sigur Finnur
Helmsdal
Eitt dagligt stríð fyri at
fáa nýggja Smyril lidnan
– Tað eru ikki trupul-
leikar við stabilitetin-
um hjá nýggja Smyrli.
Men sumt av hand-
verkinum er Strand-
ferðslan als ikki nøgd
við. Skipasmiðjan
hevur skyldu til at
rætta mistøkini, men
tað er eitt dagligt
stríð at fáa tað gjørt
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er onki galið við stab-
ilitetinum
hjá
nýggja
Smyrli.
Tað staðfestir Kristian
Davidsen, stjóri á Strand-
ferðsluni.
Vit hava biðið hann um
viðmerkingar til álvarsligu
leysatíðindini, sum Finnur
Helmsdal, løgtingsmaður
nú vil hava í samferðslumál-
um at vátta ella avsanna.
Men hinvegin viðgongur
stjórin, at Strandferðslan er
ikki nøgt við alt handverkið
umborð.
Men hann staðfestir sam-
stundis, at eftir sáttmál-
anum, hevur skipasmiðjan
skyldu til at rætta tey brek
sum eru og Strandferðslan
fer rætt og slætt ikki at taka
ímóti skipinum, fyrrenn alt
er, sum tað skal.
Eftir sáttmálanum, skal
nýggi Smyril lúka øll tey
krøv, sum eru sett fram í
útbjóðingartilfarinum
Men tá ið tað kemur til
trygd, tvs til stabilitet,
brunatrygd o.s.fr., skal
nýggi Smyril lúka allar al-
tjóða reglar og allar dansk-
ar reglar.
– Tað er sostatt skipa-
smiðjan,
sum
hevur
ábyrgdina av at byggja
skipið so at tað lýkur øll
krøv bæði frá Strandferðsl-
uni og frá klassanum og
fyrrenn alt er ílagi, kann
Strandferðslan ikki taka
ímóti skipinum.
– Og tað er samstundis
uppgávan hjá Strandferðsl-
uni at ansa eftir, at skipið
lykur tey krøv, sum, sum
stovnurin setir til bygg-
ingina.
Men tað er uppgávan hjá
danska skipaeftirlitinum og
klassanum at hava eftrirlit
við, at skipið lýkur øll
trygdarkrøvini, sum eru.
– Vit hava kravt, at skipið
skal lúka danskar trygdar-
reglar, tí tær eru ímillum
tær strangastu í heiminum.
Kristian Davidsen sigur
eisini, at av tí sama, er tað
púra vanlig mannagongd, at
skipaeftirlitið fylgir við
byggingini og góðkennir
skipið heilt frá byrjan til
enda og tí er onki løgið í, at
skipaeftirlitið er uppií.
– Tað er rætt og slætt upp-
gávan hjá danska Skipa-
eftirlitinum at vera við í
byggingini og eftirlitið fer
sjálvsagt ikki at góðkenna
eitt skip, sum hevur trupul-
leikar við stabilitetinum.
– Tá ið tað kemur til trygd
og stabilitet, er tað danska
skipaeftirlitið, sum er hægsti
myndugleiki og síðani er tað
klassin, sum er Lloyds í
Keypmannahavn, og teir
báðir
stovnarnir
skulu
góðkenna alt, sum hevur við
trygdina at gera, og teirra
leiðbeiningum
má
skipasmiðjan rætta seg eftir
og skipið skal handast
Strandferðsluni við øllum
góðkenningingum, sum hes-
ir báðir stovnarnir krevja.
– Eg veit ikki, hvaðani
leysasøgur um stabilitetin
koma frá, men tað er altso
als onki hald í teimum,
staðfestir stjórin á Strand-
ferðsluni.
Ònøgd við ávís
viðurskifti
Fyri at fáa arbeiðið at
byggja skipið at ganga væl,
er umboð frá Strandferðsl-
an altíð til taks hjá Skipa-
smiðjuni at spyrja, tá ið
ivamál taka seg upp.
Uppgávan hjá Strand-
ferðsluni er eisini at vísa á
skeivleikar,
sum
verða
gjørdir og at sýna arbeiðið,
so hvørt, sum tað verður
gjørt.
– Strandferðslan brúkar
ikki orð sum "byggifusk" í
sambandi við byggingina.
Men tað er rætt, at tað eru
ymisk viðurskifti, sum vit
ikki eru nøgd við og sum
skulu rættast, áðrenn vit
taka ímóti skipinum.
– Og rørið, sum Finnur
Helmsdal sipar til, at
ferðafólk
mugu
gleiva
uppum, veit Strandferðslan
alt um.
– Talan er um eitt rør,
sum er lagt skeivt og sum
skipasmiðjan hevur játtað
at leggja umaftur.
Stjórin á Strandferðsluni
fer ikki í smálutir við tí,
sum
Strandferðslan
er
ónøgd við, men talan um
ymisk brek sunt um í
skipinum.
Men hann sigur, at fyri so
vítt er onki forgjørt í
hesum.
– Tá ið eitt skip verður
bygt, sum er so stórt og
framkomið, sum nýggi
Smyril, henda altíð mistøk.
– Og tað eru ávís viður-
skifti í sambandi við hand-
verkið umborð á nýggja
Smyrli, sum vit hava átalað
skipasmiðjuna
rættiliga
rættiliga harðliga fyri og
hava boðað frá, at skipið
verður ikki góðtikið, fyrr-
enn viðurskiftini eru fingin
í rættlag.
– Sumt av hesum er
longu broytt, men onnur
viðurskifti samráðast vit
við skipasmiðjuna um.
Kortini viðgongur hann
eisini, at tað hevur ikki altíð
verið lætt at fingið skipa-
smiðjuna at góðtaka summi
av mistøkunum.
– Brek skulu eisini vald-
ast. Summi viðurskifti hava
so stóran týdning, at har
víkja vit ikki. So eru tað
onnur viðurskifti, sum vit
altíð kunnu samráðast um.
Hetta er eisini so stórt skip,
at Strandferðslan hevur
heldur ikki kunna hugsað
um allar smálutir og eisini í
teimum førunum mugu vit
samráðast við skipasmiðj-
una um, hvussu trupulleik-
arnir verða loystir.
Ivingarsamt við
tíðarætlanini
Hinvegin ásannar stjórin á
Strandfersluni eisini, at tað
er trupult at siga nakað um,
nær nýggi Smyril verður
liðugur.
– Seinastu tíðina hevur
skipasmiðjan verið hart
rakt av verkføllum, tí ar-
beiðsfólkið stúrdi fyri, at
skipasmiðjan skuldi stongj-
ast.
– Men í farnu viku varð
greitt, at Skipasmiðjan
stongir ikki!.
Og tað hjálpti beinanveg-
in upp á støðuna og síðani
mánadagin hava tey arbeitt
við fullari megi í tveimum
vaktum, tvs, einar 16 tímar
um dagin.
Strandfeðrslan metir, at
frá tí, at arbeiðið verður
tikið uppaftur av álvara, fer
tað at taka fýra, fimm mán-
aðir at gera skipið liðugt.
Enn eru kortini ikki allar
súður syftar, tí onkrar sam-
ráðingar skulu vera afturat
ímillum arbeiðsfolkið og
skipasmiðjuleiðsluna, so
Strandferðaslan bíðar spent
eftir teimum.
– Skipasmiðjan hevur
boðað frá, at so leingi verk-
føllini hava herjað skipa-
smiðjuna, er tað ómøguligt
at gera eina tíðarætlan.
– Men nú arbeiðið er tik-
ið uppaftur, fara vit at
krevja eina tíðarætlan frá
skipasmiðjuni, sigur Kristi-
an Davidsen.
– Tað var eitt tíðarskeið
undir verkfallinum, har tað
var trupult at koma á tal við
skipasmiðjuna, men nú
arbeiðið er tikið uppaftur,
hava vit dagligt samband
við skipasmiðjuna.
Hava trygd fyri
pengunum
Stjórin á Strandferðsluni er
eisini sannførdur um, at
Strandferðslan er tryggjað
so væl sum tað yvirhøvur er
gjørligt at rokna við.
– Vit hava betalt næstan
øll avdrøgini upp á skipið,
men vit hava trygd fyri
pengunum í einum stórum
banka, sum er høgt í metum.
– Hendan bankatrygdin
stendur við, til vit hava
fingið skipið. Men gongur
heilt galið, so at vit ikki fáa
skipið, fáa vit peningin
aftur.
Kristian Davidsen sigur,
at sjálvur sáttmálin við
IZAR
skipasmiðjuna,
gongur fram til 1. august
næsta ár.
– Eftir tá hava vit rætt til
at loysa okkum frá sáttmál-
anum og at krevja peningin
aftur. Sostatt er tað ikki rætt
at vit ikki eru tryggjað
ímóti tapi aftaná 1. august.
Kristian Davidsen endur-
tekur, at skipasmiðjan hev-
ur bundið seg til at byggja
eitt skip, sum lýkur tær
treytir, sum Strandferðslan,
danska Skipaeftirlitið og
klassin seta.
– Klárar Skipasmiðjan
ikki tað, hevur Strandferðsl-
an heldur ikki skyldu til at
taka ímóti skipinum og fær
sostatt peningin aftur.
– So verður tað aftur ein
samráðingarspurningur,
hvat skal henda við við
skipinum, men alt hetta eru
hypotetiskir
spurningar,
sum ongin kann siga nakað
um enn.
Sjálvur er Strandferðslu-
stjórin so sannførdur sum
hann kann vera um, at
Strandferðslan fær skipið.
– Spurningurin er bara
akkurát, nær vit fáa tað
Hann ivast heldur ikki í,
at vit fáa eitt skip, sum lýk-
ur øll tey krøv, sum sett eru.
Tað hevur eisini ljóðað,
at nýggi Smyril skal rulla
so illa, men tað vísur
Strandferðslan eisini aftur.
– Eg veit ikki um tað er
hetta, sum Finnur Helmsdal
hugsar um, tá ið hann stúrir
fyri stabilitetinum.
– Men nýggi Smyril vísti
seg at roynast sera væl, tá ið
modelroyndir vórðu gjørd-
ar, so eg eri sannførdur um,
at tað verður eitt sera sjó-
gott skip. Hann hevur eisini
stabilisatorar, sum eru 10
fermetrar hvør, og tað er
nógv. Teir eru eisini settir á
skipssíðuna, har teir eru
mest effektivir.
Samstundis sigur stjórin
á Strandferðsluni, at í
sáttmálanum er ein teknisk
og fløkt skipan við bótum
til skipasmiðjuna.
– Verður tíðarætlanin ikki
hildin, fær skipasmiðjan
dagbøtur. Siglur skipið ikki
tey ásettu 21 mílini við
85% av maskinorkuni, fær
Skipasmiðjan eisini bót.
Siglur skipið t.d. 20,8 míl,
fær skipasmiðjann bót. Og
ferð ferðin niður um 20
míl, kann Strandferðslan
loysa seg frá sáttmálanum
– Er skipið tyngri enn
ásett er, og sostatt kemur at
brúka meiri olju, fær Skipa-
smiðjan eisini bót o.sfr.
– Sostatt er ógvuliga
nógv gjørt fyri, at skipið
lýkur ásettu krøvini, bæði
við bótum og við tí
eftirlitið, sum er hvønn dag,
sigur Kristian Davidsen.
Kann tað henda, at alt
fer fyri bakka?
– Í teori er sjálvandi alt
møguligt. Men eg ivist ikki
í, at spaniólar eru sinnaðir
at halda sáttmálan undir
øllum umstøðum, tí klára
teir tað ikki, er tað ikki gott
fyri teir. Sjálvandi ger
spanska skipasmiðjan ikki
ein sáttmála, sum hon ikki
ætlar at gera alt fyri at
halda.
Hinvegin taka vit tey mis-
tøk, sum eru gjørd í størsta
álvara og tey skulu rættast,
áðrenn vit góðtaka skipið og
vilja taka ímóti tí. Og vit
mugu eisini viðganga, at í
summum førum stendur
nógv á at fáa Skipasmiðjuna
at rætta brekini.Tað er eitt
dagligt stríð við Skipa-
smiðjuna, men vit krevja, at
tað skal gerast, tí vit vilja
ikki taka ímóti einum skipi
ið ikki er tað, vit hava biðið
um og goldið fyri.
Ein kunn-
gerð bjóðar
vetrinum
vælkomnum
Í nátt skal klokkan
flytast ein tíma
aftur
Snorri Brend
Heystið er yvir okkum,
kuldin merkist í luftini,
og veturin er í nánd.
Kortini er tað fyrst í nátt
at veturin í veruleikanum
er av: Í nátt verður
klokkan nevniliga flutt
aftur.
Hetta verður gjørt eftir
eini kunngerð frá 8.
oktober 2001 um summ-
artíð. Her verður sagt, at
serstøk tíðarrokning fyri
2004, altso summartíðin,
er galdandi í tíðarskeiðn-
um frá 28. Mars og fram
til 31. Oktober, sum alt-
so er í dag.
Hetta merkir so, at
klokkan 02.00 í nátt skal
klokkan flytast ein tíma
fram til kl. 01.00. Við
hesi flyting er vanlig tíð,
ella vetrartíðin, form-
liga komin í gildi.
Sigast skal tó, at tað
ikki er neyðugt at sita
uppi og bíða til kl.
02.00. Hevur tú hug at
gera tað fyrri um kvøld-
ið, er einki til hindurs
fyri tí!
– Tað er eitt dagligt stríð at
fáa skipasmiðjuna at rætta
brekini sum eru, men vit
vænta, at hon fer at halda
sáttmálan, siga Kristian
Davidsen og Magnus
Magnussen
C
M
Y
K
7
6