sunnudagur 31. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
9
Royndi politiski
viðmerkjarin á
Christiansborg,
Henning Olsson, sig-
ur, at slík persónlig
álop, sum Tórbjørn
Jacobsen hevur havt
ímóti Høgna Hoydal,
hevði fingið álvar-
samar avleiðingar í
einum donskum
flokki. Hann er sann-
førdur um, at ein
tinglimur, sum
alment kallar floks-
formannin fyri lygn-
ara og heimsmeistara
í manipulatíón hevði
fingið durafjórðingin
við brestin
SEMJA Í TJÓÐVELDIS-
FLOKKINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hósdagin boðaði Tjóðveld-
isflokkurin frá, at flokkurin
hevur funnið eina semju
um innanhýsis stríðið mill-
um Høgna Hoydal og Tór-
bjørn Jacobsen. Tingbólk-
urin er komin ásamt um at
leggja persónsálopini aftur
um bak og hyggja frameftir.
Síðan Tórbjørn loysti frá
posabandinum í tveimum
hvassorðaðum lesarabrøv-
um í Sosialinum hevur
dúgliga hevur verið gitt um,
hvørja niðurstøðu Tjóð-
veldisflokkurin fór at gera í
hesum margháttliga stríðs-
máli millum tveir floksfel-
agar.
Vit hava vent okkum til
politiska eygleiðaran á
Christiansborg
seinastu
mongu árini, Henning Ols-
son, og spurt hann, hvør av-
leiðingin hevði verið í Dan-
mark, um ein tinglimur
hunddálkaði sín floksfor-
mann, sum Tórbjørn Jacob-
sen av røttum kann sigast at
hava gjørt í trætuni við
Høgna Hoydal.
Útihýstur
Henning Olsson sigur seg
ikki hava fylgt gjølla við
innanhýsis
ósemjuni
í
Tjóðveldisflokkinum, men
hann hevur kortini hoyrt
um almenna stríðið millum
Tórbjørn og Høgna á
Christiansborg.
Politiski
viðmerkjarin á DR hevur ilt
við at finna nakað dømi í
donskum politikki, har ein
næstformaður
í
einum
flokki hevur persónliga lagt
eftir formanninum í flokk-
inum.
– Tú hevur sjálvandi
Framburðsflokkin( Frem-
skridtspartiet, blðm) har
fullkomiligt lógloysi vald-
aði. Í tí flokkinum varð
sami tóni, sum eg hoyri
hevur verið nýttur í hesum
innanhýsis
stríðnum
í
Tjóðveldisflokkinum, men
í Framburðsflokkinum var
jú talan um reint kríggj, og
tað dugi eg ikki at ímynda
mær er støðan í Tjóðveldis-
flokkinum.
– Bæði stríðið millum
Nyrup og Auken á sinni, og
nú Lykketoft og Nyrup
hevði spískan tóna, men
talan var als ikki um per-
sónlig álop, sum tú greiðir
frá. Innan kommunupolit-
ikk er kortini meira vanligt
í Danmark, at politikarar
leggja
persónliga
eftir
hvørjum
øðrum,
sigur
Henning Olsson.
Spurdur, hvør avleiðingin
hevði verið í einum donsk-
um flokki um næstformað-
urin persónliga hunddálk-
aði floksformannin alment,
svarar Henning Olsson, at
flokkurin hevði alt fyri eitt
útihýst tingliminum.
– Hatta er jú ein svikalig
støða hjá flokkinum at
koma, tí slík álop skaða ein
flokk almikið. Hevði slíkur
málburður verið millum
tinglim og floksformann á
Christiansborg, hevði úr-
skurðurin heilt greitt verið
ein útihýsing av tinglimin-
um, vísir politiski við-
merkjarin á.
Hann leggur afturat, at á
flokkarnar á Christiansborg
arbeiða miðvíst eftir at hava
eina góða floksstýring ella
disciplin, so flokkarnar
sleppa undan, at innanhýsis
ósemjur gerast almennar.
– Ein sterk floksstýring
steðgar
persónligum
ósemjum
langt
áðrenn
miðlarnar fáa frænir av
teimum, og tí leggja flokk-
arnir nógv fyri, at slíkar
ósemjur ikki koma fram
alment, sigur hann.
Ongantíð gingið í Danmark
– Tú hevur sjálvandi Fremskridtspartiet, har fullkomiligt anarki valdaði. Í tí flokkinum varð sami
tóni, sum eg hoyri hevur verið nýttur í hesum innanhýsis stríðnum í Tjóðveldisflokkinum, men
í Fremskridtspartiet var jú talan um reint innanhýsis kríggj, og tað dugi eg ikki at ímynda mær
er støðan í Tjóðveldisflokkinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8