Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 31. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 208 - 30. oktober 2004 Nr. 208 - 30. oktober 2004 11 Spurningurin um kvinnur í politikki er knappliga aftur vorðin ein aktuellur spurningur. Orðaskiftið um kvinnuliga luttøku í politiskum arbeiði hevur ligið stillt í nøkur ár, men nú er tað so logað upp- aftur. Hetta er sera gott. Til komandi býráðsval er sera lívligt virksemi á spunasíðuni, ja, so lívligt, at mong halda, at tað ongantíð hevur verið lív- ligari enn tað sama. Tað er nógv áhugavert við orðaskiftinum til hetta bý- og bygdaráðsvalið. Orðaskiftið er sera sakligt og nøkur ávis evni eru afturvendandi. Vit kunnu sumdømi taka fundin, sum var mikukvøldið í kvinnuhúsinum á Glyvr- um. Fundurin varð hildin undir yvirskriftini "Felags avgerðir, felags ábyrgd". Henda yvirskrift signal- erar, at málið snýr seg ikki um, at grava fleiri skotgravir, har skotið verður eftir hvørjum øðrum. Samfelagið er fyri øll. Kynsbýtið er rættiliga javnt, og tí eiga bæði kyn at vera umboðað í bý- og bygdaráðum. Her eiga avgerðir at verða tiknar í felag til gagns fyri allar borgarar. Tað vil so aftur siga, at tað er ikki avgerandi fyri avgerðina, hvørt hon er tikin av kvinnu ella manni, men tað sum er avgerandi, er, hvørt avgerðin gagnar okkum øll- um, felagskapinum og heildini. Henda støða til javnstøðuspuringin merkir so eisini, at talan er um felags ábyrgd. Tað at taka avgerðir merkir samstundis at taka ábyrgd av avgerðunum. Við at seta hesa yvirskrift yvir javnstøðustrembanina hava kvinnuligu valevnini víst á, at við áliti borgarans verður eisini løgd ein stór ábyrgd á tann, sum verður valdur, tað veri seg kvinna ella maður. Tað tykist, sum bæði orða- skiftið og fokus hava flutt seg í javnstøðumálin- um. Hetta er bæði áhugavert og natúrligt, tí javnstøðumálið er ein prosess ella ein tilgongd, har umstøður og mál broytast alla tíðina. Tað er púra greitt, at tær kvinnur, ið nú bjóða seg fram, eru bæði miðvísar og professionellar, og nú tykist veruliga gongd at vera komin á javnstøðumálið. Um henda meting er røtt, vita vit ikki fyri vist, fyrr enn kommunuvalið er av. Javnstøðumálið er fram um alt ein spurningur um demokrati, um fólkaræði. So leingi, sum bert 9,4% av øllum tinglimum eru kvinnur, ber illa til at tala um føroyskt fólkaræði. Her hongur ikki saman, og her hava allir veljarar eina stóra ábyrgd. Nú snýr tað seg um kommunuvalið. Her er kynsbýtið millum valevnini í teimum stóru kommununum nógv javnari enn, tað nakrantíð áður hevur verið. Sostatt hava veljararnir nú eitt gott høvi tann 9. november at skapa veruliga javn- støðu í bý- og bygdaráðum. Vónandi nýta veljar- arnir eisini hetta høvið til frama fyri fólkaræði og veruliga javnstøðu. DAGSINS MEINING Sosialurin Felags ábyrgd VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Eyðgunn Samuelsen valevni hjá Javnaðar- flokkinum http://heima.olivant.fo/~eydgunn/ Í míni skrá fyri býráðsar- beiðinum komandi 4 árini havi eg sett nøkur átroðk- andi mál á dagskránna. Nú mentanarleiðari loksins er settur í kommununi, hava vit møguleikan fyri at føra ein skipaðan mentanar- politikk, ið ikki bert snýr seg um 1 ár í senn, men hugt verður fleiri ár fram í tíðina. Fyrsta uppgávan verður tí, sjálvandi í dialog við tey ið mynda mentanina í býnum í dag, at fáa orða nøkur mentanarpolitisk stevnumið ella ætlannir. Henda 5-10 ára ætlan skal síðan vera støðið undir einum mentannarpolitisk- um orðaskifti í býráðnum og enda við, at ætlanin verður samtykt. Atlantis. Mál ið troðka á at fáa eina loysn eru fleiri. Støðan í Atlantis og harvið trupul- leikin hjá Klaksvíkar Sjón- leikarafelag má loysast, møguliga er rætt at útbygga Atlantis við einum sali og palli ið kann nýtast til venj- ingar- og framførðsluhøli, hetta eigur at verða kannað og fáa eina politiska við- gerð. Tað loysir ongan trupulleika at sleppa bio- grafinum og lata sjónleik- arafelagi fáa tann partin tí so missa vit tvey fyri eitt. Í øllum førum, eiga vit at hjálpa til at útvega Klaks- víkar Sjónleikarafelag hølir og sømiligar karmar at virka undir. Bókasavnið. Somuleiðis eigur støða at verða tikin til framtíðina hjá bókasavninum. Eitt álit er gjørt, ið lýsir framtíðar- tørvin og spurningin um hvønn leiklut bókasavnið skal hava í framtíðini, bæði við atliti til skúlaverkið og Landsbókasavnið. Fyri mær er púra greitt at bóka- savnið skal í framtíðini verða meginbókasavn við denti á tænastu til alt skúla- verkið í Norðoyggjum. Eis- ini av hesi grund, er neyð- ugt at útbyggja bókasavnið. Ferðsluforðingin má tí ger- ast millum skúlan og bóka- savnið beinanvegin. Tónleikur. Í vár var ein loysn við venj- ingarhølum til tónleikarar um at koma undir land, tíverri datt henda ætlan niðurfyri tí hølini vóru nýtt til annað endamál. Ein býur við so blómandi tónleika- lívið, sum Klaksvíkin, má hava eitt stað har bólkar kunnu venja og hava fram- førslur. Hetta eru nøkur av mál- inum, ið arbeiðast skal við innan mentanarøkið. Mentanarpolitikkur komandi 4 árini Katrin Dahl Jakobsen valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Fyri at tryggja gott um- hvørvi og trivnað fyri borgaran er neyðugt at býar- og nú eisini bygdar- planleggingin verður gjørd so væl umhugsað, sum til ber, so ikki verður neyðugt at koma afturumaftur í óðum verkum. Tað ger alt bara dýrari, og troyttandi er tað eisini hjá fólki at skula ganga og langa nevan í borðið her og der, tí plan- leggingin ikki var, sum hon skuldi. Hugsi serliga um gang frá ferðslu. Alla- staðni, har nýggj øki verða løgd út til sethúsabygging, ber til í fyrireikingunum at taka hædd fyri, at her skulu fólk ikki bara búgva, men so sanniliga eisini hava frið. Ikki minst náttarfrið. Aðrastaðni er markvirði sett fyri, hvat ið verður tolt av gangi til dømis frá akførum. Verður hildið, at ov nógvur gangur er ella fer at verða, gera tey ljóð- veggir fram við vegum, sum dempa ljóðið væl. Hetta hava vit tíverri ikki tikið so tungt. Men alt ber til at gera betri. Serliga í komandi býlingum, har skaðin enn ikki er hendur. "Fólkið fyrst", plaga vit í Javnaðarflokkinum at minna á. Bilarnir kunnu koma í aðru røð. VAL04 VAL04 Umvørvi og trivnaður er so mangt. Tað er eisini friður Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Annfinn Brekkstein valevni fyri sambands- flokkin til býráðsvali í Havnar Kommunu. Fyri at skera hol í sjógvin og loysa upp fyri tí ovurhondstóra tørvin- um á ellis - og røktar- heimsplássum í Tórs- havnar Kommunu, og í miðstaðaranum sum heild, er neyðugt við einum greiðum ábyrgd- arbýti millum land og kommunur. Løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim hevur til endamál at geva komm- unum og øðrum møgu- leika at søkja um studn- ingslán, tá farið verður undir ný- ella umbygg- ing sum skulu nýtast til endamálið. Hetta er tó treytað av at landstýris- maðurin góðkennir byggiætlanina áðrenn farið verður undir at byggja, at studnigslánið er tryggja innanfyri 90% av metingarvirðinum og at viðtøkur fyri heimið eru góðkendar av lands- stýrismanninumn. Barnaansingin er eitt gott dømi um, at komm- unurnar megnaðu upp- gávuna tá barnaansing- in bleiv yvirtikin av kommununum. Í Tórs- havnar Kommunu er eingin bíðilisti longur. Men so er ikki á eldra- økinum, her vanta ellis - og røktarheimspláss til eini 150 fólk vísir ein kanning sum bleiv gjørd fyri hálvum øðrum ári síðani. Og vit vita at hetta tal er vaksið nógv síðani. Ábyrgdin liggur undir Almenna- og Heilsumálaráðnum. Um Tórshavnar Kommuna skuldi bygt ellis- og røktarheim til ein 60 til 80 fólk,so letur hetta seg ikki gera, tí eingin peningur er tøkur. Peningurin sum varð avsettur er brúktur til ellis- og røktarheim, størsti parturin uttanfyri Tórshavna Kommunu. Landið hevur ábyrgdina av økinum. Tær verkætlanir sum vóru játtaðar á løgtings- fíggjarlógini fyri 2003, verða ikki lidnar fyrrenn í 2004 og í 2005. Tað vil so siga at ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2006 er møguleiki at fara undir byggjan av fleiri heimum, um ikki málsøkið verður lagt út til kommunurnar at um- sita.. Ein vælrikin og næst- an skuldarfrí kommuna, sum Tórshavnar Komm- una sum vil loysa upp fyri tí ovurhonds stóra tørvi á ellis og røktar- heimsplássum í komm- ununi, er bundin av fíggjarorku landsins. Hetta gongur út yvir tey eldru í kommununi, trivnaðin og ikki minst tað sum øll hugsa um… hvat við okkum fáa vit nakað pláss tá vit koma at hava brúk fyri tí? Sum valevni til bý- ráðið vil undirritaði gera alt fyri at fáa eitt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur, so kommunnurnar sjálvar kunnu raðfesta og taka ábyrgd av eldraøkinum í kommununum. Ellis- og røktar- heim til minst 60 búfólk Jói Winther Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Tórshavnar kommunu Nú er ALS byrja at taka aftirbornar barnapengar frá foreldrum sum gjalda barnapengar. Spurt kann verða hvat verður tað næsta. Tann sama afturber- ingin er brúkt á sethúsa- lánum, so helst er meining- in, at taka sethúsa aftur- beringina eisini. Tórshavn- ar kommuna má seta eina hjálpartænastu í gongd, sum kann hjálpa borgarun- um móti sovorðnum á- gangi. Hetta vil gagnað øllum borgarum í Føroyum, og er tað gott at høvuðs- staðurin kann ganga fremst sum ein fyrimynd í tílíkum førum. Best er at steðga hesum, áðrenn hornini koma ov langt framm. Hergeir Nielsen Vit fingu tíverri rætt í verstu spádómum okkara, og nú svíður sum svøllir. Samgongan leitar við ljós og lykt eftir at sløkkja, har sløkkjast kann, og setur daglig met her um okkara leiðir. Fyrst jarðløgdu teir meg- inbókasavnið, og so kom túrurin til miðnámsskúlan. Røktarheim og starvs- setan fløktu teir í ein elli- bita eftir einari løtu. Teir komu tómhentir suð- ur og teir fóru tómhentir avstaðaftur. Vit hava fregn- ast eftir 35 mió.kr. stórari fígging av 35 størvum á einum ellis- og røktar- heimi, men har er einki. Málið er ein total fiasko í teirra hondum, og ongar fyrireikingar eru gørdar. Ikki so frægt at teir hava spurt kommununar eftir. Og ágangurin heldur fram. Upplýst er, at Landsverk hevur sagt upp 10 monn- um, og at seks av hesum uppsøgdu eru í Suðuroy, sum frammanundan hevur stórsta arbeiðsloysi í land- inum. 2,4 mió.kr. stórt avlop er av Øravíkar Hov berghol- inum, men tann peningurin skal flytast norðureftir og skal ikki brúkast til tómar hendur um okkara leiðir, sigur samgongan. Í Suðuroynni eru tvær verkætlanir støðgaðar upp. Breiðkingin av Akraveg- num og royndarboringin av Famjinsbergholinum. Hvat gerast skal við Hvalbiarbergholið, vita vit ikki reint tekniskt, men bráðneyðugt er at fara undir kanningar av, hvat gerast skal. Um frægast er at gera nýtt, so skal tað raðfestast nú, og minst líka so framm- arlaga sum javngomul berghol aðrastaðni. Vit hava ovurstórt ar- beiðsloysið í Suðuroynni og lok er lagt á fleiri verkætlanir her. Tá so er, er tað skilaleyst at flyta pening, sum er játt- aður til Suðuroyar, burtur haðani. Men tað ger samgongan á nýggjastu ránsferð síni í Suðuroynni, har hon kemur eftir 2,4 mió.kr. at flyta aðrar vegir. Hesum ganga vit ímóti og skjóta í staðin upp at flyta: • 0,8 mió.kr. til víðari kanningar av Fámjins- bergholinum, • 0,8 mió. kr. til víðari kanningar av Hvalbiar- bergholinum, • 0,8 mió.kr. til breiðking av Akravegnum. Ivasamt er, hvørja lagnu hetta uppskot fær, men hjartaleysir eru teir, um teir ikki unna Suðuroynni tað sindrið, henni var tillutað. Jógvan Arge Býráðslimur í Havn Nú tykist mala fyri býráðs- formanninum. Sambært honum er tað skeldsorð at vera grátandi barnakona. Havi ikki hoyrt fyrr, at tað er negativt at ganga við barni undir belti. Tvørtur- ímóti er tað nakað av tí mest positiva og lívgev- andi, sum finst. Tað er eisini bøtandi hond at gera vart við, at ein myndugleiki fer út um lógir og reglur og hurlar runt við byggisamtyktum. Reglurnar eru gjørdar til tess, at myndugleikin skal halda seg innanfyri tær, so borgarin veit, hvør karm- urin er, sum hann hevur valt at liva í. Kundi saktans nevnt fleiri atfinningarverd dømi úr politikkinum hjá býráðs- samgonguni. Eitt er Rás Tórshavn. Á heimasíðu míni spurdi ein borgari um dagarnar, um tað ikki var ein brølari at taka av Rás Tórshavn. Kundi ikki annað enn geva honum rætt. Her høvdu havnarfólk verðins besta tilboð um fleiri sjón- varpsrásir fyri onki frá kommununi. Skilti ongantíð hugin hjá býráðssamgonguni at taka burtur eina tænastu, sum var sett í verk av kommun- uni sjálvari. Fleiri enn 3000 fólk skrivaðu eisini undir mót- mæli móti avgerðini hjá býráðsmeirilutanum. Í dag skerst neyvan burt- ur, at havnarborgarar so ella so vórðu vavdir upp í eina roynd at geva Televarpinum ein flúgvandi start. Tað fekk jú til gávus allan marknaðarpartin, sum tann ókeypis Rás Tórshavn hevði havt. Við sínum stigi góvu borgarstjórin og hansara fólk borgararnar upp til skutil. Tað, sum fyrr kanska kostaði nakrar fáar krónur í kommunuskatti, kostar okkum nú nógvar 1000 krónur í part um árið. Mær tykir, at her setti kommunan business fremri enn borgararnar — og tað ber neyvan til at koma aft- urumaftur. VIÐMERKINGAR Kommunan fyri øll VAL04 Barnakonur og Rás Tórshavn VAL04 Aftur á ránsferð í Suðuroy VAL04 C M Y K 11 10