sunnudagur 31. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
14. oktober fekk Sarah, 2 ár, eina lítlasystir,
sum eitur Emma. Hon vigaði 3646 gr og var
52 cm long. Foreldrini eru Anja
Frederiksberg Vesth og Thomas Vesth. Tey
búgva í Odense.
19. oktober fingu Martha og Andrias Hammer, Klaksvík,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr.
21. oktober fingu Alexandra Bech og Allan Bjarnason,
Hjørring, eina dóttur. Hon var 45 cm long og vigaði 1820
gr.
22. oktober fingu Hjørdis og Dánjal Petersen, Kollafirði,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr.
24. oktober fingu Inga og Vinjard Magnussen, Sørvági,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3825 gr.
24. oktober fingu Rannvá á Reyni og Brian Eskildsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 2750
gr.
25. oktober fingu Sigbjørg og Poul Sivar Olsen,
Hvannasundi, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4000 gr.
26. oktober fingu Beinta Larsen úr Tórshavn, og Sakaris
Dimon úr Porkeri, búsitandi í Keypmannahavn, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 4200 gr.
26. oktober fingu Tórur og Jóhann, synir Rúnu og Adrian
Fløtt av Eiði, eina fitta systur. Hon var 54 cm long og
vigaði 3900 gr.
26. oktober fingu Marita Mohr Hermansen og Páll Nolsøe
Slættanes, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4310 gr.
27. oktober fingu Elinbjørg Hammer og Eivind Hansen,
Runavík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2850
gr.
28. oktober fingu Ketty og Kristian Hentze, Sandi, eina
dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði 4050 gr.
Føðingar
15. oktober fekk Janita, 3 ár,
eina lítlasystur. Hon var 50
cm long og vigaði 3470 gr.
Foreldur teirra eru Morit
Eliassen og Fróði Sivertsen,
Esbjerg
Prógv
Arin Joensen úr Kaldbak, men sum nú býr á Møn
við familju, bleiv í august útlærdur til skipara í 3.
grad á »Søfartsstyrelsens skole« á Fanø.
Elisabeth Eið Eliasen, Viborg, hevur lokið prógv
sum heilsurøktari við Sosial- og Sundhedsskolen,
Skive.
Signar Petersen úr Sandavági hevur tikið djóra-
læknaprógv (Cand. med. vet.) á Den Kongelige
Veterinær- og Landbohøjskole í Keypmannahavn.
Hej. Eg eiti Døgg Petursdóttir. Eg varð fødd 14.
oktober. Eg vigaði 3200 gram og var 50 cm.
Foreldrini hjá mær eita Birita Hansen og Petur
Pólsson Jensen. Tey búgva í Sandavági.
Herfyri var lítli Jóhan úr Kerteminde fyri fyrstu ferð í Føroy-
um og vitjaði ommu og abba sín í Fuglafirði. Hann er føddur
tann 26. mars í ár, og mamma og pápi hansara eita Sólrun og
Ulrik Martinussen. Mamma hansara er úr Fuglafirði og er
dóttir Victoriu og Ivan Jacobsen. Jóhan er uppkallaður eftir
mammubeiggja sínum, sum fyri 20 árum síðani doyði í
ferðsluvanlukku. Í 1988 fór Sólrun niður til Kerteminde at
nema sær útbúgving, og í 1997 giftist hon við Ulrik, sum er
haðani. Sólrun starvast í dag sum undirstjóri í einum
barnagarði í Munkebo, og Ulrik starvast á einum boripalli í
Norðsjónum.
Dagurin
30. oktober. Absalon. Er navnið á soni Dávids (2.
Sám. kap. 13-18).
Bíbilska navnið merkir faðir at friðinum.
31. oktober. Upphav trúbótar Luthers. Eftir trú-
bótina koma, sum vera man, eingi nýggj halgimenni
upp í álmanakkarnar, men luthersku álmanakkarnir
varðveita tey gomlu nøvnini og taka eisini við tey
nýggju katólsku nøvnini. So verða eisini ymiskar
søguligar hendingar nevndar, m.a. dagurin 31.
oktober, sum verður hildin til minnis um, at Martin
Luther setti sínar 95 setningar upp á slotskyrkju-
dyrnar í Wittenberg.
1. november. Alla halganna dagur. Longu í aðru
øld var siður at halda minningardag hjá hvørjum
einstøkum blóðvitni á deyðadegnum, men umleið ár
350 varð samtykt at halda minningardag fyri øll ein
dag í árinum, og var hann fyrsta sunnudag eftir
hvítu-sunnu.
Pávin Gregorius III ásetti í 731, at dagurin skuldi
verða hildin 1.. november. Hann varð róptur Festum
omnium sanctorum, hátíðardagurin hjá øllum
teimum heilagu. Eftir trúbótina varð hann avtikin
sum fastur halgidagur og varð í kirkjuárinum ásettur
til fyrsta sunnudag eftir fyrsta november, men 1.
november varð standandi eftir í álmanakkanum.
Løgtingið samtykti í 1949, at 1. november skuldi
verða hildin sum minnisdagur teirra sjólætnu.
Týsdagin 26. oktober
handaði formaðurin í
Havnar Svimjifelag,
Hans Andrias Djur-
huus, ein Peugeot
skutara, sum var
vinningurin ið felagið
lutaði burtur í sam-
band við eina ferð til
Aberdeen
Frá 7. til 14. oktober 2004
vóru 23 svimjarar úr Havn-
ar Svimjifelag í Aberdeen,
har tey vóru á venjing-ar-
legu saman við svimjarum
har í býnum.
Felagið fekk 40.000 krónur
úr grunninum, sum er fyri
vinarbýirnar Tórshavn og
Aberdeen. Men tað var ikki
nokk, og neyðugt var at út-
vega meira pening, um
ferðin skuldi blíva veru-
leiki.
Fyritøkan PM-Føroyar
stuðlaði
felagnum
við
einum Peugeot 206 WRC
skutara til at luta burtur.
Lutaseðlilin var ein lykil
fyri 50 krónur, sum skuldi
passa í eitt lás á skutaran-
um. Av øllum lyklunum var
tað bert ein sum passaði.
Hepni vinnarin var Olaf á
Stongunum í Havn, hann
hevði keypt tveir lyklar, og
annar passaði í lásið.
Saman við Peugeot skut-
aranum var vinningurin
eisini tveir hjálmar og eitt
sett av handskum til eitt
virði av tilsamans 26.000
krónum.
Hans Andrias sigur, at
felagið fekk góðan stuðul
frá t.d. PM-Føroyar, Suður-
oyar Sparikassa og fleiri
øðrum fyritøkum.
Svimjararnir vóru sera
væl nøgdir við ferðina og
fingu nógv burturúr. Enda-
málið er at skapa vinarbond
millum svimjarar í báðum
býunum, og vit síggja fram
til at fáa vitjan av svimj-
arum úr Aberdeen, sigur
Hans Andrias.
Hann sigur víðari, at teir
høvdu verið fegnir, um tey
sum keyptu lyklar kundu
gjørt felagnum tann beina
at lata teir inn aftur.
Lyklarnir eru dýrir at
keypa, og kunnu teir væl
brúkast aftur til ein annan
vinning.
Havnar Svimjifelag:
Olaf á Stongunum vann Peugeot skutaran
Týsdagin varð Peugeot skutarin handaður hjá PM-Føroyar av formanninum í Havnar
Svimjifelag til Jóan Petur, sum er sonur Olaf á Stongunum, hann situr uttast til vinstru. Hinir
eru: Hans Andrias Djurhuus, formaður í Havnar Svimjifelag, og John J. Hansen og Rói
Bjarnason Poulsen, frá PM-Føroyar
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
22. oktober
Karl Herup Olsen í Tórshavn, 86 ár.
Gordon Johannesen, ættaður frá Gjógv, búsitandi
í Tórhavn, 71 ár.
Súsanna á Brúsoyri, í Tórshavn, ættað úr Leirvík,
57 ár.
Bjarne Ellingsgaard, ættaður av Eiði, búsitandi
í Esbjerg, 71 ár.
23. oktober
Niels Petersen, Kaldbak,
Mourits Joensen í Havn, ættaður úr Hvalvík, 101 ár.
24. oktober
Åge Ellendersen, ættaður úr Hvalba, búsitandi
í Havn, 75 ár.
25. oktober
Bernhard Hammer, Eiði, 88 ár.
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
gleddu meg á 80 ára føðingardegnum.
Kærar heilsanir
Ingibjørg Johannesen
Tøkk
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu mínum kæra manni
Andreasi Skipanes
til hansara seinasta hvíldarstað,
tann 22. august 2004.
Tøkk til tykkum, ið mintust hann á annan hátt.
Takk, Uni Næs prestur, fyri troystarrík orð
á Røktar og Ellisheiminum, og tøkk, Meinhard
Bjartalíð fyri vøkur orð í Glyvra kirkju
– orð, ið fløvaðu.
Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk til starvsfólkini á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi
fyri ta stóru umsorgan, tit altíð vístu honum,
ta tíðina, hann var har.
Harrin signi tykkum øll.
Marin Skipanes
Johannes Holm
Jacobsen 80 ár
Leygardagin 30. oktober
verður
Johannes
Holm
Jacobsen, Hvalba, vanliga
nevndur Hannis, 80 ár.
Foreldur
hansara
vóru
Elisabeth, f. Poulsen, við
Neyst úr Hvalba og Jákup
Jacobsen, ella Jákup í
Skálavík, sum hann vanliga
varð kallaður. Tey vóru 5
systkin og er Hannis yngst-
ur. Bert 9 mánaðar gamal
misti hann móðurina av
nátasjúkuni, so stutt eftir
kom Oluffa av Trøllanesi
suður at halda hús hjá teim-
um nøkur ár, og eftir hana
var Margith gift Nielsen,
sum nú býr á Eiði.
Hannis varð giftur við
Alice, f. Berg, úr Nesi í
Hvalba. Tey fingu 2 børn,
Jónu, sum er búsitandi í
Hvalba og Dávur, sum er
búsitandi í Tórhavn. Barna-
børnini eru 7 í tali. Alice
flutti heim til Harran í
bestu árum, bert 52 ára
gomul.
Sum yrki hevur Hannis
havt
lastbilkoyring,
og
hevði hann lastbil í yvir 40
ár. Í flest øll hesi ár tók
hann sær av øllum vøru-
flutninginum til og frá
Strandferðsluskipunum.
Fyrst í sjálvari bygdini
Hvalba og seinni, tá tunnl-
arnir komu, eisini millum
Hvalba og Tvøroyri og til
seinast millum Hvalba og
Sandvík.
Eftir at tunnlarnir høvdu
bundið saman bygdirnar
Sandvík, Hvalba og Tvør-
oyri, byrjaði hann at koyra
vøru til Hvalbiar og Sand-
víkar fyri Poul Hansen
Heilsølu og Richard B.
Thomsen
Timburhandil,
sum hildu til á Tvøroyri, og
helt hetta áfram til teir
fingu sær egnar flutnings-
bilar.
Sum flest aðrir, sum
høvdu lastbil, tá kola-
grevsturin í Hvalba var í
hæddini, so koyrdi Hannis
kol til skipini, sum komu á
Hvalba eftir koli. Eftir at
kolaflutningurin
bleiv
broyttur soleiðis, at alt kol
bleiv avskipað í sekkjum,
og Strandferðslan tók sær
av flutninginum millum
oyggjarnar, helt Hannis
áfram við at koyra kol til
Smyril. Eisini var hann eitt
skifti stjóri í Roynds Kola-
sølu.
Hannis hevur fingist við
seyð, síðani hann var smá-
drongur og hóast høgan
aldur, fæst hann fremvegis
við seyð. Hann hevur verið
seyðamaður í fleiri haga-
pørtum, og í einum av
hagapørtunum var hann
seyðamaður í yvir 50 ár.
Síðani Hannis var 16 ára
gamalur hevur hann sett
eplir niður á hvørjum ári,
og hevur hann júst tikið
eplini upp fyri í ár.
Hannis hevur tann egin-
leika, at hann er sera røkin
maður, og hevur hetta við
sær, at hann keðir seg aldr-
in, hann finnur altíð uppá
okkurt at takast við. Um
veturin, tá ikki so nógv er
at fáast við í bø og haga,
fæst hann við ymiskt
handaligt arbeiði í kjallar-
anum.
Andaliga heim sítt hevur
Hannis
í
Vitninum
í
Hvalba, og hevur Zarepta
eisini eitt stórt pláss í hjarta
hansara.
Á hesum merkisdegi
ynskja vit honum Harrans
signing.
Dagurin verður hildin í
Vitninum leygardagin 30.
oktober frá kl. 18.00.
Tøkk
Eg vil hervið bera eina hjartans tøkk til
børn, verdóttir, ommu- og langommubørn
míni, sum vóru saman við mær á 95 ára føð-
ingardegnum 23. september.
Tøkk fyri blómur, uppringingar, fjarrit og
vitjanir aftaná føðingardagin.
Eisini bygdafólk mítt fær eina hjartans tøkk
fyri hjálpsemi og gott vinalag øll hesi
mongu ár.
Bestu heilsur við Sálm. 59,18
Anna Jensen, Hellurnar
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið gleddu
meg á 80 ára degnum 23. juni.
Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit, kort og tele-
fonsamrøður.
Takk fyri røður, sangir og hornblásturin og
tykkum, ið vundu Merkið á stong.
Kittan Poulsen, Fuglafirði
18. august 2004 hevði
Jonhild V. Eysturberg í
Hvalba arbeitt í 30 ár sum
heimahjálpari.
Tað er ein long arbeiðs-
tíð, ið ikki øll náða, hon
hevur upplivað hvørt av
sínum, og nógvar broyting-
ar og sparingar hava verið,
ikki man tað hava verið so
lætt at umstilla seg hvørja
fer.
Jonhild, sum í dag er 59
ára gomul, hevði sín fyrsta
arbeiðsdag sum heima-
hjálpari 18. august 1974 í
Hvalba.
Hon hevur luttikið á
nógvum skeiðum og verið í
nevndini hjá Heimahjálp-
arafelaginum
Jonhild fór til uppskúling
á Heilsuhjálparaskúlanum
á Tvøroyri 58 ára gomul í
2002, og kláraði hon hetta
gott. Hon hevði gott mót og
kláraði skúlan fyrimyndar-
liga. Hon er so heilsu-
hjálpari í dag og arbeiðir á
Eldra
Sambýlinum
í
Hvalba.
Jonhild er gift við Fríð-
álvi Eysturberg, og eiga tey
4 døtur.
Jonhild V. Eysturberg, Hvalba:
30 ára starvsdag sum heimahjálpari
Jonhild V. Eysturberg (h.m.)
saman við sínum fyrsta
brúkara, Ninnu Holm í
Hvalba. Myndin er tikin á 25
ára starvsdegnum hjá
Jonhild
C
M
Y
K
13
12