sunnudagur 31. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 30. oktober 2004
15
Vinafeløgini Føroyar-
Ísrael skipa fyri inn-
savning, sum er til
frama fyri neyðstødd
og fátæk í Ísrael
INNSAVNING
tíðindaskriv
Innsavningin byrjaði 9. okt.,
tá stuðulskonsert var í Lær-
araskúlahøllini, har Havnar-
kórið og onnur sungu og fitt
av fólki var. Eisini er væl av
peningini er komin frá fyri-
tøkum og einstaklingum.
Feløgini takka hjartaliga
fyri stuðulin higartil.
Sum øll vita, so hava
áhaldandi yvirgangsatsókn-
ir nú í fýra ár verið til
miklan skaða í Ísrael, og
mong eru deyð. Hagtølini
siga, at eini 600 tilvildarlig
fólk eru so álvarsliga skadd
at mong av teimum hava
fingið mein fyri lívstíð.
Eisini eru nógvar barna-
familjur hart raktar.
Innsavnaði
peningurin
fer óskerdur til:
* barnafamiljur ið hava
mist uppihaldara
* fátæk á gøtunum
Hví Ísrael?
Vit vita fullvæl, at neyðin
er stór nógvastaðni í heim-
inum, og ynskja ikki at taka
nakað frá nøkrum, men hví
vilja vit hjálpa júst Ísrael?
Jú, vit halda at vit standa í
skuld til teirra. Paulus sigur
um tey, ið savnaðu inn til
tey fátæku í Judea, at tá ið
tey hava fingið part í anda-
ligu góðum teirra, skylda
tey teimum eisini at tæna
teimum við hinum tímiliga.
Jødunum varð orð Guds
litið upp í hendur, og teir
hava varðveitt tað, og frá
jødunum er Kristus komin.
Hervið er ikki sagt, at
hjálpin, ið kemur úr Føroy-
um, skal avmarkast til jødar.
Vit vilja ikki gera manna-
mun. Í Ísrael verður roynt at
hjálpa øllum neyðstøddum,
uttan mun til fólkaslag.
Feløgini heita aftur inni-
liga á landsmenn okkara um
at taka væl undir við hesi
innsavning, sum heldur
fram til 15. november.
Tilber at stuðla við at
flyta pening á eina av hes-
um konti: Føroya Banki:
6460 169 252 8 - Føroya
Sparikassi: 9181 142 929 0
- Postgiro 204242
Innsavningin til Ísrael
heldur fram
Ein partur av innsavningini var, tá Havnarkórið saman við
øðrum hevði stuðulskonsert í Læraraskúlahøllini
15
14
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Góði Rósing gubbi. Tað kennist hart og óveruligt, at eg
her seti meg niður at skriva minningarorð um teg. Tað
er ikki at forstanda, at tú ikki ert millum okkum meir.
Tú sum altíð var so lívsglaður og smílandi. Havi so
nógv rík minnir um teg, bæði frá mínum barndómi og
sum vaksin. At koma heim til tykkum, var sum at
verða heima hjá okkum. Minnist hvussu mildur tú
altíð var við okkum børn, sum spældu har heima hjá
tykkum.Vart altíð við tí góða, sama sum tú Anna
gumma. Tað føldist at tit vóru góð við okkum børn.
Minnist at tú onkuntíð tók harmonikuna fram og
spældi fyri okkum og var tað so hugnaligt. Havi eisini
rík minnir tá eg var við tykkum og ferðaðist á Strond-
um og hvussu stuttligt tað var, tá vit vóru onkran stimi-
túr saman við tær.
Havi so nógv at takka fyri gjøgnum árini, sum tú
hevur hjálpt til við. Øll í familjuni kunnu siga, hvussu
góðar hendur tú hevði. Um tað var okkurt sum skuldi
gerast, ja so vistu vit hvønn vit kundu heita á ella
spyrja um ráð. Tú dugdi so væl at síggja eina loysn
uppá alt. Tú gjørdi aldrin nakað um teg, arbeiddi
stillisliga, uttan nakað hóvasták og legði eitt avbera
vælgjørt arbeið úr hondum.
Tú var altíð hjálpsamur, fyrikomandi og ein góður
gubbi fyri meg. Tað kennist tómt, at tú ikki longur
støkkur inn á gólvið til eitt prát; men eftir hava vit øll
tey góðu minnini um teg, sum vit goyma í okkara
hjørtum og eru sera takksom fyri. At tú átti Harran í
tínum hjarta, speglaðist í tínari góðsku og kærleika til
tína familju og vinfólk.
Anna gumma, Finn, Regin og tú mín lívsvinkona
Mathilda, gubbi var tykkum ein góður maður og pápi.
Rósa og Jonn, gumma hugsar um tykkum eisini. Veit
hvussu góður abbi var við tykkum og tit við hann.
Barngóður og eygagóður var hann. Og tú Pól, tú hevur
mist ein góðan verpápa, sum var so nógv fyri tykkum
øll. Mamma, Hilmar, Jákup og Jona, saknurin er eisini
stórur hjá tykkum, tit hava mist ein góðan beiggja. Tað
er gott hjá okkum øllum at vita, at tey sum eru farin
undan okkum herfrá, bert eru farin um sýnuna og at vit
einaferð aftur skulu síggja tey heima hjá Harranum.
Má Harrin styrkja og vælsigna tykkum og okkum øll í
tíðini framyvir.
Hvíl í friði
Ása
Tænk når slækt og venner
Snart så er vor vandring slut, ned på jorden her
Og vi skal få flytte hjem, som besluttet er
Om ej dødens bud oss når, Jesus kommer snart
Henter os før jord forgår, tænk så underbart
Tænk når slækt og venner, mødes over der
På den gyldne stranden, skilles aldrig mer
Priser Gud og Lammet, som har kjøbt oss fri
Sorgen flyr, morgen gryr, der i himmelen
Mong en ven er godt forud, til vort kjære hjem
Hviler efter strid er slut, snart vi møder dem
Hver en tåre tørres af, sorg og nød da flyr
Underbare glædesang, evig morgengryr
Hold din klædning ren og hvid, ud i Jesu blod
Og engang vi skal jo ditt, bort om tidens flod
Hør da på basunens lyd, har du alting klar
Lyt nu her du kristi brud, Jesus kommer snart
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Vinnarin funnin
Síðani nýggi VikuskiftisSosialurin kom á gøtuna
tann 11. september, hava spurnarlepar til kapp-
ingina um dreymaferðina verið at finna í viku-
skiftisblaðnum.
Sjey ferðir hava lesararnir havt høvi til at svara
upp á ymsar spurningar, og nú er freistin fyri at
senda svarleparnar inn so farin.
Høvuðsvinningurin í kappingini var ein ferð við
Norrønu, har vinnarin sleppur at búgva í stásiligu
suituni á stóra ferðamannaskipinum. Og var tað
ikki nóg mikið, so legði Førya Sparikassi sam-
stundis eitt VISA-kort við, har vinnarin kundi nýta
upp til 10.000 kr. á ferðini.
Nú er so drigið, og hepni vinnarin, sum nú kann
gera seg til at liva sum millióningur í nakrar dagar
er Súsanna Jacobsen av Norðskála.
Umframt sjálvan høvuðsvinningin var eisini ein
eykavinningur drigin. Og heldur ikki hesin var
soleiðis at forsmáða. Ein familjuferð til Danland
fyri tvey vaksin og tvey børn í bili er altíð nakað,
sum er vert at royna eftir, og eisini her skuldi vinn-
ari finnast.
Tann vinningurin endaði úti á Tórgarði í Havn,
og var tað Anna Elisa Tórgarð, sum streyk avstað
við familjupakkanum.
Annars var áhugin fyri kappingini sera stórur. Tó
at alan bert kundi gerast um tveir Rúgvan av bræv-
bjálvum, sum vóru við í lutakastinum, var øgilig,
og tó at bara tveir seðlar vórðu drignir upp, so vil
Sosialurin saman við Smyril Line og Føroya Spari-
kassa nýta høvið til at takka øllum teimum mongu,
sum eisini tóku lut í spennandi kappingini.
-jm
Prógv
Arin Joensen úr Kaldbak, men sum nú býr á Møn
við familju, bleiv í august útlærdur til skipara í 3.
grad á »Søfartsstyrelsens skole« á Fanø.
Elisabeth Eið Eliasen, Viborg, hevur lokið prógv
sum heilsurøktari við Sosial- og Sundhedsskolen,
Skive.
Signar Petersen úr Sandavági hevur tikið djóra-
læknaprógv (Cand. med. vet.) á Den Kongelige
Veterinær- og Landbohøjskole í Keypmannahavn.
Minningarorð um kæra gubba mín
Rósing Anthoniussen
7. mars 1947
12. sept. 2004
Mánadagin 1. no-
vember flytur Fa.
Billutir, sum hevur
hildið til í Kollafirði
síðan 1993, til Havn-
ar. Fyrtøkan letur upp
í 200 fermetra stórum
handilshølum í Bók-
bindaragøtu
Petur Martin Johansen,
sum eigur og rekur Fa. Bil-
lutir, sigur, at umleið ein
triðingur av fólkinum í Før-
oyum býr í Havn, og hann
heldur, at tað eru fleiri fyri-
munir við at flyta til Havn-
ar.
Hann hevur leiga hand-
ilshølini í Bókbindaragøtu
18, har sum fyrrverandi
kolonialhandlarnir, Sigurd
Danielsen og Eysturbúðin,
hildu til.
Gólvvíddin er umleið
200 fermetrar, og hølini eru
sera væl egnaði til enda-
málið, sigur Petur Martin.
Fa. Billutir bleiv stovnað
í Kollafirði í 1993. Fyri-
tøkan selur eykalutir til
bilar, so sum plátulutir, út-
stoyt, lyktir og annars allar
slitlutir - bæði brúktar og
nýggjar. Eisini hevur fyri-
tøkan gott samband við bil-
upphøggarar í útlandinum.
Handilin letur upp mána-
dagin 1. november og tele-
fonnummarið
er
nú:
321605 og telefax. nr.
321604.
Fa. Billutir flytur til Havnar
Mánadagin 1. november letur Fa. Billutir upp í Bókbindaragøtu 18 í Havn. Petur Martin
Johansen eigur og rekur fyritøkuna
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14
Fríggjadagin 5. november:
kl. 20.00
Møti
Talari: Torleif Johannesen, sjómanstrúbo¦ari
Magni Christiansen syngur
Leygardagin 6. november:
kl. 16.00
Barnatiltak fyri alla oynna í Vágs kirkju
Talari: Petur F. Johannesen
Barnakórini í Hvalba og Sumba syngja
kl. 20.00
Møti
Talarar: Pól Johannesen og
Niels J. Nielsen, trúbo¦arar
Porkeriskóri¦ og Gratia syngja
kl. 22.00
Ungdómsmøti fyri alla oynna
Andakt: Reimund Langgaard
Sunnudagin 7. november:
kl. 11.00
Gudstænasta vi¦ altargongd v/Patrick de
Neergård og Bergur D. Joensen, sóknarprestum
kl. 13.00
Døgur¦i í VB-húsinum fyri tekna¦*
kl. 18.00
Møti
Talari: Regin Høgnesen, trúbo¦ari
Fólk úr missiónsh. á Tvøroyri syngja
Bergur D. Joensen, forma¦ur, endar
* Tekning á tel. 373274 ella 373300
Mánadagin 8. november ver¦ur 100 ára fø¦ingardagshald
í Leguhúsinum í Nesvík vi¦ hesi skrá:
Kl. 17.00
Húsi¦ opi¦
Kl. 17.30
Barnatiltak
Talari: Annelisa Rasmussen
Undirhald: Êsbjørn og Absalon.
Pitsasniglar og pylsuhorn eru til
børnini og náttur¦i til vaksin.
Kl. 19.00
Heilsanir frá Hans J. Joensen, bispi,
Jógvan á Lakjuni, landsstðrismanni
í mentamálum, o.ø.
Kl. 21.00
Ungdómscafé
Jákup Justinussen o. fi. syngja.
Okkurt til matna
Møguleiki ver¦ur at lata eina gávu til Heimamissiónina
.-- Áo^ e^ia Ò Jfppfˆkpe¸pfkrj Ò SÁdf
.-- Áo^ e^ia Ò Ibdre¸pfkrj Ò KbpsÒh
Hjartaliga vælkomin!