Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað kom dátt við hjá fleiri familjum í Sandoynni sunnu­dagin, at Teistin legðist við tekniskum breki, sum sunnudagurin leið. Flogbóltskapping fyri børn var í Klaksvík henda dagin, og fleiri familjur við børn­um høvdu leitað sær úr Sand­ oynni og høvdu bilin við sær til Klaksvíkar. Nógv taka ein slíkan túr sum ein familjutúr, har for­ eldur við børnum fara av­ stað, og soleiðis var eisini sunnudagin. Sunnukvøldið, tá tað gjørd­ist greitt, at Teistin ikki kundu fara í sigling aftur, setti Strandfaraskip Land­sins Sildberan at røkja far­leiðina um Skopunar­ fjørð. Men, Sildberin tekur bert 30 fólk á hvørjum túri - og ongan bil. Tískil strand­aðu fleiri familjur við børnum í Havn og aðra­staðni sunnukvøldið, tí tað gav onga meining at fara í Sand­ oynna aftur við ongum bili. Flestu hava brúk fyri bilinum í oynni hvønn dag, tí tey koyra millum bygdirnar til arbeiðis. Men, greitt er, at tað sleppur eingin bilur í Sand­ oynna - ei heldur úr oynni - tá eingin bilaferja er á far­ leiðini. Hvønn dag er tungur vøru­flutningur til og úr Sand­oynni. Fiskur kemur á trailarum til virkið í Skopun, mjólkar­ bil­u­r koyrir mjólk úr oynni, og olju-og postbilur eru nakr­ar ferðir um vikuna við á hesi farleið. Tey, sum pendla mill­um Sandoynna og mið­staðar­ økið hvønn dag, eru mong í tali, og henda tørv megnar Sildberin á ongan hátt at loysa.   Loysn er funnin Í morgun gjørdist so greitt, at Strandfaraskip Land­sins seta Ternuna at røkja sigl­ ing­ina um Skopunarfjørð eftir ferðaætlanini hjá Teista­num, og Ternan verð­ ur sambært fráboðan hjá SSL á hesi farleið, til Teistin kem­ur aftur. Sambært Hera Norðberg, ferðslu­samskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, er ein frekvens-umformari umborð á Teistanum farin, og hitin frá tí brekinum hevur gjørt skaða á aðra tøkni. Við KvF í morgu segði ferðslu­sam­skiparin, at eyka­ lutir ikki eru til taks í Før­ oyum í løtuni. Uttan bilaferju um Skopunarfjørð, er ógvuliga trupult hjá sandoyingum at fáa dagin at hanga saman Ternan tekur um endan SLUPPU IKKI HEIM: Fleiri familjur við børnum úr Sandoynni, sum vóru til flogbóltskapping í Klaksvík sunnudagin, sluppu ikki heim aftur, tá tað gjørdist greitt, at Teistin lá við tekniskum trupulleikum. Vilmund Jacobsen - Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fiski­ skapurin er á einari leið. Tað vistu tey á Fiska­ mark­naði Føroya at siga fríggja­dagin.  Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar blá­longu. Allir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí helst inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í aðru viku. Frystitrolararnir á djúp­ um vatni fiska tosk og blá­ longu. Seinastu tíðina hava trol­bátar fiskað norðan fyri, og teir hava havt góð­ an fiskiskap. Teir fiska tosk, hýsu og flatfisk. - Væntandi koma trol­ bátar inn at landa fyrst í hesi vikuni. Ein trolbátur fór út um vikuskiftið, men kem­ur helst inn aftur at landa seinni í vikuni. Trý skip eru á garna­ veiði. Ein landar helst fyrst í hesi vikuni - og hinir báðir koma væntandi seinni í vikuni, verður lagt aftrat. Tað gongur væl í Sjóvar kommunu. Kommunan hevði ein skattavøkstur í 2017 á 10,6 prosent - og ein fólkavøkstur í sama ári á 5,3 prosent Allir úr somu bygd Vilmund Jacobsen Myndin oman fyri er av trimum skipsførarum, sum fingu prógv seinasta fríggjadag. Tað serstaka við hesum er, at allir tríggir eru ættaðir úr Kvívík, og teir eru allir úr somu familju. Allir eru teir kvívíkingar, og eftirnavnið er Davidsen.  Frá vinstru eru skipsførararnir, Hans Jákup Davidsen, í miðjuni Torfinn Davidsen, sum er pápabeiggi Hans Jákup - og uttastur til høgru er Sámal Davidsen, sum er pápi Hans Jákup Davidsen. Hesum trimum - og øllum, sum tóku skipsføraraprógv í hesum umfari - verður ynskt alt tað besta á lívsleiðini. Trolfiskurin roynist Tað er ein frekvens-umformari umborð á Teistanum, sum er farin, og hitin frá tí brekinum hevur gjørt skaða á aðra tøkni Fiskiskapurin hjá partrolarunum roynist hampiliga væl í løtuni Mynd: TJ-myndir Tað hevur gingið væl hjá teimum smærru trolbátunum, og partrolarar hava havt hampiligan fiskiskap