mánadagur 22. januar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
Vilmund Jacobsen
Ein av teimum, sum var og
skeyt svartfugl í seinastu
viku, var Marner Sivertsen.
Hósdagin fekk hann 37
fuglar, fríggjadagin 96 - og
leygardagin, sum var seinasti
dagurin, fekk hann 43 fuglar.
Hetta gevur 176 fuglar
tilsamans, sum má sigast
at vera rímiliga góð veiða í
tríggjar fylgjandi dagar.
Marner Sivertsen legði
leygardagin viðheftu mynd
út
á
Facebook-síðuna
-
Fuglaveiða í Føroyum - og
eftir myndini at døma var
meginparturin av veiðini hjá
honum henda dagin lomvigi.
Annars sigur fuglaveiði
maðurin einki um, hvussu
hesir tilsamans 176 fuglarnir
seinastu tríggjar dagarnar av
veiðitíðini deildu seg millum
lomvigu, álku og lunda.
Loyvt hevur verið at skot
ið lomvigu, álku og lunda frá
1. oktober til og við 20. januar.
Á Facebook-síðuni - Fugla
veiða í Føroyum - sæst eisini,
at Páll Gregersen í Gøtu var
og skeyt ein dagin í síðstu
viku.
Hann
sigur,
at
hesin
eini túrurin gav tilsamans
21 fuglar, 10 lomvigur, 10
lundar og eina álku. Teir
vóru eystur úr Svínoynni,
einar 14 fjórðingar úr landi,
tá teir vóru longst til havs,
sigur Páll Gregersen.
Ein annar, sum eisini var á
svartfuglaveiði í síðstu viku,
var Birgir Johannesen, sum
segði, at teir henda dagin
fingu 40 fuglar eystur úr
Fugloynni.
Hann hevur tó ikki við
merkt, hvussu nógvir fuglar
vóru av hvørjum slagi, men
bara at samlaða talið gjørdist
40.
Tey, sum skjóta svartfugl,
hava onga fráboðanarskyldu,
og tískil eru eingi neyv hag
tøl yvir svartfuglaveiði í Før
oyum.
Á Facebook-síðuni sæst,
at onkrir menn fingu nógvan
fugl í byrjanini av vertíðini.
Sagt verður frá túri hjá
monnum, sum ein dag fingu
upp í 200 fuglar norðan fyri,
og í einum øðrum føri er sagt
frá túri, har menn á einum
báti fingu 102 fuglar.
Svartfuglur sum lomvigi
og álka er sera góður og
vælsmakkandi
matur,
og
tá loyvda veiðitíðin er av
markað,
er
hetta
eisini
sera forkunnugur matur á
døgurðaborðinum.
Kjak hevur áður verið á
síðuni - Fuglaveiða í Føroy
um - um veiðan eftir svart
fugli kanska skuldi havt eitt
hámark í tali av fugli fyri
hvørja veiðiferð.
Men, ymiskar meiningar
hava verið um hetta. Og tað
eru kanska mest tey, sum
ikki skjóta, ið mæla til av
markingar.
Vilmund Jacobsen
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at fleiri línuskip
koma inn at landa hesa
vikuna. Skipini hava eina
blanding av toski, longu,
brosmu og hýsu.
-
Línuskipini
royna
bæði á Íslandsrygginum,
á djúpum vatni og inni á
landgrunninum.
Okkurt
línuskip er nýliga byrjað
túr og kemur tí neyvan inn
at landa hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at føroysku
frystilínuskipini, sum fiska
á Flemish Kap, hava verið
inni og landað. Fiskurin
verður í bingjum sendur
heim til Føroya.
Fiskiskapurin á Flemish
Kap hevur higartil verið
sera góður.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna, verður sagt, at
streymurin verður góður,
men veðrið verður ivasamt
fyrst í vikuni, men batnar,
sum vikan gongur.
-
Vit
vænta,
at
útróðrarbátarnir fara at
gera nakrar túrar hesa
vikuna, og fiskiskapurin
hjá útróðrarbátunum er
brúkiligur í løtuni, verður
lagt aftrat.
Væntandi koma fleiri línuskip
inn at landa í hesi vikuni
Nú Eysturoyar
tunnilin verður bygdur,
skal eisini ein rundkoyr
ing gerast í Saltnesi,
og her skal nógv tilfar
leggjast út í sjógvin.
Myndina hevur Elinbjørg
Petersen tikið.
UNDANTAKSLOYVI:
Strandfaraskip Landsins
fingu mánamorgunin
undantaksloyvi frá
Sjóvinnustýrinum at
seta Ternuna í sigling
um Skopunarfjørð.
Undantaksloyvi er tó
givið við ávísum treytum.
Martin hevur
verið óførur!
Ein av skipførarunum,
sum fekk prógv seinasta
fríggjadag, var Martin A.
Hansen í Vestmanna.
Hann siglir við Tórsborg
hjá Skansi Offshore,
men hevur kortini
megnað at fullført sína
útbúgving uttan at
forsøma arbeiði umborð.
Martin A. Hansen hevur
skipað soleiðis fyri, at
hann hevur verið á Vinnu
háskúlanum, tá hann
hevur verið heima.
Hann er vanliga fimm
vikur burtur og fimm
vikur heima hvørja ferð.
Tá hann so er komin heim
mikukvøld, er hann farin
í skúla hósmorgun, til
hann er farin avstað aftur
mikudag fimm vikur seinni.
Hetta hevur latið seg
gera hjá Martini, tí tað
er ikki møtiskylda, tá
tú lesur til skipsførara
á Vinnuháskúlanum.
Martin A. Hansen hevur
tikið uppgávurnar niður
av netinum, hevur loyst
tær á frívaktunum umborð
og hevur sent tær aftur.
Hetta hevur kravt
”disiplin”, men hevur
væl latið seg gera.
Tá tú tekur eina skips
føraraútbúgving á
henda hátt, fært tú
bara helmingin av
undirvísingini við, og tú
noyðist sjálvur at lesa alt
tað, sum aðrir næmingar,
ið møta á skúlanum,
fáa undirvísing í.
At sigla í føstum kjansi
og síðan ganga í skúla og
lesa, tá tú ert heima, ger,
at tú ongantíð hevur frí.
Men, slíkt kann lata seg
gera, tá tú veitst, at hetta
er soleiðis í eina ávísa tíð.
Martin A. Hansen hevur
tikið sína skipsføraraút
búgving yvir hálvt fjórða
ár, og tá hevur hetta latið
seg gera uttan at taka
nakran frítúr frá skipinum.
Nú hann hevur fingið sína
skipsføraraútbúgving,
hevur hann næstan
eisini fingið sína fullu
siglingstíð. Honum restar
bert tvær ella tríggjar
mánaðir, so er vinnubrævið
eisini komið í hús.
Hjá Martini A. Hansen
hevur tað passað eina
standandi væl við próv
tøkum, meðan hann
hevur verið knýttur
at Vinnuháskúlanum,
samstundis sum hann
ongan túr hevur mist
umborð á Tórsborg.
Brúkiligur
fiskiskapur
hjá útróðrar
bátunum
Vertíðin at skjóta
svartfugl er liðug
Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er brúkiligur í løtuni
Leygardagin, 20. januar, var seinasti dagur
í hesum umfari, at loyvt var at skjóta
svartfugl, lomvigu, álku og lunda