mánadagur 22. januar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kári Thomsen
Vit hoyra støðugt at stóra nýtslan
av plastik, og stóri parturin sum
endar í havum-hvørvinum, vil hava
við sær at tað í ár 2050 vil verða
meira plast í høvunum enn fiskur.
Og verst eru mikiroplastbitlar, ið
stava frá slit á t.d. kunstgrasvallir
og annars frá vørum sum smyrsl,
tannkrem og vaskiklútum o.ø.
Nøkur
ár
eru
farin
síðan
alivinnan fóðraði fiskin frá trillubør
og við eskari, og er so at siga øll
fóðring í dag frá fóðurflakum har
fóðuri við lufttrýst verður sent
gjøgnum plastrør og út í ringarnar.
Hetta er lætt og smidligt, men
hevur við sær at plastrørini, nýtt
verða, eru sum sandblást á innsíðu
og við úrslitinum at plastbitlar
enda úti í alriringunum og partvís
verða liður í sjálvum fóðurinum til
alifiskin, men eisini sum føði hjá
fiskaynguli. Plastbitlarnir eru so
smáir at teir verða tiknir fyri at
vera plankton, ið hevur við sær at
yngulin doyr av svongd.
Í Noreg verður mett at tað
finnast millum 3 og 12 túsund
metur av plastrørum fyri hvørt
alibrúk, og verða hesi skift til
nýggj rør fyri hvørji 3 ár, tí tey eru
niðurslitin.
Mett verður at tað hvørva um 1,5
kg av plasti fyri hvørjar 10 metur av
røri fyri hvørji 3 ár. Um varðisliga
verður mett at hvørt alibrúk í miðal
hevur 4 túsund metur av rørum, vil
tað svara til at hvørt alibrúk letur
út umleið 200 kilo av mikroplast
fyri hvørt ár. Fyri alt landið verða
sostatt hvørt ár latin umleið 4 tons
av mikroplast út í firðir og synd.
Í Noreg er fjarðatoskurin komin
á reyðlista fyri hótt djórasløg, og
fær
frítíðarfiskapur
skuldina,
meðan royndir útróðrarmenn siga
frá, at gýtingartoskur heldur sær
burtur frá alifirðum. Men so skjótt
eitt alibrúk verður flutt burtur
kemur fiskurin aftur.
Her heima hoyrist at seiðurin so
at siga ikki er mannføði. Sjálvt langt
frá alibrúkum og í streymasjógvi
fæst
seiður,
ið
er
fullur
av
alilaksafóðuri
og
tessvegna
ónýtiligur sum mannaføði. Sjálvt
ketta og hundur vísa frá sær at eta
seiðin.
Við mikroplasti og ovurstórum
nøgdum av skarni, fóðurleivdum,
eitrandi kopari frá nótum og
vandamiklum
avlúsingarevnum,
ið taka lívið av krabbadjórum,
plankton, taraloppu og øðrum
smákyknum, og við støðugari
niðurgongd í taravøkstrinum, verða
firðir og sund at fara fyri skeytið.
Seiðurin, ið nokk kann sigast at
hava hildið livið í føroyinginum -
fiskurin við hægsta innihaldinum
av m.a. D-vitaminum - er latin
til skutils til børs-spekulantar,
og
føroyskur
firðirnar
latnir
kostnaðarfrítt til útlendingar av
hóvreiggja sær á.
Gott at Vinnumálaráðið hevur
sett alivinnuni krav um fullan
opinleika, og restar nú einans, at
boð verða givin, at øll aling skal
verða løgd um til lokaðar skipanir
innan heilt fá ár.
Hervør Pálsdóttir, lesandi á Setrinum
og forkvinna í Føroynevndini hjá MFS
Tráin Petursson Nónklett, lesandi á
Setrinum og stýrislimur á Setrinum
Setrið skal spara pengar. Hetta
hevur við sær álvarsamar sparingar
fyri okkum lesandi. Orsøkin er
eftir okkara tykki ov lítil játtan
frá Føroya Løgtingi. Tað er greitt,
at politiska skipanin ikki hevur
raðfest Setrið í nóg stóran mun.
Hetta stendur als ikki í mát við
samgonguskjalið hjá samgonguni
og heildarætlanina “Fólkaflyting
og fólkavøkstur”. Sparingarnar á
Setrinum eru sum at pissa í buks.
Tað er heitt og fjált eina stutta
løtu, men síðani verður tað kalt og
klebrut.
Samgongan hevur gjørt summar
batar fyri lesandi á hægri lesnaði.
Studningurin er hækkaður frá
3800 kr. um mánaðin til 4300 kr. um
mánaðin, umframt at studningur
nú verður veittur allar 12 mánað
irnar í árinum, og ikki bert teir 11,
sum tað var frammanundan. Eisini
hava lesandi við børnum fingið
betur kor. Setrið hevur eisini fingið
størri játtan, men hendan játtanin
er bara als ikki nóg stór í mun til
framtíðar málini fyri hægri lesna í
Føroyum og tann stóra hækkanin
av lesandi á Setrinum seinnu árini.
Sparingarnar
raka
okkum
lesandi heilt ítøkiliga. Nevnast
kann t.d.:
Ongin lesandi verður tikin upp
til búskaparfrøði í 2018
Strikað
verður
lestrarveg
leiðarastarv frá 31. mars 2018
Útsett endursetan av stødd
frøðistarvi á Námsvísindadeildini
2 valfak á Søgu- og samfelags
deildini verða strikað
Løgfrøði verður lagt um til
gjaldsskeið
Starvslæra á Námsvísindadeild
ini verður skert umframt at eyka
samsýningar fyri vegleiðing og
próvdøming til bachelor uppgávur
verður spard á Námsvísindadeildini
Fráfaringaravtala er gjørd við
víkjandi einum lektarastarvi á
Sjúkrarøktarfrøðideildini
Hesar sparingarnar gera tað als
ikki meira spennandi og lokkandi
at lesa í Føroyum. Vit vænta t.d.,
at fleiri, sum hugsa sær at lesa bú
skaparfrøði í Føroyum, heldur velja
at lesa tað uttanlands. Hetta er ein
stórur missur fyri Setrið og Føroyar.
Eisini hava hinar sparingarnar við
sær, at fakliga støðið lækkar á fleiri
deildum á Setrinum.
Í heildarætlanini “Fólkaflyting
og fólkavøkstur” frá 2013 er út
búgving og at raðfesta Setrið eitt
av greiðu málunum fyri at fáa fólk
at støðast. Har verður m.a. sagt um
Setrið: “Umframt at endurskoða og
styrkja verandi útbúgvingartilboð
er neyðugt, at Fróðskaparsetrið
mennir nýggj útbúgvingartilboð
og granskingarøki, ið føroyska sam
felagið hevur tørv á.”
At fólk lesa á Setrinum og ikki
uttanlands hevur stóran týdning
fyri føroyska búskapin og mentan
ar- og sosiala lívið. Lesandi brúka
teirra pengar her og eru við til at
skapa lív og trivna. Hetta hevur eitt
stórt virði fyri okkum.
Samgonguskjalið frá 2015 mill
um Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og
Framsókn hevur nógv vøkur orð
um útbúgving og Setrið. M.a. verð
ur sagt:
Aldurs- og kynssamansetingin
er fremsta avbjóðingin, so sam
gongan fer alt fyri eitt undir
at fremja átøk á hesum øki (...).
Hetta ber í sær íløgur í útbúgving
og gransking, vinnumøguleikar,
lestraríbúðir og fjølbroytt mentan
artilboð, so Føroyar gerast lokkandi
hjá ungdómi.
Lagt verður fyri við at gera
ætlan um, hvussu vit byggja og
menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý
við tilhoyrandi bústøðum, gransk
ingarkarmar og mentanar- og
frítíðartilboð til ung lesandi. Eisini
skulu korini hjá lesandi og støkum
uppihaldarum bøtast munandi, so
hesi kunnu liva og virka í Føroyum.
Vit mæla til, at tit vísa hesu
vøkru orð í verki við at játta Setri
num fleiri pengar.
Vit heita á lesandi og starvsfólk
á Setrinum um at alment gera vart
við hesa serstakliga keðiligu støðu.
Bara soleiðis kunnu vit leggja trýst
á politisku myndugleikarnar fyri
at fáa eykajáttan frá Løgtinginum
uppá 7 milliónir kr. soleiðis, at Setr
ið kann halda áfram uttan sparing
ar komandi árið.
At pissa í buks fjálgar eina stutta
løtu. Sparingarnar hava við sær, at
Setrið heldur játtanina, men tað
gerst skjótt kalt og klebrut. Menta
málaráðið hevur møguleika at
steðga sparingunum við at biðja
Løgtingið um eykajáttan.
Rune Nolsøe
Innlegg mítt tann 20 des. í Portal.fo
og í Sosialinum eftir nýggjár bleiv ikki
svarða soleiðis sum eg hevði vænta.
Tað er tryggingin hjá Føroya
Arbeiðarafelag (FA) av arbeiðsfólki
sum eg vildi hava avklára tí eg eri
sera kritiskur til tess.
Fyrst so er tað tryggingar
prísurin sum arbeiðarar í Føroyum
skulu
gjalda
samanborið
við
arbeiðsfelagar í Danmark. Í báum
førum er tað tryggingarfelagið
ALKA sum er útbjóðari.
Harnæst so kalli eg hesa trygg
ingina fyri eitt rán. Tað vil eg so
undirbyggja.
Hvat kostar tryggingin
í Føroyum ?
Hevur tú 40 tíma arbeiðsviku til
minstuløn kr. 125,69 so er ársgjaldi
fyri at verða tryggjaður kr. 3.921,-
Her skal so innroknast skattur
sum er settur til 33% og sum gevur
ein bruttokostnað uppá kr. 5.215,-.
Hettar er tað sum tryggingin kostar
fyri tann einkulta limin.
Er tímalønin kr. 150,- sum fleiri
virkir í dag gjalda so er bruttokost
naðurin fyri tryggingina (íroknað
skatt) kr. 6.224,- árliga.
Íðin arbeiðsfólk sum forvinna
eitt ár kr. 400.000,- skulu gjalda til
svarðandi meira (íroknað skatt) kr.
7.980,-.
Og tað er hvørt ár tú skal av við
hesa upphædd.
Hvat gjalda danskir
arbeiðarar sum eru limir
í bróðirfelagnum 3F ?
Mánaðargjaldið í Danmark (DK) er
kr. 40,- og gevur eitt ársgjald uppá
kr. 480,-
Íroknað skatt uppá 33% so gevur
tað ein bruttokostnað uppá kr. 638,-
pr. ár.
Danskir arbeiðarar gjalda tað
sama óansæð hvat ársinntøkan er.
Tað vil siga at tryggingar
kostnaðurin fyri ein arbeiðara
í Føroyum er í minsta lagi kr.
4.577,- meira enn í DK. Ella fyri
eina inntøku í Føroyum uppá kr.
400.000,- so er tryggingin kr. 7.342,-
dýrari enn í DK.
Eg meini tí at FA hevur skyldu
til at leggja fram hvat tað er fyri
ein avtala sum tey hava spent
arbeiðsfólk fyri. Hettar er ikki eitt
innanfelagsmál. Tí tey sum verða
trekt fyri gjaldið eru uttanfelags
fólk líkasum felagsfólk.
Rán, hægst á degi
FA rænir arbeiðarar í Føroyum.
Tryggingargjaldið
til
FA
er
obligatoriskt. Ella tvungið. Tú
verður ikki spurdur um tú er limur
í felagnum ella um tú hevur áhuga í
hesi trygging. Tað verður bara trekt
av hjá arbeiðsgevara og flutt yvir
til FA. Liðugt við tí. Hettar er nakað
undarligt nakað. Og hettar er líkaso
mistonkiligt sum tað er undarligt.
Vit hava eitt rættarsamfelag
við privatum ognarrætti. Ongin
kann leggja hond á tína ogn uttan
við eini ekspropiatión ella við eini
dómarakenning. Og tá skal tú hava
eitt rímuligt varskóð og møguliga
at gerða innsigilsi. Og tú hevur eina
rímuligt kærufreist.
Men her kann FA uttan sam
tykki fara inn og taka ogn tína.
Uttan at spyrja. Uttan at hava góð
kenning. Uttan at tú er limur og
hevur bundið teg til nakað sum
helst. Og tú sum verður rændur
ánar ikki hvat pengarnir fara til.
Hettar er rein bananrepublikk.
Hettar hevur onki við eitt rættar
samfelag at gerða.
Donsku fakfeløgini halda seg
til rættarskipanina. Bæði 3F og
Det Faglige Hus hava tryggingina
sum eitt gott tilboð til limir sínar.
Og tú skal sum limur sjálvur biðja
um at limast inn og sjálvur syrgja
fyri at yvirhalda treytirnar, sosum
at gjalda hvønn mánaða. Hettar
eru góð tilboð sum seta virðing
av arbeiðsfólki í hásæti. Føroya
Arbeiðarafelag er so langt frá
hesum at tað er ræðandi. Hettar
er tað ein kallar rán og góðum før
oyskum og tað hendur hægst á
degi.
KJAK
4 - 5 tons mikroplast frá alivinnuni um árið
Sparingarnar á Setrinum eru sum at pissa í buks
Tryggingin hjá Føroya Arbeiðarafelag - Rán á alljósum degi