mánadagur 22. januar 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Uppíblandingin hjá Tjóðveldi í
spanskan innanríkispolitikk kann
skaða føroyskan handil og áhuga
mál í Spania
Separatisturin, sum hann verður
kallaður, Charles Puigdemont, er
komin til Danmarkar, og tað ljóðar,
at fólkatingumboðið hjá Tjóðveldi
hevur boðið honum í Fólkatingið.
Sostatt er eitt nýtt fjølmiðla
show farið í gongd, ið hevur eittans
endamál: at marknaðarføra loys
ingina og fólkatingsumboðið sjálvt.
Seinni í dag skal separatisturin
hitta fólkatingslimir, men tíbetur
hava fleiri flokkar avlýst at hitta
loysingarhetjuna hjá Tjóðveldi.
Nógv munnu spyrja, hvat ið
fólkatingsumboðið billar sær inn at
misbrúka okkara felags parlament
til at blanda Føroyar upp í sponsk
innanríkisviðurskiftir. Hetta er jú
beinleiðis uppílegging, sum kann
skaða føroyskan handil og áhuga
mál í Spania.
Hvat er tað, sum drívur ein
føroyska fólkatingsmann til lands
skaðiligt virksemi? Tað er uttan
iva tann æviga egininteressan um
framt loysingaratkvøðugreiðslan,
sum Aksel V. Johannesen hevur
kunngjørt skal vera í ár.
Orsøkin kann eisini vera tann
vanliga oyðimarkargongdin hjá
Tjóðveldi á Fólkatingið, sum altíð
vísur seg sum mótmælir móti
øllum og ongum. Okkurt skulu
tómar hendur gera, sigur føroyska
orðatakið.
Tak eisini eitt dømi um ein
føroyskan
landsstýrismann
í
uttanlandsmálum.
Hann
skal
hava heimild frá Løgtinginum í
størri uttanlandsmálum, áðrenn
hann kann handla. Her heldur
fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi
seg hava fríðar ræsur til at fløkja
Føroya land upp í spanskan innan
ríkispolitikk, og tað kann fáa
fylgjur.
Situatiónsfornemilsið hjá fólka
tingsumboðnum má vera púra við
síðuna av, tá ið hann heldur seg
kunna umboða Føroyar á henda
hátt.
Best hevði verið, um Tjóðveldi
heimkallaði burturvilsta sonin í
stundini. Tað hevði kanska bøtt eitt
sindur um skaðan, sum egotrippið
ber í sær. Hetta er jú landsskaðiligt.
Tað má ikki enda við, at Løg
tingið verður noytt til at fáa virði
lig viðurskifti í lag aftur við Spania.
Annika Olsen
borgarstjóri
Uppskotini um nýskipanir og
løgtingslógir, sum nú liggja í
tinginum, tryggja haldførið hjá
landskassanum, men máa støðið
undan grundleggjandi vælferðart
ænastum,
sum
kommunurnar
veita og kann føra við sær munandi
skattahækkingar
á
borgarar
landsins.
Eftir øllum at døma metir
sitandi landsstýrið, at fíggjarliga
haldførið í føroyska búskapinum
kann styrkjast við at flyta útreiðsl
ur úr einum almennum kassa í ein
annan.
Eldraøkið er kjarnuvælferð, sum
kommunurnar taka í størstum
álvara. Henda týðandi tænasta
krevur
eitt
trygt
fíggjarligt
grundarlag.
Nógv færri pengar
til kjarnuvælferð
Meginregla í býtinum millum land
og kommunur er, at vald og gjald
fylgjast at. Hetta merkir, at tað, ið
kommunurnar umsita, gjalda tær
fyri. Fyri nú trimum árum síðani
bleiv ein tann størsta umskipanin
gjørd, tá ið eldraøkið bleiv lagt
út til kommunurnar at umsita.
Ábyrgdarbýtið á eldraøkinum var
klovið millum land og kommunu. Tí
bleiv hetta umráðandi øki flutt út
til kommunurnar. Henda uppgávan
kostar kommununum yvir 400 mió.
kr. árliga.
Nú fer landsstýrið inn og broyt
ir við sjálva kjarnuna, sum skuldi
fíggja eldraøkið – inntøkan av
forskattingini av pensjónunum.
Hetta skal nú broytast til ein stig
vísan pensjónsskatt. Hesin leistur
ger, at kommunurnar missa nógvar
milliónir á hvørjum ári. Peningur,
sum skuldi verið berandi súlan
undir fíggingini av eldraøkinum.
Longu komandi ár fer hetta at
kosta kommununum 23 mió. kr.,
og roknað verður við, at hetta talið
fer at hækka upp í 32 mió. kr. í 2026.
Somuleiðis lækkar tvungna inn
gjaldið úr 15 prosentum niður í 12
prosent. Her missa kommunurnar
17 mió. kr. fyri hvørt prosentið,
ið tvungna uppsparingin verður
lækkað. Sostatt hava kommun
urnar 50 mió. kr. minni at fíggja
eldraøkið fyri, tá ið tvungna
uppsparingin er farin niður á 12
prosent.
Rokning fyri
fyritíðarpensjónina
send kommunum
Landið hevur ábyrgdina av øllum
pensjónsøkinum. Men ístaðin fyri
at taka ábyrgd av egnum málsøki,
flytur landið ábyrgdina yvir til
kommunurnar at gjalda. Hetta fer
at kosta kommununum 25 mió. kr.
árliga, og samstundis fær lands
kassin meirinntøkur á góðar 9,4
mió. kr. árliga.
Landsstýrið hevur lovað, at
kommunurnar
skulu
haldast
skaðafríðar av teimum broytingum,
sum verða gjørdar. Kommunurnar
mugu hava støðugar inntøkur fyri
at veita grundleggjandi tænastur til
borgaran. Men ístaðin fyri at skapa
tryggleika, skulu kommunurnar
nú fáa endurgoldið broytingarnar í
fyritíðarpensjónini við veiðigjaldi.
Tað er ikki fíggjarliga haldført.
Sambært
uppskotinum
um
veiðigjald
fara
kommunurnar
at missa 8 mió. kr. í inntøkum.
Um somu tíð fella 300 mió. kr. í
landskassan. Enn einaferð sami
leistur - nýggjar inntøkur í lands
kassan
-
útreiðslur
leggjast
kommununum.
Aftrat hesum ætlar Landsstýrið
at seta ein frádrátt fyri gjald til
yrkisfeløg. Hetta uppskot er mett at
kosta kommununum aðrar 25 mió.
kr. á hvørjum ári.
Um prísurin fyri, at landið fær
javnvág í sínum húsarhaldi, er, at
kommunurnar mugu niðurlaða
sínar tænastur til børn og ung, eins
og til tey eldru, ið eru teir borgar
ar,
sum
frammanundan
hava
størsta tørvin, so eigur Lands
stýrið at melda greitt út, at hetta er
málsetningurin. Tað er lítið sømi
ligt, at landsstýrið áhaldandi ber
fram, at kommunurnar ikki koma
at hava ein miss av ætlanunum hjá
Landsstýrinum.
Broytingarnar hjá Landsstýri
num skulu styrkja haldførið hjá
landskassanum. Hinvegin verður
enn einaferð skarvað burturav inn
tøkugrundarlagnum hjá kommu
nunum. Og hvat er tá vunnið fyri
borgaran og samlaða búskapin.
KJAK
Tjóðveldismaður setur Føroyar í pínliga støðu
Landsstýrið máar støðið undan
týðandi kjarnutænastum
Arbeiði
Timbur og Snikkaraarbeiði.
Alt timbur og snikkaraarbeiði
verður gjørt. Hans Bech
Húsasmiður. hansbech@kallnet.
fo
Telefon: 212561.
BHC Smíð Timbur &
snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til
ábøtur? Vit átaka okkum alt
timburarbeiði, vit garantera
dygdarsmíð, skjótt og til ein
rímiligan kostnað. Royn okkum!
B.H.C smíð
tlf. 218991
Býli í Føroyum
Íbúð ynskist
Íbúð ynskist skjótast gjørligt
í Havn/Hoyvík ella Argum til
tilkomna kvinnu og sonin
223315
Ìbúð ynskist
Ìbúð ynskist 35 ára gamal
maður ynskir íbúð í Tórshavn
skjótast gjørligt. Gj Ring
226272
Íbúð søkist
Par søkir íbúð í meginøkinum,
roykja og drekka ikki. Gjalda til
tíðina
Tlf 529056
Fundir
Dansistovugaman
Aðalfundur felagsins verður
sunnukvøldið 4. febr. 2018 í
steðginum uml. kl. 20.00. Skrá
smb. lógum felagsins. Nevndin
LÝSINGARTORGIÐ
Gudstænasta sunnudagin
13. august 2017:
Skála kirkja
kl. 11: Sverri Steinhólm
Vesturkirkjan
kl. 11.00: Jákup E. Petersen.
Sunnudagsskúli er undir
gudstænastuni.
Argja kirkja
kl. 11.00: Heri J. Joensen.
Sunnudagsskúli er undir
gudstænastun
Christianskirkjan
kl.11 Hanus á Gørðum altarg.
Funnings kirkja
kl. 11 messa Emil Olsen.
Gjáar kirkja
kl. 12.30 messa Emil Olsen
Havnar kirkja
kl. 11.00 Sonja Klein.
Rituvíkar kirkja
kl. 11, Meinhard Bjartalíð,
altargangur.
Kvívíkar kirkja
kl. 12:00. Maria Jørðdal
Niclasen
Pensionistafelagið í Havn.
Mikudagin 31. januar kl.
19,00 verður
føstulávintshugni.
Tekningarlist liggur
frammi. Seinasta freist at
tekna seg er
26. januar. ( Kostnaður 100,-
kr. )
Frelsunarherurin í Vági
Mánakvøldið kl 19 Bønarmøti
Týsdagin kl 09.30 "Orðið á
borðið"
Mikudagin kl 14.15
Barnakórið
Mikudagin kl 20
Heimaforbundið, fyri allar
kvinnur!
Fríggjadagin kl 09.30 "Orðið
á borðið"
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Missiónshúsið í Skopun
Mikudagin 24. jan.
Kl. 19.30 bønarløta
Kl. 20.00 bíbliutími v/Jóhannu
Sofíu Hentze.
Sunnudagin 28. jan.
Kl. 17.30 bøn-& lovsangur
Kl. 18.00 møti v/Jóhan Birgir
Dahl Olsen og Sunnleif
Jacobsen.
Innsavnan til húsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missións- og ungdómshúsið
á Glyvrum
Mánadagin 22. jan.
kl. 19:30 Sjómanskvinnuringur
Mikudagin 24. jan.
kl. 19:30 Bøn og bíbliutími
Hósdagin 25. jan.
kl. 19:00 JAM fyri øll í 5.-7. fl.
kl. 19:30 Streingjakórið venur
Fríggjadagin 26. jan.
kl. 21:00 Ungdómsmøti
Sunnudagin 28. jan.
kl. 17:00 Familjumøti, Rannvá
Langgaard
Verið hjartaliga vælkomin
www.glyvra.fo
Soli Deo Gloria.
Hósdagin kl. 20.00
ungdómsmøti við Annu
Viðstein Sunnudagin kl. 17.00
bøn Sunnudagin kl. 18.00
møti við Ásvald Thomsen
Oasan
Møti sunnumorgunun kl
11:00 Eyðun og Julia tosa
TILTØK