Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Bara eitt stig skilir tey bæði oddaliðini í landskappingini í talvi, nú tvey umfør hava verið um vikuskiftið og kappingin er komin í helvt Tróndur Arge BORÐTENNIS Borðtennissamband Føroya hevur sett eitt nýtt toymi av venjarum at taka sær av A-landsliðnum og ungdómslandsliðnum. Danski Simon Nykjær-Fisher er nýggjur A-lands­liðs­venjari, og Pætur Al­ binus er nýggjur ungdóms­lands­ liðs­venjari. Afturat teimum er svenski Jan Berner settur sum veg­ leiðari og mennari. Simon Nykjær- Fisher er 29 ára gamal og úr Århus í Dan­mark. Hann er sjálv­ur leikari á høgum støði og spælir í bestu deildini í Danmark. Hann er mett­ ur at vera eitt av stóru venjara­ talentunum í Danmark, og nú fær hann so møguleikan at royna seg í Føroyum. - Endamálið hjá mær sum lands­ liðsvenjari verður at geva leikar­ unum amboðini at lyfta spælið upp á eitt nýtt støði. Leikararnir fáa eina fysiska venjingarætlan, eina leikliga venjingarætlan og ávís­ingar til nakrar partar av spæli­ num, ið teir skulu betra, sigur ný­ klakti føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher. HONDBÓLTUR Odder er fyri fyrstu ferð í longri tíð dottið niðurum upp­flytingar­ strikuna í næstbestu donsku deild­ ini. Odder, sum hevur ein skaddan Helga H. Hoydal í hópinum, tapti í gjár stórt ímóti oddaliðnum, TMS Ringsted. Dysturin endaði 35-22. Tað vóru annars eingi føroysk mál hetta vikuskiftið, har Jónas G. Djurhuus og Rói B. Hansen ikki komu á máltalvuna fyri ávikavist HØJ og FIF. Bæði tey liðini fingu javnleik, FIF 19-19 ímóti Stoholm og HØJ 23-23. Odder er á einum deild­ um triðja plássi, sum gevur atgongd til uppflytingarspælið. Danska landsliðið hjá monnum liggur væl fyri í EM-endaspælinum, har teir í løtuni eru tætt við at spæla seg víðari til hálvfinaluna. Eftir 26-25-sigur ímóti Týsklandi í gjár manglar Danmark nú bara eitt stig fyri at spæla seg víðari. Tað merkir, at ein javnleikur ímóti Montenegro mikudagin er nóg mikið. Um Danmark vinnur ella Spania ikki vinnur báðar sínar dystir, ið eftir eru, so er Danmark víðari sum eitt­ ari í millumspælinum. Ísland slapp ikki víðari í EM- endaspælinum, men enn livir vónin hjá tveimum øðrum norður­lond­ um, nevniliga Svøríki og Noregi. Tað krevst tó nakað av hjálp frá øðrum londum, um annað teirra skal spæla seg víðari. Svøríki, sum spælir ímóti Hvítarusslandi í kvøld, kann leggja seg á eitt javnt fyrsta- ella annaðpláss, men tað fer helst eisini at krevja ein sigur ímóti Noregi í seinasta umfarinum umframt hjálp frá øðrum londum. Noreg hevur annars staðið seg væl og hevur í løtuni tveir teir bestu málskjúttarnar í kappingini. Teir eru Kristian Bjørnsen (35) og Sander Sagosen (29). TALV Nú komið er hálva leið í fremstu deildini í føroysku landskappingini í talvi, er háspenningur í luftini. Støðan er næstan meinlík enda­ støðu­ni í fjør, tí bara eitt stig er á muni millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Tvinnanda leikumfør vórðu avgreidd í øllum deildum í Havn í gjár. Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag varðveitti tepru leiðsluna, sum tað hevði fyri tey bæði umførini leygardagin. Hjá havnarmonnum var eitt ávíst mann­fall í gjár, tí hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen ella Herluf Hansen - fýra av teimum seks, sum mannaðu FM-liðið í fjør - vóru tøkir, tá klokk­ urnar vórðu settar í gongd klokk­an tíggju fyrrapartin í gjár. Felag­ið hevði tí bundið um heilan fing­ ur og útvegað sær útlendskan styrk. Helgi Dam Ziska, sum var burturstaddur, hevði fingið fyrr­verandi liðfelaga á danska meistara­lið­num Philidor at loysa seg av. Simon Bekker-Jensen var leigaður heim at telva á fyrsta borði hjá Havnini í gjár. Hann er danskur altjóða meistari, hevur styrkitalið 2478 og er nummar átta á danska styrki­listanum. Dystirnir í 4. umfari í 1. deild endaðu soleiðis: Havnin 1 - Klaksvík 2-2, Sandavágur - Kollafjørður 3½-½ og Gøta - Havnin 2 2-2. Simon Bekker-Jensen vann hegnisliga í hárfínum endatalvi á Ólavi Simonsen, men Rani Nolsøe feldi óvæntað Olaf Berg á øðrum borði. Á aftaru borðunum endaðu talvi­ni jøvn. Rógvi Mortensen fekk sín elddóp á fyrsta borði hjá Havn­ ini. Sandavágur fekk væntaða stór­ sigurin á kollfirðingum, men eitt hálvt stig lá kortini eftir. Strand­ ing­urin Eivind Jacobsen tiltuskaði sær remis móti Silasi Eyðsteinssyni á triðja borði. Uppflytarnir úr Gøtu komu umsíðir upp á stigatalvuna, og tað við einum 2-2 javnleiki móti øðrum liði hjá Havnini. Í fimta umfari kom toppdysturin mill­um Havnina og Sandavág, sum vóru púra jøvn eftir fjórða um­far. Havnin vann 2½-1½. Simon Bekker- Jensen vann aftur í teprum enda­ talvi, hesaferð móti Rógva Egilstoft Niel­sen, og hesaferð eitt sindur hepp­ið. Í líka spennandi og jøvnum talvi á øðrum borði koppaði Høgni Egilstoft Nielsen Olaf Berg, sum ivaleyst legði ov nógv fyri at vinna. Á triðja endaði javnt millum Sjúrð Thorsteinsson og Silas Eyð­steins­ son, og á fjórða borði vann Carl Eli Samuelsen - sum ikki fekk verið við í fyrra dystinum - á Torkil Niel­ sen. Mest óvæntaða úrslitið í fimta umfari var, at annað lið hjá Havnini vann á klaksvíkingum. Eitt sindur óvæntað taptu báðir frændur­nir, Rani Nolsøe og Stein­tór Rasmussen. Í triðja dystinum vunnu kollfirðingar á gøtu­monn­um. Bernhard Thomsen, sum telv­aði sítt fyrsta talv í fleiri ár, var sigurs­harri í dystinum. Úrslitini: Havn­in 1 - Sandavágur 2½-1½, Havn­ in 2 - Klaksvík 2½-1½ og Kolla­fjørður - Gøta 2½-1½. Støðan í 1. deild eftir fimta umfar: 1. Havnin 1 15½ stig 2. Sandavágur 14½ stig 3. Klaks­ vík 11½ stig 4. Havnin 2 9½ stig 5. Kollafjørður 5½ stig 6. Gøta 3½ stig. trondur@sosialurin.fo Havnin og Sandavágur dystast um FM Danski Simon Bekker-Jensen umboðaði Havnina leygardagin F.v: Peter H. Niclasen, hjálparvenjari, Andras Nolsøe, formaður, Simon Nykjær-Fisher, landsliðsvenjari