mánadagur 22. januar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Síðani
næstsíðsta
fríggjakvøld
hevur tað verið EM endaspæl í
hondbólti fyri menn í Kroatia.
Mikukvøldið verður greitt, hvørji
tey fýra vera, sum fríggjadagin
skulu spæla hálvfinalur, og sunnu
dagin verður punktum sett fyri EM
fyri hesa ferð.
Tað eru tríggjar kappingar fyri
landslið, sum stinga seg framum
allar aðrar. Tað eru EM, HM og OL.
Størsti heiðurin av øllum er
at vinna OL. Tann kappingin er
fjórða hvørt ár, og í løtuni er tað
Danmark, sum ber heitið at vera
OL gull vinnari. Tað var í Rio í
august 2016, at danir vunnu finalu
na ímóti Fraklandi, sum tvær
tær undanfarnu ferðirnar hevði
vunnið gull í OL. Hetta er fyrsta
ferðin yvirhøvur, at Danmark er
olympiskur gull vinnari í hondbólti.
Tað var um hundrað ára skiftið
1900, at spælið sá dagsins ljós, og
danir gloyma einki høvi at minna
á, at tað var í Danmark, at spælið
varð uppfunnið og fyrstu reglurnar
orðaðar.
Serliga var tað í býunum, har
herurin helt til, at hondbóltsspælið
festi røtur. Hetta var í tíðini, áðrenn
ítróttarhallir vóru kendar, og tað
var í hallum, sum vóru ætlaðar til
hernaðarlig endamál, at teir spældu
hondbólt.
Úti á landinum í Danmark var
tað, sum tað í nógv ár var í Føroy
um, eftir at hondbóltsspælið var
komið henda vegin. Meðan tað í
donsku býunum var um veturin og
undir taki, at teir spældu, so var tað
uttandura og um summarið, at tey
spældu úti á landinum.
Yvirlitið yvir tær tríggjar stóru
kappingarnar – EM, HM og OL –
sigur eisini søguna um Europa, og
hvussu Europa kortið og politiska
skipanin er broytt.
Eystureuropa best í OL
Fyrsta OL og fyrsta HM kappingin
vóru í Týsklandi undan seinna
heimsbardaga, tá ið tað hevði
stóran týdning fyri Hitler at vísa,
hvussu óførir týskararnir vóru.
Týskland vann OL í Berlin í 1936
og aftur í 1938 var Týskland best,
tá ið fyrsta HM kappingin var í
Týsklandi.
Undir
kalda
krígnum
vóru
eystureuropeisku londini frammar
laga í hondbólti. Tey vunnu gull í
hondbólti í øllum OL kappingunum
frá tí fyrstu í 1972 og fram til kalda
kríggið var av í 1991, og tað var ikki
fyrrenn í 2008, at tað eydnaðist
Fraklandi - sum fyrsta land aðra
staðni frá enn Eystureuropa – at
røkka gullinum í OL. Frakland
endurvann OL í 2012, og í 2016 tapti
Frakland finaluna ímóti Danmark.
Kappingin í Barcelona í 1992 var
merkisverd. Í yvirlitinum stendur
Russland at vera gullvinnari. Hetta
var árið eftir, at Sovjetsamveldið
var dottið sundur, og talan var
um samansett lið við spælarum
frá nógvu av gomlu sovjetisku
republikkunum.
Europa einaráðandi í HM
Hóast talan er um heimsmeistara
kapping, so eru tað higartil bara
europeisk lond, sum hava vunnið
HM.
Einasta
landið
uttanfyri
Europa, sum hevur vunnið heiðurs
merki í HM, er Qatar, sum púra
óvæntað – og við ikki frítt av hjálp
frá dómarunum, verður sagt – á
heimavølli spældi seg í finaluna,
sum Frakland vann.
Undir kalda krígnum høvdu
londini í Eystureuropa ofta góð
úrslit í HM. At tað er nógv, sum
áður vendi upp, og sum nú vendir
niður, er Rumenia gott dømi uppá.
Fyri stuttum vóru Føroyar og
Rumenia í undanbólki saman í
Italia.
Tá ið eirindarleysa einaræði
hjá Nicolae Ceausescu ráddi fyri
borgum í Rumenia, var hond
bólturin eitt av týdningarmiklastu
amboðunum at vísa, hvussu væl
tað gekk. Rumenia vann gull í HM í
1961, 1964 og aftur í 1970 og 1974.
Á Balkan eru teir tiltiknir snill
ingar við hondbóltinum. Tá ið
Josip Broz Tito ráddi fyri borgum
í samveldinum, vann Jugoslavia
HM í 1986, og síðani samveldið datt
sundur hevur Kroatia, har tað í hes
um døgum verður kappast um EM,
vunnið HM í 2003.
Í 1993 fór Tjekkoslovakia í
tvey – Tjekkia og Slovakia. Í HM
kappingunum í 1958 og 1961 var
Tjekkoslovakia í HM finaluni,
men báðu ferðirnar endaði tað
við silvurkrónum. Í 1967 eydnaðist
tað Tjekkoslovakia at vinna gull.
Kappingin var í Svøríki, og Tjekko
slovakia vann finaluna ímóti Dan
mark.
Í gamla DDR var ítróttur týdn
ingarmikil lutur í strembanini
eftir at vísa umheiminum, hvussu
væl tað gekk í Eysturtýsklandi.
Tað eydnaðist DDR at vinna gull í
Moskva í 1980, og í HM vóru bestu
úrslitini silvurkrónur í 1970 og 1974.
Stóru ES londini
Í Bretlandi hava teir ongantíð lagt
nakað í hondbóltin, og Bretlandi
hevur ongantíð verið við í stóru
kappingunum. Heldur hava lið úr
Bretlandi onkuntíð kappast við
føroysk lið, og tá hava Føroyar
verið omaná.
Soleiðis er tað eisini í Italia, sum
í hondbólti er á umleið sama støði
sum Føroyar.
Tá ið C HM var í Føroyum eftir
ársskiftið í 1980, vann Frakland
finaluna ímóti Noreg 21-19. Síðani
hevur Frakland verið millum tey
bestu. Frakland hevur vunnið EM
í 2006, 2010 og 2014, og Frakland
verður roknað millum favorittarnar
at spæla seg í finaluna í Kroatia.
Frakland vann HM í 1995, 2001,
2009, 2011 og aftur í 2015 og 2017, og
Frakland vann OL finalurnar í 2008
og 2012.
Spania vann gull í HM í 2005 og
aftur í 2013, tá ið Spania á heima
vølli smurdi Danmark av í finaluni.
Týskland hevur støðugt staðið
seg væl. Eftir seinna heimsbardaga
vann Vesturtýskland HM finaluna í
1978, tá ið kappingin var í Danmark
og aftur á heimavølli í 2007 vann
Týskland gull. Í EM kappingini
vann Týskland gull í 2004 og aftur
í 2016, tá ið kappingin var í Polen,
og eingin hevði roknað við, at tað
skuldi eydnast Týsklandi at vinna
gull.
Skandinavia
Rótin rann í Danmark, og Danmark
og serliga Svøríki hava ofta gjørt
um seg í endaspølum.
Longu í 1954 og 1958 vann Svøríki
gull í HM, og Svøríki vann aftur HM
í 1990 og 1999.
Fyrsta EM endaspælið var í
1994, og tá endaði tað við, at Svøríki
vann gull. Sviar vóru trífaldir EM
vinnarar 1998, 2000 og aftur í 2002.
Higartil er tað ikki eydnast
Svøríki at vinna gull í OL. Svøríki
var í OL finaluni í 1992, 1996 og aftur
í 2000, og sviar taptu allar finalur
nar. Í 2012 vóru sviar fyri fjórðu ferð
í OL finaluni, og tað kendist vera
stórt vónbrot, at Frakland vann
finaluna í London.
Longu í 1967 var Danmark í
fyrstu HM finaluni. Hon var í Stok
holm ímóti Tjekkoslovakia, sum
vann. Í 1978 var HM kappingin í
Danmark. Danir stóðu seg sera væl,
men teir endaðu á fjórða plássi og
rukku harvið ikki heiðursmerkjum.
Fyrstu gullkrónurnar vunnu
danir í EM í 2008, og teir endurtóku
EM bragdið í 2012.
Størsta úrslitið yvirhøvur higar
til rakk Danmark í OL í Brasil í 2016,
tá ið tað við íslendska Guðmundi
Gudmundsson við róðrið eydnaðist
at vinna gull.
Eftir HM kappingina fyri einum
ári síðani gjørdi danska hond
bóltssambandið av at seta nýggjan
venjara. Nú er tað Nikolaj Jacobsen,
sum
saman
við
spælarunum
arbeiðir miðvíst fyri at vinna gull
í EM kappingini í Kroatia. Um
tað eydnast fæst at síggja næstu
dagarnar.
HONDBÓLTUR
Eystureuropa og stóru londini á meginlandinum vestaru megin eiga saman við
Svøríki og Danmark størsta lutin í hondbóltinum hjá monnum
EM-Hondbóltur:
EUROPA
EIGUR
HONDBÓLTIN