mánadagur 22. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Ferðafrásøgn úr Bolzano 1. partur:
ÍtróttarSosialurin var við á ferðini, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi HM-undankapping
í norðuritalska býnum, Bolzano. Ferðlagið fór avstað sunnudagin 7. januar og lendi aftur í
Vágum 15. januar. Her er ferðafrásøgnin hjá ÍtróttarSosialinum, sum er í fýra pørtum
ÚR TÓRSHAVN
TIL BOLZANO
Tróndur Arge
Hósdagin klokkan hávgun fýra
verður HM undankappingin fyri
føroyska manslandsliðið í hond
bólti bríkslað í gongd. Føroyar eru í
bólki saman við Ukraina, Rumenia
og Italia, sum er vertur fyri bólki 3.
Ferðin byrjaði longu sunnu
kvøldið,
tá
landsliðið
fór
til
Danmarkar at gera seinastu fyri
reikingarnar.
Landsliðsvenjarin,
Sonni Larsen, sum eisini er venjari
hjá H71, náddi líka at fáa avsmurn
ing við á vegnum. Fyrst tapti
kvinnuliðið hjá H71 væntað fyri
Kyndli, meðan tað var púra óvænt
að, at mansliðið tapti heili 25-13 fyri
kyndilsmonnum.
Hin venjarin er Jeppe Borch,
sum eisini er venjari hjá Neistanum.
Teir hava fingið eina óvæntaða
góða byrjan upp á kappingarárið
og liggja fremstir. Saman hava teir
valt 16 spælarar, sum skulu verða
ein partur av einari nýggjari byrjan
hjá A-landsliðnum hjá monnum.
Mánakvøldið vinnur A-landslið
ið greiðan sigur á HØJ, sum spælir
í næstbestu deildini í Danmark.
Venjararnir eru nøgdir við avrikið.
Føroyska liðið hevur leigað bilar,
meðan teir hava verið í Danmark,
sum skulu hava fullan tanga, tá
teir verða avleveraðir, eru boðini.
Týsdagin byrjar ferð til fótbóltsøra
stivla-landið, sum Italia eisini
verður rópt, orsaka av skapinum á
landinum, ið sær út sum ein stivli,
sum sparkar ein bólt.
Gott samanhald
Føroyska liðið ger klárt at tjekka inn
og Helgi Hoydal er skjótur at heilsa.
Hann er ein av sjey spælarum, sum
í fjør var við til HM endaspælið í
Algeria fyri U21 landslið. Saman
haldið teirra millum byggir á nógv
ár av úrvalsvenjingum og ung
dómslandsdystum.
Tað gerst skjótt greitt, at liðið
hevur vant saman í seinastuni og
spælararnir kenna hvønn annan.
“Undirhondsskot” fær ein heilt
annan týdning, tá hesir lutfalsligu
ungir menninir samskifta við til
tíðir speiskum skemti. Millum
annað, tá Helgi Hoydal gloymir
kuffertið eftir, tá allir fara at tjekka
inn.
Á flogvøllinum í Kastrup fáa
spælararnir høvi at fáa sær okkurt
at eta. Venjararnir og toymið rund
an um liðið eta fyri seg hesa løtuni.
Hondbóltsprátið snýr seg millum
annað um, hvønn leist okkara lið
fer at brúka.
Tosað verður eisini um møgu
leikarnar at koma víðari. Semja
er um, at á papírinum er Rumenia
sterkasta liðið. Síðani Ukraina og so
Italia og vit. Onki verður nevnt um,
at vit bara eru við fyri at luttaka.
Føroyskur hondbóltur hevur lært,
at alt ber til, so hví ikki bara trúgva
upp á tað, tá vit eru her?
Við Ryanair
Flogið verður við Ryanair, sum er
lágprísflogfelag úr Írlandi. Skemti
er, at tey sum hava keypt sær
fyrstaflokks flogferðaseðil fáa ein
tumma meiri av beinplássi, og ein
lumma í setri frammanfyri, har tú
kanst leggja bókina í.
Rætt høvdu teir, á rekkju 32 er
ongin lummi á setrinum framman
fyri. Tað er heldur ikki pláss fyri
beinunum, men tað verður ikki
gjørt vrøvl leingi. Spælarnir eru
vanir við at kleyra upp á hvørjum
øðrum. Seinastu tveir dagarnar
hava teir sovið seks og seks í hvørj
um kamari.
Alt tað føroyska ferðalagið situr
aftast í flúgvaranum. Lagið er gott
og fyrrnevndu undirhondsskotini
flúgva um oyrini á okkum, sum sita
mitt í. Spælararnir trívast væl sam
an. Spælskiparin úr Hoyvík, Jónas
G. Djurhuus, hevur náttbrillur,
og nakkin hvílur á eina av hesum
nakkapútunum, sum tú kanst
keypa á flogvøllinum.
Hann situr mitt fyri, so borðið
hjá honum verður savningspunktið
fyri kortspælið, men hann mutar
ikki í móti, men svevur trygt millum
liðfelagirnar. Stemningurin teirra
millum tykist draga flogternurnar
til. Helst tí tær skulu selja kaffi og
annað, men tykist sum steðgurin
hjá teimum er eitt vet longri millum
føroysku
hondbóltspælararnar.
Gott kaffi skal sigast.
Tað ristir fleiri ferðir í flúgvara
num. Í løtum er tað sum at koyra á
ósløttum vegi, men eftir tveir tímar
setur flúgvarin seg í Milano. Tað
er órógv á, tá hópurin fer at ivast
hvar viðføri skal avheintast, tí alt er
stongd á flogvøllinum.
Lykilin er at bíða til onkur, sum
sær staðkendur út, gongur uttan
iva. Tað riggar og løtu seinni standa
føroysku spælararnir við viðføris
bandið. Teir eru raskir at hjálpa til, tí
uttan fyrispurning stendur taskan
við útgerðini hja Rás2 á gólvinum.
Ongar reyðar lyktir
Uttanfyri flogvøllin stendur ein
hvítur bussur og bíðar. Spælararnir
fáa eina tvíflís og vatn at drekka.
Túrurin úr Milano og norður til
Bolzano er góðar tríggjar tímar.
Fyrstu løtuna er nógv prát, men
klokkan er farin av midnátt, og
fleiri av spælarunum velja at leggja
seg afturá.
Tað er gott pláss í bussinum.
Onkur velur tó at leggja seg á gólv
ið, so kroppurin er strektur. Í løtum
verður koyrt eftir stórum sløttum
motorvegi, meðan tað til aðrar tíðir
er ringt at fáa telduna at standa í
fri, so finagrirnari rakaa røøttu
bókstavarinir. Tað gongur ikki heilt
sum ætlað.
Tað kennist so heimligt, tá
mjørkin eisini ger um seg. Tað er
ongar reyðar baklyktir hjá Ankari
Eli Petersen á vegnum, men við lítil
javnur streymur við bilum, sum
koyra ímóti. So hvørt sum buss
urin nærkast Bolzano blíva ljósini
á vegnum færri. Klokkan er farin
av eitt og helst liggur italska fólkið
og svevur.
Um 3-tíðina kemur lítla og
hugnaliga gistingarhúsið, Prem
staller, undan í mjørkanum. Onkur
hevur parkera, so at bussurin ikki
sleppur inn á økið. Vit ímynda
okkum, at busssjaførurin bannar
innantanna, men letur við seg
koma uttaná.
Kanska ein nýggj byrjan
Ein ferð er byrjað, men spurning
urin er hvat fyri ein ferð. Kendi
stovnarin av Apple, Steve Jobs,
sáli, segði so tiltikið í eini sjón
varpssamrøðu, at tú sært ikki altíð
brikkarnar fella upp á pláss við at
hyggja frameftir, men við at hyggja
aftureftir.
Hetta er galdandi fyri avrikini
hjá U21 landsliðnum. Í fleiri ár
vandu
hesir
ungu
dreingirnir
saman av sínum eintingum. Tá teir
vunnu HM undankappingarbólkin,
sum varð spældur á Hálsi í januar
2017, kom tað óvart á, men í hópi
num kendu teir orsøkina. Hart
arbeiði og gott samanhald. Tað sóu
teir við at hyggja aftureftir.
Tað stendur ikki skrivað í stein,
at hetta liðið fer at fremja eitt bragd.
Liðið hevur eina sterka breidd, men
manglar nokk eina stjørnu ella
tvær. Sjey av spælarunum hava
seinasta hálva árið spælt við liðum
í donskum ella norskum hondbólti.
U21 landsliðsspælararnir hava allir
fingið nógvar royndir. Men kanska
er hetta ein av brikkum, sum vit í
framtíðini fara at hyggja afturá,
sum ein brikkur, ið flutti føroyskan
landsliðshondbólti. Tað fer tíðina
at vísa komandi dagarnar.