Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Tróndur Arge Tað hevur verið ein langur túrur til norðuritalska býin, Bolzano. Spælararnir fóru ikki í song fyrr enn um 3 tíðina. Tí er einki krav um at møta til morgunmat miku­ morgun­in, men heldur til døgurða. Gistingar­húsið er hugnaligt og eitt sindur “old school”. Sum vanligt er á slíkum ferð­um, so skulu partarnir báðir – gisting­ar­ húsið og gestirnir – líka avstemma hvat avtalan er. Á kømrunum er lítið at fílast á, men tað er óvanliga heitt á vesinum, meðan sjón­varps­ skíggin í stødd mest minnur um ein Ipad. Stóran kreppan rakar, tá tráð­ leysa internetið ikki riggar. Tá kem­ur tað í aðru røð, at fiskurin til døgurða ikki var so góður. Har er avtalan, at tað skal verða høsnar­ungi fram yvir. Kreppan við internetinum toppar, tá daman í móttøkuni ikki skilur enskt. Tropp­arnir verða samlaðir saman og boðini eru greið. Internetið má rigga – og tað ger tað nú. Flott høll Seinni er venjing á skránni í høllin, har allir dystirnir blíva spældir. Onkur hevur tosað við onkran, sum greið­ir frá, at italsku meistarnir koma úr Bolzano. Til samans eru 11 túsund hondbóltsspælarar í Italia, meðan vit í Føroyum hava trý túsund. Høllin er flott og lýkur øll van­ ligt krøv. Fólkini eru hjálpsom og tað er skil á tingunum. Høllin kundi verið ein fyrimynd til eina før­oyska tjóðarhøll. Soleiðis bleiv ikki heilt, men nú fegnast vit um, at høllin á Hálsi er umbygd og kann hýsa fleiri stór­um dystum við fleiri áskoðar­um. At so bussurin ikki sleppur heilt framat við spælarunum ger minni, tí tað ger hann heldur ikki her í Bolzano, so seinastu 25 metarnir mugu gangast. Venjingin gongur væl, men Hans Eli Sigurbjørnsson venur bara við hálvari ferð. Hann hevur trupulleikar lærinum. Sámal í serflokki Heima á gistingarhúsinum er matur á skránni. Síðani sam­last spælararnir, har einasti klaks­vík­ ing­urin á liðnum, Sámal á Tjaldra­ fløtti, skal greiða frá mót­støðu­ landi­num, sum er Ukreina. Hann er nær­lagdur og hevur skrivað niður á far­telefonina. Spælararnir klappa eftir­fylgjandi. Eftir spælarafundin skipar Helgi Hoydal fyri spurnarkapping. Talan er um ljóðspurningar, har tú skal gita hvør eigur røddina. Partar­nir eru teir yngru móti teim­um eldru. Aftur er Sámal á Tjaldra­fløtti í fokus, tí fleiri kendar klaks­víks­ røddir eru millum spurningarnar. - Hann er gubbi mín, tí kenni eg hann aftur, sigur Sámal á Tjaldrafløtti, tá rødd­in er Steintór Rasmussen. Teir yngru hanga í, men fleiri ferðir er brúk fyri hjálp frá onkrum av teimum, sum eru rundanum liðið. Teir eldru vinna, men fingu eisini lættari spurningar. Tað siga teir yngru. Dagurin í dag Dagurin í dag byrjar við morgun­ mati og einum gongutúri. Lagið er eitt sindur meiri spent, tí tað er dystardagur. Tað merkist eisini til døgurða, har fyrrnevndu “undir­ honds­skotini” ikki so speisk. Nú verður tosað minni og meiri álvar­ samt. 14.45 stendur bussurin í túni­ num og koyrir til høllina. Ein túr­ ur upp á smáar fimm minuttir. Tað verður greitt frá, at allir skulu taka mynd áðrenn dystin. Her verður lagdur dent­ur á, at ongin má koma for­seint til mynda­tøkuna, tí so standa all­ir og bíða. Allir bíða í ein minuttir, men tað er eftir venjaranum sjálv­um. Tað er eitt sindur óvist hvør upprunaliga skuldi taka myndina, men tað fall mær í lut. Eitt, tvey, trý og so stóðu øll í hópinum til reiðar. Úrs­litið sæst ovast. Nú er tíðin kom­in at trýsta á send, tí dysturin byrjar um eina løtu. Tað er (vónandi) hol ígjøgnum til Føroyar við útvarpsútgerðini. Ukreinska liðið er gjøgnumgingið, men tað er heldur óvist um úttalan verður heilt røtt. Tað ger kanska ikki so nógv, tá lurtarnir hjá Rás2 fyri tað mesta fyrihalda seg til føroyska liðið. 2. partur av ferðafrásøgnini hjá hondbóltslandsliðsliðnum í Italia EINKI WI-FI Ukreina – Føroyar 30-22 (17-13) Málskjúttar Føroyar: Peter Krogh (7), Nicklas Selvig (6), Hilmar Leon Jakobsen (3), Sámal á Tjaldrafløtti (2), Kjartan Johansen (2), Jónas G. Djurhuus (1), Fríði H. Weyhe (1) Føroyska liðið: Niklas Simonsen, Ári E. Dam, Hans Eli Sigurbjørnsson, Sjúrður Olsen, Sigmund Nolsø, Rókur Akralíð, Tróndur Kragesten, Helgi H. Hoydal, Fríði H. Weyhe, Jónas G. Djurhuus, Kjartan Johansen, Sámal á Tjaldrafløtti, Hilmar Leon Jakobsen, Nicklas Selvig, Peter Krogh, Høgni Klein Olsen. Føroyar – Rumenia 20-28 (10-15) Málskjúttar Føroyar: Jónas G. Djurhuus (3), Peter Krogh (3), Høgni Klein Olsen (3), Nicklas Selvig (3), Hilmar Leon Jakobsen (2), Sjúrður Olsen (2), Sámal á Tjaldrafløtti (1), Sigmund Nolsøe (1) Føroyska liðið: Niklas Simonsen, Ári E. Dam, Hans Eli Sigurbjørnsson, Sjúrður Olsen, Sigmund Nolsø, Rókur Akralíð, Tróndur Kragesten, Fríði H. Weyhe, Jónas G. Djurhuus, Kjartan Johansen, Sámal á Tjaldrafløtti, Hilmar Leon Jakobsen, Nicklas Selvig, Peter Krogh, Høgni Klein Olsen. Italia – Føroyar 29-18 (13-10) Málskjúttar Føroyar: Peter Krogh (4), Jónas G. Djurhuus (3), Kjartan Johansen (2), Tróndur Kragesten (2), Rókur Akralíð (2), Hilmar Leon Jakobsen (1), Sigmund Nolsøe (1), Høgni Klein Olsen (1), Sjúrður Olsen (1), Nicklas Selvig (1) Føroyska liðið: Niklas Simonsen, Ári E. Dam, Hans Eli Sigurbjørnsson, Sjúrður Olsen, Sigmund Nolsø, Rókur Akralíð, Tróndur Kragesten, Jónas G. Djurhuus, Kjartan Johansen, Sámal á Tjaldrafløtti, Hilmar Leon Jakobsen, Nicklas Selvig, Peter Krogh, Høgni Klein Olsen. Ferðafrásøgn úr Bolzano 2. partur: