mánadagur 22. januar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
3. partur. Føroyskur hondbóltur hevur eina stóra avbjóðing – vit eru ov lítil
SHIT TEIR
ERU STÓRIR
Tróndur Arge
Seinasta ferðafrásøgnin endaði við,
at dysturin móti Ukraina byrjaði.
Tað fyrsta eg hugsi er, at teir eru
allir eitt høvd ella tvey størri enn
okkara.
Tá
spælararnir
koma
á vøllin ganga teir forbí hvønn
annan og heila upp á við at geva
“high five”. Flestu av okkara mugu
strekkja seg, fyri at røkka upp. “Shit
teir eru stórir” hugsi eg innantanna
– mikrofonin er frá.
Vit eru ongantíð ordiliga við
í dystinum, tí Ukraina spæla við
fullari ferð, meðan okkara ikki eru
heilt har, sum teir skulu. Tað ger,
at mótstøðuliðið lættliga kemur
til síni mál, meðan okkara mugu
berjast fyri at koma til skot, sum
teir so omaná tað heila senda á
stongina. Eitt afturvendandi tiltak.
Avbjóðingin við internetinum
er eisini í høllini. Eg skal brúka eitt
lan-stikk, men tað er ikki í høllini.
Bara Wi-Fi! Loysnin er ein nýggjur
dimsur, sum eg sleppi at lána frá
italska
hondbóltssambandinum.
Tey eru sera fyrikomandi og loystu
trupulleikan fyri meg upp á fimm
minuttir. Frálíkt!
Saman
kann
sigast
um
fotografin
hjá
italska
hondbóltssambandinum. Isabella
Gandolfi fortelur íðin frá, at hon
eigur ein 16 ára gamlan son, sum
eisini
spælir
hondbólt.
Prátið
endar við, at vit sleppa at brúka
myndirnar hjá henni. Takk fyri tað!
Landsliðið hjá okkum er ikki
væl samanspælt. Øll royna at
halda maskuni og tosa positivt,
men sannleikin er, at vit eru langt
frá tí, ið vit kunnu klára. Kanska
eini fimm ár, har somu spælararnir
velja at satsa upp á hondbólt og
venja saman.
Føroyar
tapa
dystin
30-22,
men tað er eisini í ordan. Teir
eru størri, sterkari og raka málið
ótrúliga væl. Eftir dysti hyggi eg
eftir Rumenia-Italia saman við
landsliðsvenjarunum. Eg haldi ikki
rumenarnir síggja so stórir út, men
nú sita vit eisini einar 5-6 metrar
upp frá og hyggja.
Vit eru ov lítil
Á gistingarhúsinum er lagið hóast
alt gott. Spælararnir vita, at hetta
var ein stórur biti, men eisini at
teir kunnu reisa seg til dystin móti
Rumenia. Um kvøldið verður tosað
um hvussu føroyskur hondbóltur í
framtíðini kann bjóða av.
Tú kanst venja nógv, men ikki
at gera spælarar hægri. Eg komi í
tankar um eina samrøðu eg hevði
við Sonni Larsen, landsliðsvenjara,
í fjør. Hann vísti á ein kendan
trupulleika við børnum, sum er
høg. Tey missa mangan hugin til
ítrótt í árunum, tá motorikkurin
ikki klárar at fylgja við. Lykilin
er at halda teimum framat, tí tað
kemur aftur seinni. Kanska duga
vit ikki tað í Føroyum, tí ongin
óvanliga stórur spælari er at síggja
á landsliðnum. Hugsið um tað.
Mest
vitjaða
kamarið
á
gistingarhúsinum
er
nummar
220. Tað er viðgerðarkamari. Har
samlast allir spælararnir, sum skulu
til viðgerð ella í ísbað. Onkur setur
seg bara í, meðan aðrir nærmast
mugu tveitast í. Fríði Weyhe er ein
av teimum, men hann viðurkennur
tað. Hann fekk annan fótin í. Verri
gongur hjá Helga Hoydal. Hann
hevur ilt og sigur, at hann fær ikki
spælt aftur, eftir at hann beklaði í
dystinum.
Dagurin endar við eini samling,
har venjarar og spælarar hava
orðið. Høgni Klein Olsen úr Kyndli
hevur fingið til uppgávu, at greiða
frá um Rumenia, sum er komandi
mótstøðuliðið. Hann hevur lisið
væl upp á og fortelur eisini um
fleiri av rumenunum, sum hava
givið nógv til føroyskan hondbólt.
At enda er boðskapurin, at ongin er
ov stórur til at liggja niðri.
Spennandi eina løtu
Tað er ein avslappur stemningur í
dag, tá dysturin móti Rumenia er.
Bæði til morgunmat og døgurða er
lítið prát. Daman í køkinum, sum
eisini situr í móttøkuni, er nú blíð
sum fá. Hon er ein av hesum, sum er
torfør at rokna út. Hon er ill, tá vit
spyrja um meiri vant, men flennur,
tá hon setur tað á borðið. Eg haldi
at okkara sjarmerandi spælarar
hava vunnið á henni – nú smílist
og flennur hon fyri tað mesta.
Helgi Hoydal verður sendur á
sjúkrahúsið, men lovar at verða
viðmerkjari á Rás2, um hann er
aftur áðrenn dystarbyrjan. Tað
er hann, men við beinskinnara á.
Hann hevur brotið ytsta beini í
vinstra fóti. Hann skal helst sita
uttanfyri í tveir mánaðir.
Hann hevur góðar taligávur og
stendur seg væl sum viðmerkjara.
Men aftur leggi eg merki til, at hinir
eru størri enn vit. Serliga bakk-
ketan. “Shit teir eru stórir” hugsi eg.
Eina løtu er spennandi, tá vit koma
niður á 10-9, tá tað eru 20 minuttir
spældir.
So missa vit takið og eru ikki
við aftur, fyrr enn tað er ov seint.
Vit brenna eisini fleiri stórar
møguleikar og tapa 20-28. Tað ljóðar
sum ein skøvað fløga, men hetta
krevur tíð. Landsliðið skal nokk
blíva betri, tí tað er enn nógv ting,
sum vit kunnu gera nakað við, sum
ikki rigga.
Skriva søgu?
Søgan
sigur,
at
vit
hava
ongantíð vunnið ein HM ella EM
undankappingardyst – er mær
fortalt. Í morgin spæla vit móti
veikasta liðnum í bólkinum –
umframt okkum. Italia hava vit
fyrr spælt upp í móti. Trupulleikin
er bara, at meðan eg siti og hyggi í
høllini, og skrivi hesa reglurnar, er
Italia á odda 23-21 og tað er tíggju
minuttir eftir.
Tað blívur so spennandi, at eg
velji at bíða við at trýsta á send.
Heima í Føroyum eru boðini,
at tað er trýst á heimasíðuni, tí
samgongan hevur mist enn ein
lim. Í somu løtu kemur Fríði Weyhe
við brotnari hond. Nú líkjast
samgongan og landsliðið. Tey klára
illa nokk at telja upp í ávikavist 17
og 16. Nú eru bara 14 spælarar tøkir
til dystin móti Italia.
Apropos Italia, so vinna teir 29-
28 í seinastu sekundunum. Allir
tankar um, at teir fóru at tapa
stórt móti endanum, og hava brúkt
allar kreftirnar fara í vaskið. Teir
fegnast saman við fleiri hundrað
áskoðarum í Palasport høllini í
Bolzano.
Hetta verður ikki nemt, men
vit kunnu skrivað søgu í morgin,
men tað kemur at krevja nógv av
okkum!
Tróndur Arge – Bolzano, Italia
Ferðafrásøgn úr Bolzano 3. partur: